Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 228 - 24. november 2006 tíðindi Meðan Vígdis Hentze Olsen dansaði seg beint í finaluna á Kan Du Danse?, var hin innblandaði føroyingurin, framleiðslustjórin Per Zacharissen neyvan líka væl nøgdur. Við bæði tekniskum og menniskjaligum feilum, var sendingin alt annað enn væl avgreidd. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað vóru nógvar og stórar kensl­ur í fóru gjøgnum kropp­in á luttakarunum í hálvfinaluni í Kan Du Dan­se?, ið var hildin í gjárkvøldið. Eitt av star­v­s­ fólk­ un­um greiddi mær frá, at fleiri av dansarunum høvdu grát­ið í skiftirúmunum, bæði áðrenn og aftan á av­gerð­ina um, hvør skuldi í finaluna, og hvør skuldi send­ast heim. Hvørki dómarar ell a á­­­skoð­­ar­­ar í upp­tøku­høl­un­ um hjá Kanal 5 tyktust tó ó­nøgd, tá úrslitið av hyggj­ ara­­at­kvøð­un­um var greitt, og Vígdis, Sara, Patrick og Dam­ian vóru í finaluni. Góð viðmæli Vígdis dansaði á fyrsta sinn­ ið við Patrick. Hetta vóru bæði sera glað um, og tað tyktist, sum um tey hug­na­ ðu sær óført saman. Tey dans­aðu salsa og musical. Bæði Vígdis og Patrick tykt­ ust sera glað fyri at sleppa at dansa musical, serliga júst hetta pettið, ið var úr mu­si­cal­ini Chicago. Men hóast so var tað henda fram­før­s­lan, ið var tann veik­ara av teimum báðum. Báð­ar framførslur fingu ann­ars sera góð viðmæli frá dómarunum. Eisini ein­ stak­ling­a­fram­før­slurnar hjá Víg­dis og hjá Patrick fingu gott viðmæli. Kappingin tók yvir Vigdis greiddi okkum frá, at hon og Patrick høvdu vónað at sloppið at dansa saman heilt frá byrjanini, og at hetta var ein øgiliga góð uppliving. - Patrick er ein fantastiskur dans­ari, ein sterkur dansari, segði hon. Men var annars samd við dómarunum í, at teir­ra musical framførsla ikki var nóg góð. - Eg haldi, at kappingin tók eitt sindur for nógv yvir hasa løtuna, so vit manglaðu tann intensitetin, ið musical dans­ur skal hava, greiddi hon frá. - Eg kundi ikki gjørt tað betur. Men eg haldi sam­ stund­is ikki, at eg eri nøgd við framførsluna. Hesaferð vóru tað ein­ ans hygg­j­ar­a­at­kvøð­ur­nar, ið taldu, so tí var framm­ an­un­dan rættiliga ó­greitt hvussu, hetta fór at spæla av. Eisini var ein ávís ónøgd við henda form­in. Fleiri av fyrrverandi lut­ tak­ar­un­um sótu tætt við okkum í upptøkuhølunum. Í einum lýsingarsteðgi prát­ aðu tey sínamill um um, hvussu óheppið hetta var, at lata ókøn fólk hava all ­ an avgerðarrættin. Ein av dómarunum kom og bland­ aði seg í samrøðuna, og gav teimum rætt. Per hevði reyð oyru Tað gjørdist ikki minnið spen­n­a­ndi, tá tað gjørdist greitt, at fyrsti partur av send­ing­ini, var sendur utt­an at mynd og ljóð fylg­ dust. Tá er trupult hjá hyggj­ara­ num at velja rætt. Oyrini hjá føroyska fram­leiðs­lu­ stjóra­n­um Per Zachariassen hava ivaleyst verið sera reyð hetta kvøldið. Tað finnast neyv­an sendingar, ið tað er meira týdningarmikið at ljóð og mynd fylgjast enn í dansi­send­ing­um. Hetta er stutt sagt ikki nóg gott. Har vóru eisini fleiri vill ur frá vert­inn­uni, m.a. gloymdi hon, at spyrja dómararnar, um hvat teir hildu um ein­ stak­ling­a­fram­før­sluna hjá Pat­rick. Tá avtornaði, vóru Emi­ lie og Suad send til hús. Tey vóru av nógvum vóru mett, sum tey veikastu áð­renn umfarið. Mill um fyrr­ver­a­ ndi luttakararnir tyktist ei­s­ ini at vera breið semja um, at tey ókønu úti við sjón­ varps­tól­ini høvdu valt rætt. Ørkymlað Vígdis Tá vit eftir sendingina hittu Vígdis, tyktist hon rætti­liga ørkymla av øll um kens­lu­ num. Men eftir at hava sum­ mað seg eitt sindur, var hon til­reið­ar at svara okkara spur­ni­ng­um. - Hetta er deiligt, segði hon um at vera endað í final­uni. Hon greiddi frá, at hon ikki veru­liga hevði havt nervar, tá hon bíðaði eftir avgerðini hjá áskoðarunum. - Eg havi akseptera, at øll , sum eru við, eru nóg góð til at vinna. So eg vil ikki siga, at eg hevði nervar, men eg var spent. Eg veit, at alt kann henda, serliga nú tá áskoðararnir avgera alt, tað eis­ini snýr seg um hvør hev­ ur flestar vinir. Hon viðgekk eisini, at hon var sera takksom til all ­ ar føroyingarnar við donsk­ um fartelefonum, ið vóru so trúgvir at stuðla henni. Ein góð finala Nú er Vígdis komin í sjálva fin­al­una. Hon sigur, at hon hev­ur tikið eitt kvøld í senn all an vegin, og tí hevur hon hvørki roknað við at koma í finaluna ell a ikki at koma í finaluna. Men hon er sera væl nøgd. - Hetta verður heilt sikkurt ein góð finala, heldur hon, men vil ikki veruliga siga, um hon heldur, at hesir fýra dansararnir eru teir bestu, sum hava verið í kapp­ing­ ini. - Tað hevur onkuntíð un­drað meg, at onkur er send­ur heim, tildømis Steff­ en, ið varð sendur heim seinast. Hann var ein fan­tas­ tisk­ur dansari, sig­ur Víg­­dis, áð­renn ein av fram­leið­­s­lu­ lið­­num avbrýtur okk­um, tí Vígdis skal út til luta­kast­ið um, hvør dansar við hvørj­ um og hvat í finaluni. Blandað føroyskt nøgdsemi í hálvfinaluni Serliga í framførsluni av salsa sannførdu Vígdis og Patrick um, at tey hoyrdu heima í finaluni. (mynd: Jakob Mydtskov) Løgfrøðingar rýma Løgfrøðingar støðast ikki í almennu fyrisitingini. Í dag eru 17 løgfrøðingar í starvi í aðalráðunum, men fyri bara tveimum árum síðani vóru teir nógv fleiri, sigur Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Beinta Festirstein, sum er løgfrøðingur í mentamálaráðnum, sigur við Útvarpið, at at løgfrøðingarnir støðast ikki orsakað av vantandi virðing og vánaligum umhvørvi, og harafturat er ein ávísur lønarmunur mill um alment og privat. Fleiri jólatrø Tey, sum selja jólatrø í Danmark, eru í góðum hýri í hesum døgum. Fyrr keyptu fólk eitt jólatræ at hava við hús í jólamánaðinum, men hetta er nú broytt, tí í dag keypa fólk ofta fleiri trø. Kaj Østergaard, sum er formaður hjá teimum, sum planta jólatrø, sigur við danska útvarpið, at tað eru serliga familjur við børnum, sum keypa meiri enn eitt jólatræ. Tey keypa ofta eitt stórt til stovuna og so eitt lítið til hvørt barnakamar, sigur hann.