fríggjadagur 24. november 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2006
19
tíðindi
Nú Brasserie Hvonn
letur niðastu hæddina
í Tórsgøtu upp, er
umbyggingin á gamla
Sjómansheiminum av
Býarlív
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
myndir: Jens K. Vang
Tað hevur kanska tikið
sína tíð. Upprunaliga var
tíðarætlanin eisini, at alt
skuldi standa liðugt til
háárstíðina
í
summar,
men ikki fyrr enn nú er
umbyggingin á Sjómans
heiminum í Havn um at
vera av.
Egið stað
Men hóast tað hevur tikið
sína tíð, so tykist stjórin,
Jóhannus Jensen, ikki sørt
nøgdur, nú café’in legst
afturat matstovuni, sum í
eina tíð hevur verið opin.
- Tað kann væl vera,
at eg ljóði sum eitt reyp.
Men eg haldi veruliga,
at vit hava rakt sera væl,
tá hetta er lagt til rættis.
Konseptið er hugsað sera
væl ígjøgnum, og tí rokni
eg við, at hetta er nakað,
sum fær undirtøku millum
manna. Og samstundis
haldi eg ikki, at tú kanst
kalla okkum ein beinleiðis
kappingarneyta til onnur
støð í býnum. Sjálvandi
virka vit á sama marknaði,
men vit hava lagt okkum
eftir at skapa nakað øðrvísi,
heldur enn bara at kopiera
konseptið hjá øðrum, sigur
Jóhannus.
Guiness, cocktails
og gott kaffi
Og skjótt er eisini at geva
stjóranum
rætt.
Bara
umhvørvið á nýggja stað
num er nakað fyri seg. Í
nógvar mátar við einum
retrokendum
brá
úr
70’unum, men samstundis
í einum modernaðum hami.
Og so stendur eisini skjótt
greitt, at tað er krásað fyri
smálutunum.
Stórir faltskíggjar, ein
veruligur básur til DJ’in,
stórur barrdiskur úr hond
bukaðum tin, har hópatals
kranar geva ølgómanum
júst rætta slagið – eisini
Guiness – og ein verulig
cocktailbarr, sum helst er
tann einasta av sínum slag
her á landi. Tað Guiness-
kranin so heilt víst eisini.
Enntá tann einasti av sínum
slag norðan fyri Hetland.
Nevnliga tann blái, sum ber
boð um, at her er talan
um eina ísakalda útgávu av
írska klassikaranum.
Ikki matstova
Brasserie merkir í veruleik
anum bryggjhús, og hóast
hetta nógva staðni er vorðið
synonymt við matstovur, so
leggur Jóhannus dent á, at
ætlanin er at hava café’ina
og matstovuna í miðhæddini
serskildar. Eisini hóast
eru sambundnar við eini
trappu, sum í sjálvum sær
eitt listarverk.
-
Samlaða
konseptið
gevur gestum atgongd frá
morgni til myrkurs. Men alt
er ikki opið alla tíðina. Og
vit vlija heldur ikki, at alt
skal vera ein stór matstova.
Her inni ber tó sjálvandi til
at fáa sær okkurt heilt lætt,
men í aðrar mátar er tað
kaffi í alskyns útgávum,
tertur, ísur og tílíkt, sum er
ætlað sum hornasteinurinn
í konseptinum. Kanska
eitt sindur feminimt, men
samstundis eru einstaki
mál bólkarnir í Føroyum
somikið smáir, at tað ikki
ber til at satsa einvíst á
nichur. Og tí hava vit roynt
at skapt nakað fyri øll, sigur
Jóhannus.
Roykjarar mugu út
Talan er um eitt non-smoking stað, sum nú letur upp í Tórsgøtu. Tað er nevnliga als ikki loyvt at roykja á Hvonn-
Brasserie, og tað er ein avgerð, sum varð tikin í rættiliga góðari tíð, leggur Jóhannus Jensen dent á.
- Enn er tað so ikki kravt í Føroyum, og taka vit ES, so er Danmark jú veruligur eftirbátur á økinum. Men fyri tað
kunnu vit gott hava okkara politikk. Og so vil eg gjarna leggja dent á, at tað fyrst og fremst eru starvsfólkini, sum
vit hugsa um í hesum. Longu fyri tveimum árum síðani var hægstirættardómur, sum staðfesti, at passiv royking kann
elva til arbeiðsskaðar hjá starvsfólkum á matstøðum, og tað er ein trupulleiki, sum vit vilja gera nakað við.
- Og so hevur tað eisini nakað við trygd at gera, tí veruleikin er eisini, at nærum helmingurin av eldsbrunum á
hotellum og matstovum hevur royking sum atvold.
- At tað so eisini eru viðskiftafólk, sum eru fegin um roykfrítt umhvørvi, er bara ein eykavinningur í so máta.
Heilt í skammikrók verða roykjarar tó ikki settir. Oman móti Vágsbotni er ein verulig terassa gjørd, og við eini
stórari markisu at verja móti regninum og stórum infra-reyðum hitarum móti kuldanum ber eisini væl til at sita væl
uttandura.
-mørk
Guinness í Tórsgøtu
Stuðul úr
JÓLAMERKJAGRUNNINUM
Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur
grunnurin til endamáls at býta út ágóðan av
søluni av jólamerkjum, ið Postverk Føroya
gevur út á hvørjum ári. Ágóðin verður býttur
út sum stuðul til ávís tiltøk til frama fyri børn,
til stovnar, feløg o.o., ið virka fyri hesum
tiltøkum.
Í serligum føri kann stuðul verða latin til
annað enn ávís tiltøk til frama fyri ungdóm,
brekað ella onnur samfelagsgagnlig enda-
mál.
Seinnu árini hevur grunnurin á hvørjum ári
latið um 500.000 - 600.000 kr. til ymisk
vælgerandi endamál.
Síðan 1976 eru góðar 16 mió. kr. latnar í
stuðli úr grunninum.
Eitt trímannastýri hevur um hendi leiðslu
grunsins og ger av, hvussu ágóðin verður
býttur.
Stýrið er ikki bundið av, at umsókn er send,
men umsóknir um stuðul úr Jólamerkja-
grunninum í ár kunnu sendast grunninum í
seinasta lagi 8. des. 2006 og skulu stílast til:
Jólamerkjagrunnurin
Postsmoga 3009
110 Tórshavn
Sally Rasmussen fer
at standa fyri nýggju
kafeini
Guinness verður nú skonkt í Tórsgøtu