fríggjadagur 24. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
avfrúgvin
Umsetingin
Umsetingina til danskt úr týskum
hevur Luis Berg, sum var yvirlærari
við realskúlan og læraraskúlan í
Havn, gjørt. Upprunaskjalið er
varðveitt og stendur har í 2. petti:
Nachdem die “Christina” beladen
u. im besten seefähigen Zustande
stark u. fest, wohl bemannt, u. mit
allen zur Reisen Erforderlichen
Notwendigkeiten versehen,
schleppte die “Christine” um
29. Decb. 82 von Hamburg, sum
Luis Berg hevur umsett so sum
oman fyri stendur. Ein rættari
umseting hevði tó verið: Efter at
“Christina” var ladet og i bedste
sødygtig Tilstand, stærk og tryg,
vel bemandet, og forsynet med
alt nødvendigt, der erfordredes til
Rejsen, sejlede den fra Hamburg
d. 29. Decbr. 1882. Annað er ikki
at finnast at í umsetingini hjá Luis
Berg, og havi eg tí latið hana vera
óbroytta.
Galjónsmyndin
og havfrúgvin
Tá í tíðini høvdu øll handilsskip
av týdningi eina galjónsmynd. So
eisini “Christina”. Hon hevði eina
óvanliga vakra galjónsmynd av
eini havfrúgv.
H. Montagu Villiers, bretskur
umboðsmaður, sigur í bókini
“Bretskur konsul í Føroyum” at
hann datt um hesa galjónsmynd
í einum yvirfløddum kjallara í
einum av teimum elstu húsunum
í Havn. Hann og húskið høvdu ilt
við at finna innivist og búðu eina
tíð í Müllers húsi, áðrenn bretska
sendistovan, núverandi KFUK,
varð smíðað. Tað var í kjallaranum
í hesum húsum, hann var dottin
um havfrúnna av “Christinu”!
Regin Olsen veit at siga frá, at
henda sama galjónsmynd var enn
í kjallaranum, tá Sjóvinnubankin
keypti húsini í 1967.
Havnarmenn kasta
nót eftir havfrúgv
Hesin sami H. Montagu Villier
hevur í omanfyri nevndu bók eina
sera merkisverda søgu um hesa
galjónsmyndina, sum her verður
endurgivin:
Ein søga um eina havfrúgv er
serliga stuttlig. Nakrir menn á báti
sóu eina havfrúgv í skýmingini;
vakra høvur hennara sást væl, og
hárið fleyt um hana. Hon tóktist at
leggja lítið í, at deyðilig vóru hjá,
at teir søgdu øðrum frá hesi sjón.
Nógvir sóu hana. At enda gjørdu
teir av at fáa fatur á sterkari nót
av tí slagnum, sum teir brúka tá
ið teir drepa grind, og royna at
taka ta vøkru havfrúnna. Djarvar
manningar nærkaðust og fingu
veruliga fatur á teirri tølandi
kvinnuni; men tá sóu teir at hon
bert var ein galiónsmynd av
stevninum á einum skipi, og at
tað flótandi hárið var fastvaksin
tari. Eg hoyrdi hesa søguna,
einaferð eg datt um hesa somu
galiónsmynd í einum yvirfløddum
kjallara í einum av teimum elstu
húsunum, hagar hon var latin inn
við vónbroti sama kvøld, sum hon
varð funnin. Hon var veruliga
vøkur, og ein kundi hugsað sær,
hvussu fullkomið hetta svik var
í aldunum; men eingin av hesum
monnum hevði farið at tikið hana
við nót, um teir ikki høvdu trúð
upp á havfrýr.
Hans Jakob Debes sigur í við
merking til omanfyri endurgivna
brot, at hetta man vera tann
galiónsmynd, sum lá í kjallaranum
undir gamla Müllers kantóri við
Eystaru Vág. Trúliga latin inn til
sýslumannin.
Nú er havfrúgvin í tryggari varð
veitslu hjá Frank Müller í Havn.
Prentaðar keldur:
Henry Montagu Villiers: Bretskur
konsul í Føroyum. Umsett av Hans
Jacob Debes og við viðmerkingum
av sama. Sprotin 2000
.
Óprentaðar keldur:
Sjófrágreiðingin: Føroya
landsskjalasavn.
Við tøkk til:
Fornminnissavnið
Landskjalasavnið
Frank Müller
Regin Olsen
Skonnart
Galjónsmynd frá »Kristinu«
Myndir: Jens Kristian Vang
21
Nr. 228 - 24. november 2006