fríggjadagur 24. november 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2006
23
tíðindi
Lesandi í 3.
pedagogflokki á
Læraraskúlanum
fara í næstu viku
fimtan ferðir at sýna
jólaleikin, sum tey
sjálvi eiga allan,
sum hann er
JÓLALEIKUR
Eirikur Lindenskov
Tað verður rættiligur jóla
hýrur í høllini á Lærara
skúlanum í næstu viku. Tey
í 3. pedagogflokkinum fara
tríggjar ferðir hvønn dagin
at spæla jólasjónleikin, sum
tey hava arbeitt við seinastu
vikurnar. Talan er um leik
fyri 3-8 ára gomul.
Nú eru nakrar vikur
síðani, at barnagarðar og
skúlaflokkar upp til og við
2. flokki fingu tilboði um
at síggja leikin. Tilboðið
er alment, og eisini onnur
enn tey í barnagørðum
og skúlum hava tikið av
tilboðnum.
Tað rúmast tvey hundr
að í høllini til hvørja sýn
ingina, og tað eru bara
onkur hendinga pláss eftir
til onkrar sýningar. Hvørjir
møguleikarnir eru fæst at
vita á 229636.
Tey pedagoglesandi eiga
allan leikin, sum hann er.
Fyrr í heyst fóru tey undir
at skriva og yrkja leikritið,
sum verður nevnt Loynilig
jól, og sum snýr seg um børn
og eina øðrvísi nissuverð.
Seinastu tvær vikurnar hava
tey saman við lærarum í
handaligu lærugreinunum
vant leikin, syrgt fyri bún
um, pallmyndum, ljósi og
øllum tí, sum hoyrir til ein
sovornan leik.
Leikurin verður spældur
kring alla høllina, og harvið
fara børnini at uppliva
tíman, sum leikurin gongur
fyri seg, tættan, spennandi
og hugnaligan.
Skúlar, barnagarðar og
onnur kring alt landið hava
keypt atgongumerki, og tí
verða tað heilt víst nógvir
blaðungir føroyingar á ferð
til og úr høvuðsstaðnum og
í Havnini í næstu viku.
Umframt at vera við
komandi verkætlan í peda
gogútbúgvingini so tænir
leikurin sum fíggjarligt
grundarlag undir lestrar
ferðini, sum pedagoglesandi
sambært ásetingunum skulu
fara uttanlands. 3. p fer hesa
lestrarferðina fram ímóti
sumri, tá ið tey hava verið í
starvslæru ella praktikk.
3000 børn til jólaleik á Frælsinum