fríggjadagur 24. november 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 228 - 24. november 2006
tíðindi
Yrkingar á fløgu
Carl Jóhan Jensen gevur út eina fløgu við
yrkingum, sum hann kallar ”September í
bjørkum sum kanska eru bláar”
LIST
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Tað er forlagið Sprotin, sum saman við Tutl gevur
fløguna út. Yrkingar verða tó eisini givnar út á prent.
Í hesum sambandi verður bjóðað til móttøku í kvøld
klokkan 19 í Meiarínum í Tórsgøtu. Har fer Carl Jóhan
at lesa upp í yrkingasavninum. Hetta er fyrstu ferð, at
yrkingar verða givnar út á fløgu í Føroyum.
- Eg vildi fegin royna hetta, tí at tað ongantíð er gjørt
fyrr, sigur Carl Jóhan og flennir.
- Tað er øðrvísi at hoyra eina yrking lisna upp,
enn um tú lesur hana. Tú kanst samanbera tað við at
lesa tónleik á einum tónaarki. Tað gerst ikki veruliga
livandi, fyrr enn tú hoyrir tónleikin. Tað er á sama hátt
við yrkingum. Tónalagið hevur sera stóran týdning fyri,
hvussu vit fata orðini, sigur Carl Jóhan.
- Eg havi arbeitt við hesum samstundis, sum eg
arbeiddi við bókini ”Ó”. Tað vil siga, at summar
yrkingar eru um átta ára gamlar. Tó havi eg hugt alt í
gjøgnum aftur og endurnýggjað tær, sigur Carl Jóhan
Jensen, sum nú kann hoyrast á fløgu.
Carl Jóhan Jensen
Skipið ”Explorer”,
sum skal hýsa
póllendingunum,
sum skulu arbeiða
á Skipasmiðjuni
á Skála, fann í
sínari tíð sokna
marglætisskipið
Titanic. Explorer var
eitt rannsóknarskip,
men hevur nú mist
siglingarloyvið
SKIPASMIÐJAN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Póllendingarnir, sum koma
til Skála at arbeiða á Skipa
smiðjuni, skulu búgva á
einum hotellskipi. Talan
er um ”Explorer”, sum er
leigað frá einum donskum
felag. Skipið hevur ikki
siglingarloyvi longur, og
varð tað tí sleipað til Før
oyar.
Fólk á Skipasmiðjuni
greiða frá, at hetta skipið
var eitt av teimum, sum
funnu Titanic. Sosialurin
hevur roynt at fingið hesar
søgur váttaðar. Stjórin á
Skipasmiðjuni,
Gunnar
Mohr, sigur fyri vist, at
Explorer fann Titanic.
- Jú, eg havi eisini
hoyrt hasa søguna. Tað
skuldi verið hald í henni.
Agenturin fyri felagið,
sum vit leigaðu skipið frá,
fortaldi okkum, at hetta var
skipið, sum fann Explorer,
sigur Gunnar Mohr.
Tað vóru trý skip, sum á
einari rannsóknarferð, funnu
sokna
marglætisskipið
Titanic. Explorer var eitt
rannsóknarskip, tá ið tað
sigldi. Nú er skipið ikki í
so góðum standi og hevur tí
mist sigliloyvið. Menninir
á Skipasmiðjuni arbeiða
umborð, so at umstøðurnar
verða betraðar til tess at
póllendingarnir
skulu
búgva væl.
Í gjár klokkan 17 varð
bjóðað til tíðindafund
í Nurðourlanda
húsinum. Har var
myndaupptøkan
”Evergreen” lýst. Tað
er listarfólkið Eva
Koch úr Danmark,
sum hevur gjørt
upptøkuna
LISTARFRAMSÝNING
Orð & myndir:
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Eva Koch er útbúgvin á ”Det
kongelige danske Kunst
akademi” og ”Facultad
de Bellas Artes” í Spania.
Framsýningin ”Evergreen”
verður at síggja inntil 13.
desember í Norðurlanda
húsinum.
Myndaupptøkan “Ever
green” snýr seg um bólka
trýst og um óndskapin, ið
býr í menniskjanum. Fólk
kunnu beinleiðis útihýsa
ein persón.
Myndaupptøkan er leik
stjórnað í tí vakra lands
lagnum í Føroyum. Upptøk
urnar eru gjørdar í Syðra
dali.
Hetta er ein sjálvævissøga,
og er tað orsøkin til, at
tað varð leikstjórnað í
Føroyum. Tó eru happing
og bólkatrýst evni, ið øll
kenna.
Myndaupptøkan er ein
yvirlitsupptøka; frá havinum
yvir ímóti sjóvarstrondini,
yvir landið, framvið nøkr
um húsum, eina lítla bygd,
nøkur rópandi børn, ið
kasta steinar, flytir seg
víðari yvir landið, fangar
eitt einsamalt barn, ið
sleppur sær til rýmingar,
heldur áfram ímóti hinari
sjóvarstrondini, ímóti hav
inum og vendir síðani aftur
yvir landið.
Ljóðið er veruligt, fugla
sangur, havsins sjóð í tí
stóra rúminum, eirindaleysu
rópini frá børnunum og tey
skjótu fetini frá barninum,
ið sleppir sær til rýmingar.
Ein einfald, veruleikakend
og neyv ringrás, ið slær
ring um frummyndarligar
endurminningar, sum fara
fram millum menniskju
gjøgnum alt lívið, bara á
ymiskan hátt.
Hotellskipið á Skála fann Titanic
Evergreen í Norður
landahúsinum
Hotellskipið hjá póllendingunum, Explorer, fann sokna
marglætisskipið Titanic í sínari tíð
Eva Koch bjóðaði fólkið vælkomin og greiddi eitt sindur frá
myndaupptøkuni Evergreen
Eva fekk vitjan av nøkrum næmingum úr Vestmanna skúla í gjár
Mynd úr filminum Evergreen. Hann er um
happing