Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 228 - 24. november 2006 Graham Steward, nýggur nevndarlimur í Føroya Banka Oljustjóri avloysir oljustjóra í Føroya Banka nevnd Stjórin í oljufelagnum Faroe Petroleum, Graham Steward varð á eykaaðalfundi í dgjár valdur nýggjur nevndarlimur í Føroya Banka. Landsins størsti banki, Føroya Banki, hevur eftir øllum at døma ikki mist trúnna uppá eina føroyska oljuvinnu, skulu vit døma eftir valinum av nýggjum limi í nevnd bankans. Ein oljustjóri loysir ein annan av. Rúni Hansen, stjóri í Statoil ynskti at fara úr nevndini, og í hansara stað hevur Føroya Banki í dag valt ein annan oljustjóra, Graham Steward frá felagnum Faroe Petroleum í nevndina. Ein kann eisini siga, at bankin við hesum vali hevur valt at víðka um sjónarringin, tí Graham Steward hevur sín dagliga arbeiðsdagi í Stórabretlandi. Graham er fuglfirðingur og hevur í mong ár arbeitt í útlendsku oljuvinnuni. Komandi mikukvøld 29. november kl. 19.30 skipar Amensty International, Før­ oya Deild fyri filmstiltaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Heimskendi og spildurnýggi filmurin um amerikonsku fangaleguna á Cuba gongur sum eldur kring allan heim. Nú verður so eisini høvi hjá føroyingum at síggja hann. Í sambandi við filmin verður eisini stutt framløga, har umboð fyri Amnesty fara at greiða frá. Sí annars samrøðu við skrivaran í Am­ nesty, Margrethu Nónklett í Vikuskiftinum í dag. Øllum kunnugt eru stór­ar rembingar um fólka­skúlan í hesum døgum. Tann yvir­ ornaði breiði spurn­ing­urin er: ”Er fólkaskúlin nóg góður”? Tá ið svarið frá nógvum síðum tykist at vera nei, er annar spurn­ ingur sera relevantur: ”Skulu fólkaskúlin og Menta­­málaráðið sjálvi gera neyðugar tillagingar, ella skulu onnnur koma aktivt inn á økið”? Her verður m.a. hugsað um: skulu børn í skúla 6 ára gomul, frískúlar (”privatskúlar”) og um at leggja skúlan út til kommunur at reka. Evnið er sum vera man umfatandi og neyvan ber til at koma út í allar krókar. Men Suðurstreymoyar Javn­ aðarfelag hevur kortini sett sær fyri at taka hetta stóra mál upp á almennum tjakfundi. Hann verður týskvøldið 28. november kl. 20 í Miðla­ húsinum í Vágsbotni við stuttum framløgum frá ein­ um paneli umboðandi fólka­ skúlan, dagstovnar, Menta­ málaráðið, kommunurnar, Løgtingið og Vinnuhúsið. Orðið er so eisini fritt. Tey, sum manna pall­ borðið, eru: Hanus Joensen, skúla­ stjóri í Tórshavnar komm­ unuskúla. Gudrun W. Rasmussen, dagstovnaleiðari,Vinnuhú sið. Heðin Mortensen, borg­ ar­stjóri og formaður í Kommunusamskipan Før­ oya. Olaus Jespersen, deildar­ leiðari, Mentamálaráðið. Andrias Petersen løg­ tingsmaður, formaður í mentanarnevndini. Orðstýrari:  Óluva Zacharia­sen Í sambandi við at eitt av okkara starvsfólkum hevur sagt seg úr starvið, verður við hesum søkt eftir einum pedagogum/lærarum ella hjálparfólk- um at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 22 tímar um vikuna. Um umstøður verða til tað, er møguleiki fyri, at starvið seinni kann verða uppnormérað til longri arbeiðstíð, um hetta hevur áhuga hjá viðkomandi starvsfólki. Sóknast tú eftir einum ungum og livandi starvsumhvørvi? So er Virkishúsið fyri Ung í Klaksvík kanska júst arbeiðsplássið til tín. Virkishúsið er fyri ung millum 10 og 18 ár. Ætlanin er at bjóða ungdóminum eitt breitt úrval av ítrivs- og frítíðarmøguleikum millum kl. 15.00 og 22.00 hvønn gerandisdag. Umframt hetta er eisini ætlanin at hava verkstaðir av ymiskum sløgum í vikuskiftunum. Umsøkjarin má tí rokna við eisini viðhvørt at arbeiða í vikuskiftunum. Vit væntað, at umsøkjarin - hevur áhuga í at arbeiða við børnum og ungum - kann arbeiða sjálvstøðugt - er eldhugaður og jaligur - kann vera íbirtari og hevur skapanaráhuga - hevur góð samstarvsevni - kann saman við leiðaranum skipa fyri tiltøkum til frama fyri børn og ung - fylgir við og kunnar seg um menning á økinum Vit kunnu m.a bjóða - eitt ungt og livandi arbeiðsumhvørvi - ávirkan á egið starvspláss - skiftandi arbeiðstíðir - pláss fyri persónligari menning - fjølbroyttar arbeiðsuppgávur Setanarviðurskifti - størvini verða lønt í sambært sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya): • Pedagogar / lærarar, lønarstig 10-16 • Hjálparfólk, lønarstig 1-5 - verður at tola bygnaðarbroytingar Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Beintu Árnadóttir Gregersen á telefon 458510 ella 281810 Umsóknir, saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum, skulu verða Virkishúsinum, Klaksvíksvegur 57, 700 Klaksvik í hendi í seinasta lagi 11. desember 2006. Virkishúsið fyri Ung Klaksvíkar Kommuna / Virkishúsið fyri Ung Pedagogur / lærari ella hjálparfólk til Virkishúsið fyri Ung Filmurin ”Vegurin til Guantánamo” í Miðlahúsinum Guantánamo,fangalegan á Cuba Stórur fólkaskúla­ fundur í Miðla­ húsinum