fríggjadagur 24. november 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 228 - 24. november 2006
Mikines 100
Í
vikuni
kom
snotuligi
Listaskálin í Havn enn einaferð
til sín rætt, tá borðreitt varð
við eini samanblanding av list,
tónleiki og vælvaldum orðum.
Tá varð stórverkið og kanska
eitt tað størsta einstaka bókaverk
givið út á føroyskum alment víst
fram – bókin um okkara fræga
listamálara,
Sámal
Joensen-
Mikines, sála.
Tað
var
sjálvur
mentamálaráðharrin, Jógvan á
Lakjuni, sum hevði boðið til hesa
stórfingnu móttøku. Har vóru
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
og Heðin Mortensen, borgarstjóri
umframt tey fólkini, sum hava
staðið
fyri
hesi
nýggjastu
bókaútgávuni um Mikines. Tey
eru sonur Mikines, Kári Mikines,
lækni, Einar Matthiasson og
Erna Sørensen, bókaforleggjarar,
Aðalstein Ingólfsson, rithøvundi
og Lissi Joensen. Millum tey
mongu innbodnu var eisini Bárður
Jákupsson, sum hevur gingið
rithøvundanum til handa. Bárður
skrivaði eisini bók um Mikines,
sum kom út í 1990.
Bókin ”Mikines 100” verður
givin út í sambandi við, at tað
eru 100 ár síðani, at listarmálarin
varð føddur.
Á samkomuni í Listaskálanum
spældi Sámal Petersen nøkur løg
uppá violin. Eisini sang Sanna
í Brekkunum við undirspæli av
Martin Restorff Jacobsen. Her var
talan um tónleik, sum Mikines,
sáli hevði stóran alsk til.
Mikines 100
Myndir. Jens Kristian Vang
- Tað at Føroya fyrsta
professionella
listafólk,
Sámal Elias úr Innistovu í
Mykinesi, kom heimaftur,
eftir at akademitíðin í Keyp
mannahavn var av, var ein
fráboðan um, at nýskapandi
list skuldi gerast ein sam
felagstáttur í Føroyum.
Skaldskapin høvdu vit altíð
haft, men aðrar listagreinar
skuldu sum frá leið gerast
ein nýggj dimensjón í
mentan okkara. Hetta var
í 1932, og líta vit afturá,
mega vit ásanna, at tíðin
var ikki rættiliga búgvin
enn. Hesa ásannan eiga vit
at leggja okkum í geyma.
Hóast hesin ungi lista
maðurin møtti bæði vælvild
og virðing ímillum manna,
bar ikki til hjá honum at
støðast í Føroyum. Her var
ikki eitt listaligt umhvørvi,
hann kundi trívast í, og
ongar avbjóðingar, hann
kundi mennast av. Sum frá
leið fór hann at kenna seg
einsamallan og avbyrgdan.
Endin varð, sum kunnugt,
at hann gjørdi av at fara
av landinum aftur og
búseta seg í stórbýnum, og
fjórðingsøld skuldi ganga,
áðrenn eitt rættiligt listaligt
umhvørvifór at mennast
her í Føroyum. Tað er tó
eingin, sum ivast í, hvaðani
íblásturin til myndirnar
kom frá. Her var tað ikki
stórbýurin men “periferiin”,
sum var avmyndað á lørift
inum. Tað tykist sum um,
at tað var tað tronga, tað
tunga, tað dapra, sum
kveikti meðan stórbýarinnar
víðskygni, breiðu karmar
og
listarliga
umhvørvi
Hátíðarlig Mikinesløta í Listaskálanum
Mikines setir Føroyar á heimsk
- Eg skal vegna Mentamálaráðið takka
forleggjara og høvundum hjartaliga fyri, at vit
við hesi stórtøknu og prýðiligu bókaútgávu
hava fingið eitt virðismikið íkast til hesa
tilgongd. Við hesum trimum útgávum á
føroyskum, donskum og enskum kann
kunnleikin um Mikines røkka til norðurlond
og eisini tann stóra ensktalandi alheimin
segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður á
samkomuni, tá bókin um Mikines varð løgd
fram. Hann segði annars:
Tey, sum hava staðið fyri útgávuni, til
samkomuna í Listaskálanum