fríggjadagur 24. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2006
27
tíðindi
- Í dag verður reistur
ein virðiligur varði
eftir eitt av størstu
listafólkum okkara
– Sámal Joensen-
Mikines. Slíkir varðar
hava alstóran týdning
– bæði fyri okkum,
sum nú liva, og fyri
komandi ættarlið. Tí
eru eingir varðar, so
kámast gøturnar, og
farvegurin eftir tey,
sum undan gingu,
tekur at hvørva segði
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður m.a., tá
nýggja bókin um
Sámal Joensen-
Mikines varð løgd
fram í Listaskálanum
í vikuni. Hann segði:
Mikines 100
- Mangt forvitnisligt er
skrivað um Mikines ígjøg
num árini, og hetta nýggja
bókaverk er eitt frálíkt íkast
til tær bøkur, ið áður eru
skrivaðar um listamannin.
Verkið
er
serstakliga
umfatandi og prýðiligt, tað
er ævisøga og greining í
einum, tað tekur samanum
og lýsir Mikines sera væl,
bæði sum menniskja og
sum listamann, og hartil er
tað ríkað við fotomyndum
og einum góðum úrvali av
listaverkum hansara.
100 ár eru liðin, síðan
Sámal
Joensen-Mikines
varð borin í heim í Mykinesi.
Hann kendi seg alt sítt lív
tætt knýttan at heimbygd
síni, oynni og fólkinum
har, og við lívsverki sínum
hevur hann givið okkum
eitt virðismikið og virðiligt
innlit í, hvat hetta var fyri
eitt samfelag í fyrru helvt av
farnu øld. Náttúruna hevur
hann lýst – eggjarnar, ið
daga ímóti luftini, bjørgini,
tað grøna grasið, brimið ið
brýtur á Kumlagrynnuni,
stormin og regnið. Alt hetta
er har enn, og tað verður
verandi, hvussu tíðir annars
broytast. Tað ber ikki til at
koma upp á oynna uttan
at hava pensilsstrokini hjá
Mikines í huganum.
Men hann málar eis
ini bygdina, húsini og
túnini, og tá er tíðin ein
táttur í dramanum. Hann
málar menniskjuni – hug
takandi andlitsmyndir av
mykineskonum og -monn
um. Hann málar konuna, ið
stendur á berligari strond
saman við børnunum og
eygleiðir skipini, ið seta kós
móti Íslandi. Hann málar
tey, ið eftir sita í angist og
bíða, og hann lýsir neyðina,
vónloysið og saknin, tá ið
deyðsboðini koma. Hann
lýsir sorgina, men eisini
vónina og trúnna.
Alt hetta eru ævigar
treytir,
ið
menniskjuni
hava at geva seg undir, og
sum øll rættilig listaverk
eru málningarnir hjá Miki
nes tíðarleysir. Men sam
stundis mega vit ásanna,
at lívið á útoyggj í fyrra
helmingi av 20. øld var
á allan hátt øðrvísi enn
nú. Í veruleikanum hava
vit ilt við at skilja hesi
menniskju, ið máttu takast
við náttúrukreftirnar undir
sera hørðum treytum.
Hvaðan fingu tey seiggið
og treystið? Í listini ber til
at nærkast eini sannførandi
lýsing. Samstundis sum
listaverkini hjá Mikines eru
tíðarleys, eru tey eisini ein
tíðarlýsing, ið kann hjálpa
okkum føroyingum til at
skilja okkara søguligu for
treytir og ásanna okkara
samleika.
Tað er av stórum týdn
ingi, at kunnleikin um
henda nýskapandi lista
mann ikki fánar burtur,
men verður hildin viðlíka
og mentur. Vegna Føroya
fólk takki eg forlagnum
Nesútgáfan fyri, at tað
tók stig til hesa glæsiligu
bókaútgávu. Og Aðalsteinn
Ingólfsson,
rithøvunda,
fyri megnararbeiði. Tað er
vón mín, at bókin vil gera
sítt til at spjaða kunnleika,
soleiðis at ungfólkið og
komandi ættarlið eisini fáa
høvi til at læra Mikines at
kenna segði løgmaður.
Virðiligur varði reistur
Sámal Joensen-Mikines
kortið
skapti umstøðurnar til at
virka í. Ov lítið samband
var millum kelduna til
íblásturin, Føroyar, og til
neyðugu virkiskorini, Keyp
mannahavn.
Almennur mentapolitikk
ur snýr seg m.a. um at
skapa karmar og umstøður
so góðar sum til ber, til
tess at listin ikki bert
kann kveikjast men eisini
búnast og mennast. Tað
er av størsta týdningi fyri
eina og hvørja tjóð, at tær
kreativu kreftirnar kunnu
trívast. Fyri land okkara er
tað umráðandi, at so mong
listafólk sum møguligt
kunnu og vilja støðast her
heima.
Men eitt er at skapa list,
annað at gera hana kenda
– at breiða út kunnleika um
listina, ímillum manna, men
eisini til onnur lond. Um
listin skal ikki einans vera
bundin at síni samtíð og
tí ættarliði, hon er sprottin
úr, men eisini røkka víðari
til komandi ættarlið, má
eitt áhaldandi kunnandi
arbeiði gerast. Vit ynskja
ikki, at William Heinesen,
Mikines og Ingólvur av
Reyni og allir hinir mongu
listamálarar okkara skulu
fara í gloymskuna, Teir
skulu framvegis vera ein
partur av samleika okkara og
av teirri mynd, umheimurin
hevur av Føroyum.
Eg skal vegna Menta
málaráðið takka forleggjara
og høvundum hjartaliga
fyri, at vit við hesi stórtøknu
og prýðiligu bókaútgávu
hava fingið eitt virðismikið
íkast til hesa tilgongd. Við
hesum trimum útgávum á
føroyskum, donskum og
enskum kann kunnleikin
um Mikines røkka til
norðurlond og eisini tann
stóra ensktalandi alheimin.
Hetta fegnast vit um. Enn
einaferð tøkk øll somul!
Kári Mikines um nýggja stórverkið um pápan:
– Vóni tað kann gagna
Føroyum úti í heimi
Stórur áhugi var
fyri nýggju bókini
Løgmaður fær handað fyrsta eintakið av bókini
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, við nýggju bókini
Tað var ein sera fegin og
vælnøgdur sonur Sámal
Joensen-Mikines, sum varð
hjástæddur, tá stórverkið
um pápan varð lagt fram
í Listaskálanum í vikuni.
Kári Mikines sigur við
blaðið eftir samkomuna,
at hann var ovfarin av at
síggja, hvussu nógv fólk
vórðu við til hesa lítlu
hátíðarløtuna, og at bókin
eftir øllum at døma varð
so væl móttikin. Hann er
eisini sera fegin um og
errin av at hava fingið høvi
at arbeiða saman við so
dugnaligum og ágrýtnum
fólkum sum teimum, ið
hava gjørt hetta bókaverk til
veruleika. Hetta er so fyrstu
ferð, at ein bók er skrivað
á enskum um Mikines og
vónar Kári, at hetta kann
hava við sær, at listin hjá
Mikines kann koma longur
út í heim – koma á tað
listarliga heimskortið - og
harvið eisini vera við til at
gera Føroyar kendar millum
listamálarar og listaáhugað
aðrastaðni.