Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 228 - 24. november 2006 Við rituvíkinginum Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingi á kombikkaráðstevnu í Alaska í juli-august, 2006 Endamál við ferðini: Luttøka á vísindaligari ráðstevnu Sponsorar: Statoil Færøyene A/S og Vísindagrunnur Føroya Sparikassa 4. OG SEINASTI PARTUR. Ein útferð niðan í fjøllini. Ráðstevnan heldur fram og endar Triði ráðstevnudagur. Fyrrapartin standa seks fyri­ lestrar á skránni um evo­ lutión í ymsum londum. Síðan koma fýra fyrilestrar um “slag-gerð”. Má her nevna íslendaran Bjarna Jóns­son frá Hólum. Í Ís­landi gongur eisini ein um­fatandi gransking í kom­bikkum fyri seg. Teir hava fleiri verkætlanir sam­ an við amerikanskum uni­ versitetum, t.d. Stanford. Har koma seks fyrilestrar um evni kropsskap og varia­ tión í útsjónd. Til seinast tvinnir fyrilestrar um lívs­ søgu. Har er eisini íslendski granskarin Eik Elfarsdóttir, ið greiðir frá tí óvanliga fjølbroytninum í umhvørvi hjá kombikki í íslandi – serliga viðvíkjandi hita og salti, ið so aftur gevur ein hóp av ymsum variantum í útsjónd hjá kombikki. – Og har er tað, at setast skal inn, um finnast skal fram til, t.d. hvat tær ymsu ílegurnar gera í hesum sambandi. Aftaná náttverða er “Post­ er Session” á skránni. Har eru tilsamans 23 postarar settir upp. Her er høvi at hitta ymisk vísindafólk á máli og tosa nærri um teirra gransking innan serstøk evni. Fjórði og fimti ráðstevnudagur. Útferð. Ráðstevnan endar Dagurin byrjar við fýra teim seinastu fyrilestrunum í røðini frá í gjár. Síðani eigur evnið fiskasjúkur tørn. So fer at nærkast til Glenn og eg skulu halda okkara fyrilestrar. Eg fái heiðurin at leggja fyri við føroysku kanningunum. Síðani Glenn við sínum norsku. Vit fáa báðir positiv kompliment fyri fyrilestrarnar, umframt viðkomandi spurningar. Har­næst Ongland og Týska­ land seinast. So var liðugt. Har verður eitt skjótt ábit, vit fáa stóran matpakka útflýggjaðan, so fara vit eina langa útferð –við ein­ um stórum gulum bussi. Hetta er sami skúlabussurin, ið vit nýta til koyring um morgnarnar. Inni í bussinum standa reglur fyri, hvussu skúlabørn skulu uppføra seg: ....”no spitting, no swear­ ing”...(ikki loyvt at spýta, ikki loyvt at svørja...!). Ferðaleiðari er Dr. Micha­ el Bell. Ein vælupplagdur, stuttligur og tíðindafróður granskari frá Stony Brooks Universitetinum. Leiðin gongur fyrst fram­ við fleiri av teimum vøtn­ unum, ið hava verið nýtt at taka sýni frá til kanningarnar í Alaska og á teimum gransk­ ingarstovnum, ið hava verið knýttir til hesi sýni. Vit koma eisini at vera hjástødd, meðan teirra fellur verða tiknar upp. Fáa ein varhuga av, hvørjir varianter eru í hesum landinum. Vit fáa eisini sæð, hvussu landslagið skiftir, so hvørt við nærkast hálendinum. Har eru fossar, stórar áir. Einastaðni síggj vit eina ørn. Tann stóri guli bussurin sjaggar longur niðan. Vit koma líka niðan í Hatcher Pass, har eitt gull-nám var í farnu øld. Her var eitt heilt samfelag, við skúla og nógvum arbeiðsfólki. Staðið verður nú nýtt til ferðafólk, alt árið runt. Um veturin er her eitt vælumtókt skístað. Vit steðga eisini til ein kvøldardøgverða og fáa tikið samanum alt, ið er farið fram um dagin. Enn einaferð má skyld­ skap­urin við plantur her og á okkara leiðum sann­ ast. Her eru vanligur berja­ lyngur við svartberum; men við tað at so at siga eingi dýr ganga á biti, so nærkast vøksturin í støðum kjarri. Eitt einstakt ground squirrel – eitt lítið gnagdýr fær heilsa uppá okkum; men ávaringarskelti standa uppi, ið biðja okkum lata vera við at geva teimum føði... Avtalan var, at vit skulu vera aftur í Anchorage umleið á midnátt. Klokkan verður tó hálvgum eitt, áðrenn vit eru frammi. Vit hava upplivað og sæð ein hóp av villari náttúru, plantu- og dýralívi. Men nú kemur ein hending, ið kom eitt sindur óvæntað og nakað ið eg ikki havi roynt fyrr á henda hátt. Støðan er tann, at teir báðir týsku granskararnir Tobias og Sven hava spurt Glenn um, tað kundi verið ein møguleiki at fingið nakrar serlig sýni úr teim­ um kombikkunum, ið vit fóru at fáa úr fellunum. Jú, tað var gamaní, hevði Glenn sagt. Hevði tí avtalað við eina royndarstovu við UAA um at fáa atgongd og at taka sýnini har. Ikki bara sum at siga tað, tí tað kravdi avrit av passi, loyvir, avtalu við vaktarliðið osfr. Eg játtaði eisini at vera við til dissektiónirnar, ið skuldu gerast. – So tá ið vit komu aftur til Anchorage gekk leiðin beint til ar­beiðis. Vit kláraðu allar upp­­skeringarnar til kl. seks á morgni. – Tá høvdu vit haraftrat funnið fram til ymisk viðurskifti, ið ikki vóru sædd í Alaska fyrr í sambandi við ymsar fiskasjúkur. Tí avráddu vit, at Glenn skuldi geva “breaking-news” við fyrstu kunning um morgunin. Ein hálvan tímas blund. So aftur til fyrilestrar. Seinasta røðin, seinasti dagur. – Má viðganga, at út á fyrrapartin kom linheitin spakuliga sníkjandi –so áhugaverd annars evnini vóru. Spákaði tí ein túr omaná bókasavnið. Setti meg við einari bók í ein stól – og fekk ein sitandi lúr í einar 20 minuttir. Tað hjálpti. Kláraði so restina av degnum. Íroknað “banquet” ella fráfaringarveitslu, ið skuldi vera um kvøldið. Har var eisini ein framførsla fra upprunafólkinum. Eitt slag av trummudansi, ið minti ikki sørt um tann grønlendska. Bara tað, at her sungu og dansaðu fleiri i senn. Eisini børn, øll íløtin sera litríkum klæð­ um. Vit fáa so hvørt greitt frá sagnum og søgum úr mentan teirra. Her er talan um nógvar ymsar ættar­ bólkar, ið hava búð her á leið. Hetta hoyra vit somu­ leiðis um. Aftaná hesa mentanar­ sýning kom ein heiðursløtu fyri einum fráfarnum pro­ fessara á staðnum. Ráðstevnan “The 5th International Conference on Behaviour and Evolution, Anchorage Alaska”, var at enda komin. Tann sætt í røðini er av­talað at verð hildin í Leicester í Onglandi um trý ár. Tá verður spennandi at síggja, hvat fyri framstig innan vísindina eru komin í nýtsluni av tí ørandi møguleika, ið liggur í tí viðopna arvastreinginum hjá kombikki, Gasterosteus aculeatus, ið nú er at­komuligt á alnótini fyri ein og hvønn áhugaðan (http://www.ensembl.org/ Gasterosteus_aculeatus/ index.html.) Fráferð. Vit síggja elgar (“the moose”)! Dagin eftir ráðstevnuenda er fráfaringardagur fyri nøkur, meðan onnur hava gjørt av at hyggja nærri at hesum stórsligna landi, við so nógvari órørdari náttúru. Eg skal náa heim til ein familjuføðingardag og skal heim annan dagin eftir. Fari tí eitt legg oman í down- town Anchorage at finna tinganest o.a. Afturkomin til East Hall, síggjast fleiri ráðstevnuluttakarar á veg avstað. Nakrir ungir svenskarar skulu niðan í fjøllini á teltferð – at hyggja at bjarnum! Hava tikið við sær bjarna-spray v.m. Eik úr Íslandi skal einsa­ møll á tvær vikurs bilferð norðureftir. Á allari ráðstevnuni eru vit vorðin ávaraði um, at elgar alla tíðina koma oman úr fjøllunum og kunnu loypa á, um teir kenna seg hóttar. Ein dagin var ein elgmamma sædd við kálvi – tá kunnu tær vera agressivar. Sama er við tarvum, ið berjast við aðrar. Teir kunnu leggja beint á fólk. Ringast skal vera um veturin í djúpum kava. Tá kunnu teir við sínum longum beinum vera heilt vandamiklir, tí teir koma so nógv lættari fram, kunnu fáa fólk aftur – og trampa tey niður. Tí hava vit verið ikki sørt forvitin eftir at sloppið at sæð hesi hábeintu, prúðu – og viðhvørt hættisligu dýr. Nú var fráfaringardagurin nær og onki røktist fyri hesum, so hesum hevði eg Hugleiðingar og ferðafrásø Michael Bell við einari nýupptiknari kombikka-fellu Alaska-kombikk. Hiðani var grundarlagið tikið til kortleggingina av arvastronginum