fríggjadagur 24. november 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2006
29
bara slept og hugsaði ikki
meira um.
Knappliga kemur róp í,
meðan nøkur eru á veg í
mini-bussar. Har stendur
ein elgur bara 200 m frá
East Hall –har vit búgva!
Tað er ein mamma við
tveimum kálvum! – Vit
eru eini 4-5, ið ikki kunnu
stýra forvitninum og fara
tí varisliga gangandi móti
stórdýrunum.....
Jú, har standa tey, nakað
inni millum trøini, nær við
eina gøtu. Tyggja leyv frá
trøunum – ið tey røkka væl
til á sínum longu beinum.
Vit fara spakuliga nærri.
Fara tey at loypa á? Vit
fáa tikið okkara myndir,
eitt
sindur
ristandi
á
hondunum. – Tað vísir seg,
at hendan mamman er ikki
bangin um sínar kálvar. Teir
eru næstan hálvvaksnir,og
kanska hugsar hon sum so,
at “teir skulu nokk klára
seg sjálvar”?
Í hvussu er og ikki, so
koma vit til eina frástøðu
uppá einar 50 metrar, uttan
at nakað hendir. – Enn
ein spennandi uppliving í
hesum velduga landi – mitt
inni
í
høvuðsstaðnum,
Anchorage!
Alaskaferðin, ið bert
hevur vart í 8 dagar er
við at fáa ein enda. Tað
er ótrúligt, at til ber at
fáa sætt so nógv uppá so
stutta tíð. Ráðstevnan í sær
sjálvum var eitt stórt fakligt
upplivilsi eisini. Nýggjastu
úrslitini eru framløgd innan
gransking í einum av minstu
fiskunum – men kanska
við teim størstu og mest
áhugaverdu úrslitunum!
Eitt er tey vísindaligu-
fakligu úrslitini ið liva sítt
lív, bæði nú og víðari fram.
Eitt annað er, at í samveru
við tílík vælútbúgvin og
kultiverað fólk fært tú eisini
ein hóp av aðrari vitan enn
tí fakligu. Tey flestu eru
opin og áhugaði í nógvum
øðrum enn júst tí fakligu.
Tú fært nógv at vita um
siðir og skikkir í teirra
heimlandi. Hendan vitan
verður givin við toleransu,
fyriliti
og
umhugsni.
Umframt týdningarmiklu
vísindaligu kontaktirnar,
verða eisini ymisk vinar
bond knýtt, ið lætta um
framtíðar samskifti. Við at
eygleiða tílík fólk í práti
eisini, so gerst tú skjótt
greiður yvir, at kanska
eitt hitt besta amboðið til
linna, frið og samstarv í
heiminum er gjøgnum
vísindaligt samstarv og
upplýsing á øllum stigum.
Tú sært fólk frá londum, ið
nýliga hava verið í kríggi
tosa siðiliga saman. Ja,
enntá skemmta og og flenna
saman. Til dømis japanar
og kinesarar, har tú trúði
støðan framvegis var spent;
men nei, ongin trupulleiki í
hesum fakliga høpi. Heldur
ikki uttan fyri fundirnar.
Mín niðurstøða frá hesari
stuttu ferð míni í fjarskotna
Alaska er tí tann, at ein
væleydnað vísindalig ráð
stevna førir eina rúgvu av
positivum tingum við sær.
– Hetta hava helst nógv
onnur enn eg funnið útav,
og lat meg tí gevast her
– sjálvt um hópur av øðrum
kundi verið drigið fram.
Tær føroysku kanning
arnar av kombikki eru
farnar fram á Fiskirann
sóknarstovuni, har eitt opið,
livandi og inspirerandi
fakligt umhvørvi til alt
slag av fiskakanningum
er at finna. Eg takki teim
um hervið mangar ferðir,
eins og teimum, ið fíggj
aðu kanningarnar: Olju
málaráðnum, Statoil Færøy
ene A/S og Vísindagrunni
Føroya Sparikassa.
øgn frá eini ALASKAFERÐ
Hatcher Pass við Gold Core Mine – eitt gullnám frá farnu øld
Bólkur av upprunafólki, ið sýnir fram sang og dans.
Eitt fitt, lítið “ground squirrel”. Eitt gnagdýr, ið livir í
fjallalendi. Minnir kanska nakað um ein íkorna
Elgmamman gevur kálvinum burturav leyvinum, ið hon hevur
fingið fatur á. Hetta er 200 m frá, har vit búgva í East Hall!