Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 228 - 24. november 2006 tíðindi Í gjárkvøldið varð avdúkað, hvør ið hevur havt ta bestu framførsluna í sangkappingini “Boksin”. Og tað var unga gentan úr Sørvági, Tórfríð Tavsen, sum streyk avstað við fyrsta plássinum. Sangkapping Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Boksin er ein sangkapping, sum hevur ferðast kring land­ið. Boksin hevur stað­ið í Telebúðinum í Tórshavn, Klaksvík, Mið­ vági, Tvøroyri og Salt­an­ gar­á. Kappingin er skipað so­leið­is, at tú trínur inn í eina afturlatna boks, og her leggur rødd til ein kendan sang. Tín framførsla verður upptikin á video, og síðan met­ir ein dómsnevnd um tí framførsla er nóg góð, at fara víðari í eina finalurundu, sum gong­ur fyri seg á alnótini. Dóms­ nevnd­in velur fimm tær bestu framførslurnar út frá hvørj­um øki, og hesar verða lagd­ar á síðuna http://www. oli­vant.fo/boksin. Klokkan var júst farin av 20, tá ið dyrnar vórðu latnar upp inn í salin í Havn­ ar Bio. Føroya Tele hevði skip­að soleiðis fyri, at av­dúk­ing­in av vinnaranum í sangkappingini Boksin varð løgd saman við frum­sýn­ing­ ini av nýggja James Bond filminum “Casino Royal”. Salurin var á trem­ur við fólkið, sum høvdu leit­að sær inn í Havnar Bio hesa spennandi løtu. Sang­kapp­ ing­ini fór av bakkastokki tann 23. oktober, og nú ein mánað aftaná, kundi vinn­ar­ in skírast. Avdúkingin Kári Annand Berg var mað­ ur­in, sum skuldi avdúka vin­na­ra­rn­ar. Fyrst handaði hann Drós R. Joensen og Lai­la Pætursdóttir hvør sína X-Box, sum var vinn­ ing­ur­in fyri triðja plássið í kappingini. Valborg Jo­­hann­ en­sen fekk annað plássið, og fyri tað fekk hon eina far­teldu. Síðan var spennandi løtan kom­in. Nú skuldi vinnarin av­dúkast. Og vinnarin av “Bok­sin 2006” gjørdist Tór­ fríð Tausen úr Sørvági. Eitt sind­ur smæðin kom hon upp at taka ímóti einum kekki áljóðandi kr. 15.000. Áskoðararnir fingu høvi at síggja hennara framførslu á stóra skíggjanum í Havnar Bio, og var hetta sjón fyri søgn – Hon er ein ófør song­ kvinna. Hon sang kenda lagið “The Final Countdown”, og hetta sang hon somikið væl, at føroyingar hava avgjørt, at hennara framførsla var tann besta av øllum. Fyriskipararnir væl nøgd­ir Eini 180 framførslurnar hava sungið í Boksini. Heili 2700 føroyingar hava sms´a tann ið tey halda verða best. Kári Annand Berg, fyri­skip­ ari, sigur at tey á Før­­oya Tele eru sera væl­nøgd við til­tak­ið. --Tá eg kom heim í gjár­kvøld­ið var eg sera glað­ ur. Alt hevur ging­ið eftir ætlan, og har er onki at seta fing­ur á, greiður Kári frá. -Eg haldi, at við hesum tiltakið hava vit broytt ímyndina av Føroya Tele millum tey ungu. Vit hava merkt, at sera nógv ung hava flokkast um tiltakið, so hetta er avgjørt eitt til­tak sum verður endutikið kom­ andi ár, sigur Kári Annand Berg at enda. Tú kanst síggja fram­før­ slur­nar hjá Torfríð og øllum øð­rum við at kaga inn á heima­síð­una hjá Boksini. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í einum stuttum boðum á kjak.fo í morgun boðar Rasmus Rasmussen nú fyrrverandi gittarleikari í Makrel frá, at hann gevst í bólkinum, ið hann hevur verið ímyndin av seinastu árini. Hey øll. Eg boði hervið frá, at eg av persónligum ávum ikki longur kann spæla við í Makrel. Eg vil takka hinum lim­un­ um í Makrel fyri samstarvið gjøg­n­u­m árini. Eg takki somuleiðis okkara fjepparum fyri stuð­ u­l­in. Alt tað fagrasta, Rasmus Rasmussen. Soleiðis ljóða stuttu boð­ ini, ið Føroya besti git­t­ar­ leik­ari sambært AME, hev­ ur skrivað. Hetta er ein stór­ ur missur hjá Makrel, ið við serliga gittarspælinum hjá Rasmusi og messandi effekt­man­i­pul­eraðu rødd ini hjá Ára Rouch er vorðin eitt stórt navn í føroyskum tón­leiki. Hvørjar ætlanirnar hjá Ras­musi eru framyvir er ó­greitt. Tað hevur ikki borið til at fingið orð á Rasmus í morgun, men tað skilst, at tað er heilsustøðan, ið er orsøk til, at Rasmus nú gevst. Vónandi betrast heilsu­støð­an, so at hetta ikki er tað síðsta í vit hoyra frá hesum meistarliga gittar­leik­ara. Heldur ikki er greitt, hvat hendur við Makrel, tí bólkurin hevði ikki fingið boðini, tá ringdu til teir í morgun. Sang­ar­in Ári Rouch hevði onga viðmerking, tí hann einki visti um hetta. Makrel hevði Una R. Debess sum avloysara fyri Rasmus á konsertini, ið bólkurin spældi á Nord­ at­lant­isk Musikfestival í Keypmannahavn fyrr í heyst. Tá bar Rasmus seg und­an av heilsuávum, eft­ir at hann hevði verið fyri ógvisligum ágangi og morð­ hótt­an­um fyri sína kynsligu sann­før­ing. Rasmus var við til at stovn­ að Makrel og hevur við sín­ um serliga gittarspæli skapt ljóð­mynd­ina hjá Makrel, og tað er eingin ivi um, at hans­ ara avgerð um at fara úr bólk­in­um, fer at hava stóra á­virk­an á bólkin. Makrel er sprott­in burtur úr bólkinum Happy?, ið Rasmus og fleiri av hinum makrelunum spældu í. Bólkurin luttók á Prix Føroyum og hevði eitt lag á fløguni Grótføroyskt, á­ð­renn Rasmus fór burturúr. Hann byrjaði í staðin í Dia­ trib­es, meðan Happy? helt fram við skiftandi gittar­leik­ ar­um. Makrel hevur givið 3 fløg­ ur út, meðan Rasmus sum ein­stak­ling­ur hevur givið eina fløgu út Implosive frá 2002. Boksin – Vinnarin er Torfríð Tausen Rasmus gevst í Makrel