Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 24. november 2006 31 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Vænta vatnflóð Tað hevur regnað illa har suðuri í Noregi teir seinastu tíðina. Nógvar áir eru farnar upp um áarbakkarnar, og mynd­ ugleikarnir siga, at stór­ur vandi er fyri vatnflóð nógvastaðni um viku­skiftið. Tí hava teir sent út ávaring í vatnflóð í Telemark, Buske­rud, Østfold, Oslo og aðrastaðni. Mynd­ug­ leikarnir siga, at nógva­ staðni er vandi fyri, at vegirnir fara at standa undir í vatni, og at hetta helst fer at gera seg gald­ andi í bygdum og býum. Í støðum verður vatnflóðin helst tann størsta seinastu fimm árini. Klárt til kríggj Teir víðgongdu islamist­ arnir, sum hava tikið ræð­ið í meginpartinum av Somalia, hótta við at fara í heilagt kríggj við grannalandi Etiopia, tí etiopiska stjórnin styðjar somalisku stjórnina, sum islamistarnir berjast við. Tað fekk í gjár etiopiska forsætisráðharran, Meles Zanawi, at siga, at etiop­iski herurin hevur fyrireikað seg og er nú til reiðar at fara í kríggj við islamistarnar. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki kann kreppan ikki loysast við samráðingum. Nógvir eygleiðarar stúra fyri, at tað hvassa orða­ lagið kann enda við einum veruligum kríggi. Trussu- tjóvur tikin Amerikanska løgreglan hevur tikið ein mann, sum er skuldsettur fyri at hava stolið undirklæðir frá nógvum kvinnum. Løg­reglan sigur, at mað­ urin breyt inn í minst sjey íbúðir í statinum Iowa, og at hann stjól øll kvinnuundirklæðini, sum hann kom framá. Men mánadagin varð maðurin tikin. Talsmaðurin hjá løg­ regluni í Iowa sigur, at tað er ikki á hvørjum degi, at hon hevur eitt tílíkt mál. – Skuldsetingarnar eru so ófatiligar, at Putin kann ikki gera viðmerkingar til tær talsmaður forsetans Tann 43 ára gamli russarin Alexander Livinenko doyði í gjárkvøldið á sjúkrahúsi í London, eftir at hann var vorðin eitraður - Hasi svínini gjørdu av við meg, segði Alexander Livinenko í samrøðu við vinmannin Andrej Nekra­ sov, og sum verða endurgivin í bretska blaðnum The Tim­ es í dag. Tann 43 ára gamli fyrr­ verandi KGB-maðurin varð lagdur inn á eitt lít­ið sjúkrahús í London tann 1. november, og sjúku­eyð­ kennini bendu á, at hann var vorðin eitraður. Tann 17. bleiv hann fluttur til University College Hospi­ tal. Læknarnir har fingu beinan vegin illgruna um, at Alexander Livinenko var eitraður við tungevninum tallium, men teirri metingini sleptu teir kortini seinni. - Læknarnir gjørdu alt fyri at bjarga lívi hansara, men tað eydnaðist tíverri ikki, segði talsmaðurin hjá sjúkra­húsinum í gjár­kvøld­ ið. Alexander Livinenko fanst fleiri ferðir at russiska forsetanum, Vladimir Putin, og nú hann legðist sjúkur, var hann í ferð við at kanna, hvør gav boð um at myrða tíðindakvinnuna Onnu Politkovskaja fyri hálvum øðrum mánað síðani. Oleg Gordievskij, sum er fyrrverandi yvirmaður í KGB, og sum hevur búð í Bretlandi síðani miðskeiðis í áttatiárunum, sigur, at hann er ikki ovfarin av tí, sum hendi Livinenko, og hann ivast ikki í, at tað var russiska trygdartænastan, sum beindi fyri honum. - Teir hava koyrt eitt sera vandamikið eitur í teið, sum hann drakk, og hetta var eitt gott dømi um, hvussu KGB beinir fyri sínum fíggindum, sigur Oleg Gordievskij við The Times. Nakrar tímar áðrenn Alexander Livinenko gjørd­ ist sjúkur, hevði hann drukk­ ið te saman við tveim­um russarum á einum hotelli í miðbýnum í London. Hað­ ani fór hann á eina mat­ stovu at hitta ein italskan granskara. Fanst at Putin Alexander Livinenko flýddi úr Russlandi og fekk politiskt friðskjól í Bretlandi, eftir at hann hevði lagt russisku trygdartænastuna FSB undir at hava lagt ætlanir um at beina fyri russiska vinnulívsmanninum Boris Berezovskij. Livinenko vildi eisini vera við, at Kreml hevði skipað fyri yvirgangi í Moskva, men givið kekenum skyldina. Vladimir Putin, forseti, var staddur í Helsingfors á fundi millum ES og Russ­land, tá deyðsboðini av Alexander Livinenko komu. Talsmaðurin hjá Putin segði, at talan var um eina menniskjaliga van­ lukku. - Ein maður er vorðin eitraður, men skuldset­ing­ arnar ímóti Kreml eru so ótrúligar og ófatiligar, at forsetin kann ikki gera við­ merkingar til tær, segði talsmaðurin hjá Putin. Tað er rættiliga lýtt í USA eftir árstíðini, og tað trýstir oljuprísin niður Oljuprísurin hevur verið fall­andi teir seinastu dag­ arnar, og fallið helt fram á marknaðunum í morgun, soleiðis at ein tunna av norðsjóvarolju, sum skal latast í januar, kom niður á 59,3 dollarar. TDN Finans skrivar, at fallið kemst av tí lýggja veðrinum í USA, og at nýggj­ ar forsagnir hjá amerikonsku veðurmonn­unum siga, at amerikanararnir kunnu vænta sær ein lýggjan vetur hesaferð. Tí minkar eftirspurningurin, og tað fær prísin at fella. Marknaðar­serfrøð­ing­ ar­nir eru ikki á einum máli um útlitini. Summir vænta, at avgerðin hjá OPEC-londunum at skerja framleiðsluna fer at av­ marka prísfallið, og 17 serfrøðingar, sum Bloom­ berg hevur tosað við, eru ymsikir á máli. Nakrir vænta, at prísurin fer at hækka aftur í næstu viku, nakrir siga, at hann fer at standa í stað, og uppaftur aðrir vænta, at fallið fer at standa við. Tað, sum serfrøðingarnir siga, minni enn so altíð eftirfarandi. Síðani Bloom­ berg byrjaði at spyrja seg fyri hjá serkunnleikanum eina ferð um vikuna, hava spámenninir mistikið aðru hvørja viku. Eitraði njósnarin deyður Lýggja veðrið trýstir oljuprísin Alexander Livinenko avmyndaður á sjúkrahúsinum í London.