mánadagur 27. november 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2006
3
tíðindi
Um vikuskiftið
var møguleiki hjá
fólki at vitja ta
stóru jólasøluna
sum Føroya Heima
virkisfelag skipaði
fyri. Samstundis
bar til at ogna sær
ein hóp av snoti
ligum og góðum
heimavirkaðum
lutum
Heimavirki
Orð & mynd: Snorri Brend
Havn: – Henda jólasølan
vísir týðiliga, at føroyingar
duga at gera heimavirkaðar
lutir, siga tveir av luttak
arunum á jólasøluni, Hanna
Wang og Jana Jacobsen úr
Kaldbak.
Umframt tær báðar eru
væl omanfyri 50 luttakarar
á ársins jólasølu, sum var
opin leygardagin og sunnu
dagin.
Báðar dagarnar var ein
javnur streymur av fólki
sum vitjaðu í ítróttarhøllini
á Hálsi.
Tær báðar ungu kvinnur
nar úr Kaldbak sum eru á
sama bási eru væl nøgdar
við luttøkuna.
- Her kemur fólk framvið
allatíðina. Og vit hava eis
ini selt eitt sindur, siga tær
báðar.
Teir hava fleiri ymiskar
lutir til sølu. Nógv av tí
er bundið, men har finnast
eisini nissur, konfekt og
annað.
Fyri Hannu og Janu er tað
í fyrsta lagi bæði spennandi
og stuttligt at verða við til
slíka jólasølu.
Men hetta týðir meir enn
bert tað fyri tær:
- Hetta gevur okkum
íblástur til at arbeiða víðari
– ja, til líkasum at halda
okkum í gongd, siga Jana
og Hanna.
Jólasølan hjá Heima
virkisfelagnum
endaði
sunnuøkvøldið kl. 19.
Seinnapartin
leygardagin læt upp
grafiska framsýningin
“Súgur” í Norður
landahúsinum við
verkum hjá Tóroddi
Poulsen og Bjarne W.
Sørensen.
Framsýning
Orð og mynd: Snorri Brend
Havn: Tey 66 verkini á
framsýningini eru øll gjørd
á Grafiska Verkstaði Før
oya.
Seinastu 10 árini hevur
hesin verkstaðurin sam
starvað við teir báðar í eini
avbjóðandi og tí, teir nevna
eini “inspirerandi prosses”,
sum haraftrat hevur verið
ógvuliga fjølbroytt.
Nú var løtan komin, til
at almenningurin skuldi
fáa kunnleika til nøkur av
teimum verkum, sum hes
ir báðir rættiliga ójøvnu
listamenninir hava latið úr
hondum.
Sagt verður um teir báð
ar, at hin 46 ára gamli
Bjarne Werner Sørensen
hevur gjørt óteljandi fram
sýningar, men fáar bøkur.
Hinvegin hevur hin 49 ára
gamli
Tóroddur Poulsen gjørt
óteljandi bøkur, men fáar
framsýningar.
Bjarni eigur 22 verk á
framsýningini,
har
tey
flestu teirra eru steinprent.
Tóroddur hevur bert gjørt
steinprent, og eru tey 43
í tali.
Hinvegin standa teir báðir
aftan fyri tað upprunaliga
grafiska bókaverkið “Vill
vísi”, sum fólk hava høvi
at síggja í forhøllini í Norð
urlandahúsinum.
Framsýningin við grafikki
er í Norðurlandahúsinum til
og við 31. januar 2007.
– Gevur íblástur at luttaka
Ójavnir listamenn samdir í einum
Rinda ikki lán
Nógvir danskir sethúsaeigarar rinda ikki avdráttir av
sínum lánum. Ein nýggj uppgerð hjá Tjóðbankanum vísir,
at heili 37,5 prosent av øllum realkredittlánum til sethús
og eigaraíbúðir eru av slíkum slagi, at lántakararnir rinda
bara rentur, men ikki avdráttir. Uppgerðin vísir eisini,
at altsamt fleiri danskir sethúsa- og íbúðareigarar velja
hendan møguleikan. Bara í oktober mánað tóku teir 13
mia. krónur í avdráttarfríum lánum.
Íløgur í list
Ivast tú í, hvørjar íløgur tú skalt gera fyri at tryggja tær, at
tær í minsta lagi varðveita sítt virði, so eru hyggjuráðini
at seta pengarnar í listarverk. Tað halda í hvussu er
listserfrøðingar í Noregi. Tey seinastu árini er prísurin á
listarverkum hækkaður nógv, og tey, sum ognaðu sær eitt
gott listarverk fyri nøkrum árum síðani, kunnu gera kvetti
við at selja í dag. Men tað loysir seg helst uppaftur betri at
bíða við at selja, siga teir.
Løtt og
leskilig
jólasøla
Nú minni enn
mánaður er eftir til
jóla eru fólk farin at
keypa jólagávurnar.
Nógvar bøkur
fara um handils
diskarnar í hesum
døgum.
Bøkur
Snorri Brend
Eitt yvirlit frá Rit & Rák
vísir, at nýggja matbókin
“Lætt og Leskiligt 2” hjá
teimum báðum Jóhonnu á
Tjaldrafløtti og Elisabeth
Akursmørk liggur ovast
á listanum fyri seldar
bøkur í seinastu viku.
- Og tað er heldur eing
in ivi um, at henda bókin
verður hon, ið mest
verður seld nú uppundir
jól. Hon skilir seg heilt
burturúr frá hinum, sigur
Kári Árting, stjóri í Rit
& Rák við Portalin.
Næstmest selda bókin
er somuleiðis ein matbók,
nevniliga Okkara Kokk
ur sum Guðmundur Guð
mundsson hevur givið
út.
Á triðja plássi er bók
in um Janu og síðani
Ziskatrøðbrekkan og Lívs
bardagi á Kappanum.
Enn er onkur bók ikki
útkomin til jólasøluna.
Millum hesar telist bókin
um torvið hjá Petur Jacob
Sigvardsen.
Hinvegin roknar Kári
Árting við, at um ein
hyggur eftir bókasøluni
fyri alt árið í ár, so
verður uttan iva Okkara
Sangbók hon, ið flest
munnu hava ognað sær
tá avtornar.
Annars er barnabókin
Dumbo hon, ið mest er
seld, og tá talan er um
skúlabøkur liggur Les 1
á odda.
Bjarne W. Sørensen hevur ikki
skrivað so nógv. Men listarverkini
eigur hann mong
Jana Jacobsen og Hanna Wang á sama bási:
- Tað er spennandi at vera við