Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 229 - 27. november 2006 tíðindi BRAGD Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Fíggjakvøldið hoyrdust neyð­ar­ róp um alla Skála­bygd. Fólk, sum hoyrdu róp­ini, høvdu torført við at eyð­merkja, hvaðani rópini komu frá. Tá var báturin “Bakka­ fossur” sokkin. Sámal Erik Djurhuus, Rólant á Bakka Jacobsen og Tummas Petur Davidsen vóru farnir ein túr við nót at fiska bryssling. Teir høvdu nótina úti, tá ið báturin knappliga hválvdist. Teir hvødu fingið eitt sindur í lastina, og lastin hevur helst forskotið seg so mikið, at báturin koppaði fyrst á liðina og síðani heilt runt. Teir tríggir menninir komu sær undan bátinum og hildu fast í kjølinum. Teir fóru á kjølin og róptu um hjálp. Hepnið var við teimum hendan dagin, tí at lotið lá inn ímóti Skála, og bar tað tí rópini inn yvir bygdina. Hetta førdi við sær, at fleiri hoyrdu neyðarrópini frá monn­unum. Fólk høvdu tó torført við at gera av, hvaðani rópini komu. Summi hildu, at rópini komu úr fjøllunum, og onnur hildu, at talan var um børn, sum spældu í fjørðinum. Sá tvey ljós hvørva Til alla lukku hevði Kári Weihe, sum býr ovarlaga í bygd­ini, beint undir ítróttar­ høll­ini, staðið á altanini og tos­að í telefon. Klokkan var tá gott 18, og tað var vorðið myrkt. Hann hevði sæð ljósini frá bátinum á fjørðinum. Knapp­­­liga hvurvu ljósini, og Kári hoyrdi neyðarrópini. Tá ivaðist Kári ikki í, at ein bátur var sokkin. Hann bað tí konuna ringja 112 og leyp síðani avstað móti fjørðinum. Á vegnum møtti hann døttir Sámal Weihe, sum eisini var ein av bjargingarmonnunum. Hann bað hana finna hjálp, og hon leyp inn til pápan og segði frá. Sámal Weihe og sonurin Jan Weihe skundaðu sær oman í fjørðina og inn í neyst­ið, sum liggur beint undir húsunum hjá Sámali. Teir sluppu bátin oman á sjógv. Stutt eftir kom Kári Weihe eisini oman til sítt neyst, sum liggur við síðuni av neyst­inum hjá Sámali. Kári hevði tá fingið Poulsen við sær. Teir sluppu eisini bátin á sjógv og sigldu aftaná Sámali og Jan. Teir komu beint framá teir tríggjar, sum lógu í sjónum. “Bakkafossur” var tá sokkin, og sjógvurin var fyltur av brysslingi. Sámal og Jan tóku Tummas Petur og Ròlant upp, meðan Terji og Kári tóku Sámal Erik upp úr sjónum. Teir komu á land og Jannet Poul­sen, sum er kona Terja og sjúkrarøktari, tók ímóti teimum saman við Hálvdan Simonsen, komm­ unulækna. Teir fóru all­ir niðan til Sámal Weihe og lótu seg úr teimum vátu klæð­unum. Seinna komu tveir sjúkrabilar og tóku Tumm­as Petur og Ról­ ant til landssjúkrahúsið. Sám­ al Erik varð kannaður hjá Hálvdan. Orsøkin ógreið Eftir hesa óhugnaligu upp­ living, hevði Sosialurin av­talað við teir at møtast við teir og práta um hendingina. Tíverri lá ikki fyri hjá Rólant og Tummas Petur at møta upp, men Sámal Erik var til staðar, tá ið vit samlaðust hjá Sámali Weihe. – Eg dugi ikki at siga, hví báturin koppaði. Tað hendi so skjótt, at eg fekk als ikki tíð at hugsa. Báturin legði seg eitt sindur á liðini, og lastin forskeyt seg. Tá koppaði bát­urin fullkomiliga, sigur Sámal Erik. Teir fingu als ikki tíð til at seta seg í samband við nakran inni á landi. – Vit høvdu tvær far­tele­ fonir umborð, men tær lógu inni í stýrihúsinum. Vit fingu als ikki tíð til at taka tær við, sigur hann. Dugir ikki at svimja Sámal Erik dugir als ikki at svimja, men hann visti sær tó ráð. – Vit hildu fast í kjølinum. Eg dugi als ikki at svimja, so eg royndi at plaska sum frægast. Eg fekk fatur á ein­ ari boyðu og bant hana um meg. Ein bjargingarkransur flottnaði upp, og Tummas Petur og Rólant hildu í hon­ um. Vit róptu eftir hjálpt, og vit sóu, at okkurt hendi á landi. Tað gav okkum mót, at fólk høvdu hoyrt okkum. Vit vóru tó sera hepnir, tí um veðrið hevði verið verri, ella lotið hevði ligið øðrvísi, hevði eingin hoyrt okk­um, sigur Sámal Erik hugsunarsamur. Kári greiðir frá, hvussu hann sá bátin. – Eg stóð úti á altanini og tosaði í telefon, tá ið eg knappliga sá nøkur ljós hvørva á fjørðinum. Tá eg so hoyrdi róp, ivaðist eg ikki og leyp avstað. Tað var sera heppið, at eg stóð á altanini júst tá, tí at tað var sera tor­ført Bjargaðir undan d Leirvíkar kirkja 100 ár Sunnudagin 3. desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður hátíðarhald í Leirvík í sambandi við, at kirkjan í bygdini verður 100 ár. Tá verður guðstænasta við Hans Jacob Joensen, biskupi og Una Næs, sóknarpresti, og aftaná verður hátíðarløta fyri bygdarfólkinum í Bygdarhúsinum. Í adventini verða tiltøk, sum fara at bera brá av 100 ára degnum. Arbeitt verður eisini við einum minnisriti um kirkjuna og einari framsýning. Fyrilestur Mikukvøldið fer Klaus Kiesewetter at halda fyrilestur í býráðssalinum í Runavík um oynna Tristan da Cunha, ið er tann mest fjarskotna oyggin í heiminum. Næsta land er oyggin St. Helena, sum er næstan 1.100 fjórðingar burturi. Amerikumaðurin Jonathan Lambert var tann fyrsti, sum búsetti seg á Tristan da Cunha í 1810, og í dag búgva umleið 320 fólk á oynni. Fyrilesturin hjá Klaus Kiesewetter verður mikukvøldið kl 19. Fríggjakvøldið sakk ein bátur á Skála­ fjørðinum stutt uttan­fyri Skála. Tríggir menn vóru í bátinum, sum fyrst koppaði og síðani sakk eftir fáum minuttum. Neyðarrópini hoyrd­ust um alla Skálabygd, og fýra skálamenn komu út eftir teim­um. Bjargingin eydn­aðist sera væl, og teir stóðu allir á turrum 11 minuttir eftir, at báturin sakk. Sosialurin hevur tos­að við nakrar av monnum um hendingina