Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 27. november 2006 5 tíðindi deyðanum at vita, hvaðani rópini komu, sigur Kári. Sámal og Jan gjørdu sera skjótt av, tá ið teir frættu, hvat gekk fyri seg. – Vit lupu avstað. Vit tóku als ikki hóskandi klæðir uppá okkum. Eg fór bara í skógv­ arnar og so avstað, sigur Jan Weihe. Leiddur av hægri vald Tað er ikki lætt at finna runt á fjørðinum, tá ið tað er so myrkt. Tó sigldu Sámal og Jan beint móti monnunum og fingu teir upp á tað sum kann kallast “rekordtíð”. Sámal hevði tó ikki sæð menninar, men hann ivaðist tó ikki í, hvørja leið hann skuldi fara. – Tað var sera sjálvsamt. Eg visti fullkomiliga, hvønn veg vit skuldu fara, og hvussu langt út, vit skuldu fara. Eg eri vísur í, at har var eitt hægri vald við í spælinum, sum leiddi meg, sigur Sámal. Eftir at hava fingið menn­ inar á land, kundu teir allir frøast um, at teir tríggir vóru komnir undan við lívinum. Teir fýra Jan, Kári, Sámal og Terji kenna seg tó ikki sum hetjur, hóast hetta var eitt satt bragd. – Tað kennist so løgið, tí at alt gekk so væl. Umleið 11 minuttir aftaná, at báturin hjá teimum koppaði, vóru teir á land aftur. Alt gekk sum tað skuldi, og vit silgdu beint út til teir. Eg havi fyrr verið við til at leita eftir fólkið, har ið tað ikki er eydnast at finna tey. Tað er als ikki stuttligt. Men hetta er ein góð kensla, sigur Terji Ógjørligt at svimja Hóast báturin sakk einans um­leið 500 metrar frá land­ ið, var ógjørligt hja teimum trimum at svimja inn á land. – Tað er sera kalt í sjónum, og tað byrjaði eisini at stinga í musklunum, meðan eg lá í vatninum. Vit hildu í hvørjum øðrum og vóru tí allatíðina saman. Hetta hjálpti okkum eisini at halda mótinum uppi. Vit royndu at svimja móti landi, men tú kemur ongan veg. Vit hildu, at vit nærkaðust landi, men tað var so myrkt, og vit komu í veruleikanum ikki úr stað. Streymurin er so harður, og klæðini eru so tung, sigur Sámal Erik. Hann er vísur í, at teir høvdu ikki verið heilskapaðir enn, um bjargingarmenninir ikki høvdu borið so skjótt at. – Tað var somikið kalt, at vit høvdu ikki klárað tað nógv longri í sjónum. Likams­hitin hjá Rólant var komin niður á 34 gradir, so har var ikki nógv at geva av. Teir eiga lívið í okkum, sigur Sámal Erik at enda. Stríð um krøv til danskar prædikumenn – Religiøsir prædikumenn skulu upp til roynd í donskum máli í heimlandinum, áðrenn teir kunnu fáa uppihaldsloyvi í Danmark! Soleiðis ljóðar eitt uppskot frá danska integrasjónsráðharranum. Uppskotið fer ikki bert at raka muslimskar imamar, men eisini kristnar trúargreinar uttanfyri fólkakirkjuna. Bæði tann katólska kirkjan og Kirkernes Integrationstjeneste ávara um, at kravið um málførleikan fer at oyðileggja tað kirkjuliga arbeiðið millum innflytarar og flóttafólk, skrivar Kristeligt Dagblad. Ístaðin skjóta teir upp, at útlendsku prædikumenninir sleppa við einum tvungnum skeiði í donskum í seinasta lagi hálvt ár aftaná at teir eru komnir til landið. Bæði Venstre og Dansk Folkeparti eru sinnað at hyggja eftir, um hetta kravið kann gerast smidligari. Integrasjónsráðharrin, Rikke Hvilshøj ynskir ikki at koma við viðmerkingum, nú stuðulin til uppskot hennara sær út til at minka. Uppskotið verður annars lagt fram mikudagin. Frá vinstru: Kári Weihe, Terji Poulsen, Sámal Weihe, Sámal Erik Djurhuus og Jan Weihe. Aftanfyri teir eru báðir bátarnir, sum teir sigldu út við eftir Sámal Erik, Rólant og Tummas Peturi. Bátin vinstrumegin eigur Kári Weihe. Hann nevnist »Havgásin«. Bátin høgrumegin eigur Sámal Weihe. Hann nevnist »Bakkabáturin« Mynd: Høgni Thomsen Sámal Erik við boyðuni, sum hann bant um seg og bjargingarkransinum, sum teir allir hildu í, meðan teir lógu í ísakalda sjónum fríggjakvøldið, eftir at bátur teirra »Bakkafossur« var sokkin. Mynd: Høgni Thomsen