Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 229 - 27. november 2006 Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo SkrivSTOvuFólk Søkt verður eftir skrivstovufólki sum avloysara til Akfaradeildina at byrja 2. januar 2007. Starvið er fyribils tíðaravmarkað til 1 ár. Talan er um fulltíðarstarv. UPPGÁVAN uppgávan fevnir m.a. um: · Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu · Skráseting av akførum · Avgreiðslu av skrásetingargjøldum · Eftirstøðumál · kassauppgerð FørleikAkrøV vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu- útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi. kunnleiki at arbeiða við teldu er eisini ein treyt. SetANArtreytir Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele- fon 35 04 08. umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2006. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 20 fólk. R E P R O Z Knút Lutzen, nevndarformaður í FaroeJet, segði á landsfundi Fólkafloksins í vikuskiftinum, at so skjótt FaroeJet fór undir flúgving, fór Atlantic Airways undir eina rættilige herferð við nógvum bíligum ferðaseðlum og øktari flúgving Flogferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit høvdu 25 mió krónur, tá ið vit byrjaðu, og í dag er ikki nógv eftir. Kemur ikki onkur broyting í her og nú, verður skjótt aftur monopol á Føroyarutuni. So mikið avgjørdur var nevndarformaðurin í FaroeJet, Knút Lüt­zen, á landsfundi hjá Fólka­ flokkinum í vikuskiftinum. Vit hava roynt at fáa fleiri viðmerkingar frá Knúti um málið, men hann vísir til stjóran í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen. Knút Lutzen segði eisini, at so skjótt FaroeJet fór undir flúgving, fór Atlantic Airways undir eina rættilige herferð við nógvum bíligum ferðaseðlum og øktari flúgv­ ing. - Felagið hevur eisini dumpað prísirnar niður ígjøgnum, bæði á farmi og ferðafólki. Nevndarfor maðurin segði, at Atlantic Airways hevur eitt endamál, og tað er at beina fyri FaroeJet so skjótt sum gjørligt. Knút Lutzen segði, at politik­arar hava altíð bakkað 100% upp um At­lantic Airways og al­mennir stovnar flúgva ikki við Faroe Jet. - Nú Atlantic Airways verður einskilt, fær felag­ ið eisini hagarin fyri einki. Vit hava roynt at ávirkað politikarar, so hangarurin verður tikin burturúr og lagdur afturat flogvøllinum, men tað hevur ikki fingið undirtøku, segði nevndarformaðurin í FaroeJet á landsfundi Fólkafloksins. FaroeJet verður ikki leingi aftrat Knút Lützen, nevndarfor­ maður í JaroeJet