mánadagur 27. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2006
7
tíðindi
Café Natúr,
Manhattan, Eclipse,
Rex og Cippo eru
nú øll løgd saman
í eitt felag. Seks
persónar standa
aftan fyri samtakið,
sum soleiðis situr
á stórum parti av
náttarlívinum í
høvuðsstaðnum
Náttarlív
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru teir seks, Rúni
Olsen, Runi Djurhuus,
Háldan Haldansen, Hans
Jørgen Djurhuus, Bárður
Højgaard og Janus Einar
Sørensen, sum standa
handan nýggja felagið,
sum skal reka tey fimm
dansi- og skeinkistøðini,
sum eru nevnd omanfyri.
Rúni Olosen, Bárður
Højgaard og Janus Einar
Sørensen eru allir nýggir
í hesum høpi, meðan hinir
tríggir hava verið aktivir
innan bransjuna seinasta
góða árið.
Enn hava nýggju eigar
arnir ikki tær heilt stóru
viðmerkingarnar til tíð
indini, og tað verður at
kalla bert víst til tíðinda
skriv, sum verður sent
miðlunum.
Rúni Djurhuus, sum
undan hesum hevur rikið
Cippo og Manhattan saman
við Háldan Haldansen,
sigur, at fyrimunirnir í
slíkar samanlegging eru
fleiri.
- Sum er hava vit nýtt
kreftirnar at kappast móti
hvørjum øðrum. Sjálvandi
verður ein ávís kapping
um kundarnar framvegis,
men við eini samanlegging
vænta vit at fáa fleiri
rakstrar-fyrimunir.
Men á hvønn hátt kemur
kundin at merkja hetta?
- Tað er kanska ikki so
lætt at siga. Men til dømis
er tað upplagt, at tað er
lættari hjá okkum at gera
avtalur, tá vit hava eitt
breitt konsept aftanfyri,
sigur Rúni Djurhuus.
- Hetta er ein
órímilig kapping
millum eitt lítið
privat flogfelag, sum
kappast ímóti einum
stórum almennum
flogfelag við nógvum
almennum peningi
aftanfyri seg og
ongum krøvum
um avkast til
partaeigararnar, sigur
Jóhan Simonsen,
stjóri í FaroeJet
Flogferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á landsfundi Fólkafloksins í
vikuskiftinum gjørdi nevnd
arformaðurin í FaroeJet,
Knút Lutzen, bart og segði
sína hjartans meining um
ta kapping, sum privata
flogfelagið, FaroeJet, er
uppi ímóti á Føroyarutuni.
Sosialurin hevur skift
orð við stjóran í FaroeJet,
Jóhan Simonsen, sum er
talsmaðurin hjá felagnum
úteftir.
Hann sigur, at talan er um
eina ”kapping” millum eitt
lítið, nýtt og privat flogfelag
og eitt stórt alment flogfelag
við nógvum almennum
peningi aftanfyri seg.
Ongar spælireglur
- Privata felagið skal
klára seg undir marknaðar
treytum, men hetta er eft
ir okkara tykki ikki gald
andi fyri almenna felagið.
Ongar spælireglur eru fyri
kappingini á loftferðslu
økinum, sum tí er vorðin
órímilig fyri okkara privata
felag.
Stjórin vísir á, at tá
ið talan er um økir sum
telesamskifti,
oljusølu
og bakaravinnuna, hevur
Kappingarráðið, sum er
stovnur undir Vinnumála
ráðnum, verið inni í mál
um og sett ávís mørk fyri,
hvat stór feløg kunnu
loyva sær. Hetta er eitt nú
hent í kappingini millum
Føroya Tele og Kall. Men
á
loftferðsluøkinum
er
øðrvísi, tí her kann stóra
almenna felagið at kalla
gera, sum teimum lystir.
Jóhan Simonsen sigur, at
almenna felagið hevur einki
krav frá partaeigarum um
avkast til partaeigararnar.
- Men tað hevur privata
felagið hinvegin, leggur
hann aftrat.
Dumpar prísirnar
Stjórin sigur, at Atlantic
Airways hevur ”dumpað”
prísirnar á farmi, og FaroeJet
hevur tí í seinastuni heft
seg við órealistiska lágar
prísir á farmi.
- Almenna flogfelagið
berjist móti privata felag
num við at seta yvirkapasi
tet inn á rutuna, har privata
felagið flýgur, og fráferðir
hjá
almenna
felagnum
eru lagdar tætt upp at frá
ferðunum hjá privata flog
felagnum.
Jóhan Simonsen sigur,
at almenna felagið eisini
hevur sent eina ørgrynnu av
bíligum flogferðaseðlunum
í umfar.
- Hetta er órímiligt og
líkist prísdumping á ferða
seðlaøkinum, heldur stjór
in.
Hann leggur aftrat, at
almenna felagið, sum í sínari
tíð hevði gott samstarv við
táverandi kappingarneytan,
Mærsk Air, noktar stórt sæð
at samstarva við FaroeJet
– hóast gott grundarlag er
fyri samstarvi.
- Samstarvast kundi eitt
nú verið um farm, at flyta
ferðandi millum feløgini og
at sleppa undan ov stórum
yvirkapasiteti.
Ókeypis vinnutól
Stjórin sigur, at almenna
felagið hevur fingið vinnu
tól ókeypis frá Føroya
landsstýri, eftir at FaroeJet
fór í vinnu.
- Almenna felagið hevur
fingið hangarin og eina
tyrlu frá landsstýrinum og
saman við tyrluni ein kekk
á 20 mió almennar krónur
hvørt ár, sigur hann.
At enda vísir stjórin í
FaroeJet á, at privatisering
av almenna flogfelagnum
júst er útsett.
- Tí kann almenna felagið
halda fram við órímiligu
kappingini við almennum
peningi aftan fyri seg, har
eingi krøv eru um avkast til
privatar partaeigarar, sigur
Jóhan Simonsen at enda.
Fimm skeinkistøð
løgd saman
Sera órímilig
kapping í luftini
Vilja eta meira fisk
Svøríki: Heili 77% av svenska fólkinum halda, at fiskur er betri fyri
heilsuna enn kjøt og fuglur. Hetta vísir ein kanning, sum í síðsta mánaði
varð gjørd í Svøríki.
Tveir triðingar av teimum spurdu vilja gjarna eta tvífalt so nógvan
fisk, sum tey longu gera. Treytin er, at fiskurin verður bíligari at keypa,
at hann er lættur at tilreiða, og at úrvalið av lidnum fiskarættum verður
størri.
Eftirspurningurin eftir lidnum fiskarættum veksur, og ein orsøk halda
fólk vera støðugar ávarðingar ímóti fiti.
Herfyri skipaðu Svensk Fisk og norska Eksportudvalget saman fyri
eini kapping um lidnar fiskarættir. (-vilmund)
Dýrt at halda nísum burtur
Danmark: Danmarks Fiskeriundersøgelse er komið eftir, at
aukustiskar ávaringarskipanir, sum skulu halda nísum burtur frá
fiskagørnum, saktans kunnu minkast niður í eina helvt.
Í dag verður kravt, at útróðrarmenn, sum royna við gørnum,
skulu hava eina ávaringarskipan fyri hvørjar 200 metrar. Í
summum førum hava menn so long gørn, at neyðugt er við 300
ávaringarskipanum. Hvør skipan kostar 600 krónur, og tí verður
samlaði kostnaðurin av hesum 180.000 krónur.
Tað er ES, sum fyri tveimum árum síðan legði upp til, at
slíkar skipanir skulu nýtast til tess at halda nísum burtur frá
gørnunum. (-vilmund)
- Almenna flogfelagið hevur fingið vinnutól ókeypis frá Føroya
landsstýri, eftir at FaroeJet fór í vinnu. Felagið hevur fingið
hangarin og eina tyrlu frá landsstýrinum og saman við tyrluni
ein kekk á 20 mió almennar krónur hvørt ár, sigur stjórin í
FaroeJet, Jóhan E. Simonsen
Mynd: Vilmund Jacobsen