Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 229 - 27. november 2006 tíðindi Tað var aftur ófriðarligt í Havnargøtum sunnunáttina. Í einum føri var ein maður bæði sparkaður og sligin í einum bardaga, meðan ein annar mátti flýggja und­an ikki færri enn átta álops­ monnum. Klokkan var farin av hálvgum fýra sunnu­morg­ unin, tá løgreglan fekk boð um ein bardaga í mið­ býnum. Tveir ungir mans høvdu lagt á ein annan, og høvdu so bart hann til. Teir bæði slógu og sparkaðu hann um allan kroppin. Maðurin var varð síðani fluttur á Skaðastovuna til kanningar. Løgreglan hevur verið í samband við vitni sum sóu tilburðin, og søgdu seg haraftrat kenna teir báðar ungu menninar. Í einum øðrum føri var komið til ilnar millum ein mann og ein bólk av átta øðrum monnum, sum ætl­ aðu at leggja á hann. Hesin flýddi inn í eina av matstovunum í miðbýnum, men tordi ikki útaftur fyri teimum átta. Tað gjørdi hann ikki fyrrenn løgreglan kom á staðið og fekk hann í tryggari umstøður. Upplýst verður, at løg­ reglan kennir væl tann eina mannin í bólkinum, og sum ikki er ókendur í slíkum málum. sb. Løgreglan handtók sunnunáttina ein ungan mann sum gekk við einum knúgvajarni uppi á sær, og helst ætlaði at brúka tað Vápn Snorri Brend Sambært Vápnalógini er hvørki loyvt at eiga ella brúka slík knúgvajørn, utt­ an serstakt loyvi. Hesin ungi maðurin gekk kortini við einum slíkum kring knúgvarnar. Men løg­reglan tók mannin, áðr­ enn hann kom í hóslag við nakran við hesum sera vandamikla vápni. Slíkt hevði, í ringasta føri, verðið mett sum harðskapur av grovasta slagi. Av Politistøðini í Havn fekk Portalurin upplýst sunnumorgunin, at maðurin nú verður skuldsettur fyri brot á vápnalógina. - Hevði hann sligið við knúgvajarninum hevði álvarsamur skaði staðist av hesum, verður sagt. Knúgvajørn eru framleidd úr metalli, og eru skapað soleiðis at tey passa kring knúgvarnar. Skapið á tí er soleiðis, at tað ger munandi størri skaða enn ein vanligur knýttnevi, um ein rakar andlitið. Sjáldsom samlisjúka: Nummar­ plátur á løgreglu­ bilum Summi savna frímerki, telefonkort og bilar. Onn­ ur savna aðrar lutir, til dømis nummarplátur. Øðrvísi kann tað ikki tulkast, tá numm­ar­ pláturnar vórðu tikin av einum løgreglubili, sum var í tænastu, leygar­ kvøldið. Av Politistøðini í Havn verður upplýst, at ein sivilur løgreglubilur stóð parkeraður við Smyrils­ vegin í Havn hetta kvøld­ ið. Tá teir komu til bil­ in stutt undan midnáttar­ leitinum kundi løgreglan bert staðfesta, at onkur var farin avstað við numm­arplátunum. Enn er eingin handtikin fyri hetta brotið. sb. Løgregla : Átta mans klárir at leypa á Ólógligt handvápn á Havnargøtum Knúgvajørn eru ikki at spæla við Ofta kann vera ófriðarligt í miðbýnum eitt leygarkvøld. Men í seinastu leygarnátt var millum tær ófriðaligastu næturnar sum menn vita um at siga. Tað tyktist ta einu løtuna sum var miðbýurin eitt “massa-slagsmál”, allur sum hann var Politi Snorri Brend 0Av Politistøðini í Havn varð upplýst leygarmorgunin, at minst trý mál um harðskap høvdu verið um náttina. Helst var talan um eitt fjórða mál eisini. Í tí eina førinum hevur ein persónur tveitt eina fløsku í andlitið á einum øðrum. Løgreglan hevur tikið onk­ ur av gerningsfólkunum, og hevur annars onnur vitni til okkurt málið. Neyðugt var at fáa tann eina persónin á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum til viðgerð. Men hóast hetta var bardagin ikki liðugur. Av Landssjúkrahúsinum var tí ringt aftur til Politistøðina, tí neyðugt var at boðsenda løgregluni at skilja partarnar enn einaferð. Sagt verður, at teir á Politi­ støðini høvdu gjørt seg væl út til arbeiðið í nátt, nú tey fyrstu jólaborðhaldini vóru. Vanliga eru teir fimm mans til arbeiðis eitt slíkt kvøld, men høvdu tó inn­ kallað tríggjar aftrat framm­ anundan. Men hóast hetta, stóð á hjá teimum at loysa allar uppgávurnar í nátt. Serliga nógv var at gera millum kl. 3 og hálvgum seks í morgun. - Vit vórðu snøgt sagt noyddir at avvísa fleiri uppgávur, tí fólk var ikki til tað, sigur Vakthavandi við Portalin. Satt ragnarok leygarnáttina Raðhús í Leirvík Leirvíkar kommuna og smápartafelagið Snið skriva í dag undir sáttmála um raðhúsabygging í bygdini. Smápartafelagið Snið, sum Fuglø Arkitektar í Klaksvík og J+H Smíð í Leirvík hava stovnað, skal keypa tvey stykki við Bólstein í Leirvík, og har fer felagið at byggja millum 12 ella 14 raðhús, skrivar Norðlýsið. Leirvíkar kommuna lýsti stykkini til sølu fyrr í ár til at byggja raðhús á, og tey verða nú seld Sp/f Snið. Spyr um lesiveik Løgtingið hevur samtykt, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá løgtingsmanninum Kára P. Højgaard um ymisk viðurskifti í sambandi við lesiveik børn. Tingmaðurin sigur, at fleiri foreldur velja at senda lesiveik børn til Danmarkar fyri egna rokning, og hann vil hava at vita, um tað er rímiligt. Tingmaðurin spyr eisini, hvat tað almenna ger, fyri at lesiveikleikin kann staðfestast sum tíðliga sum gjørligt.