mánadagur 27. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2006
9
tíðindi
Næmingaveitslan,
sum var í Hoydølum
leygarkvøldið,
endaði sum ein
reguler apuveitsla.
Fólk hoppaðu uppi
á borðinum, tveittu
við mati og endaðu
við at tøma ein
pulvursløkkjara um
alla miðhæddina
VEITSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í morgun hevði Mads
Winther, rektari á Studenta
skúlanum í Hoydølum,
saman við næmingaráð
skúlans kallað allar næm
ingarnar inn til fund.
Orsøkin var veitslan, sum
var á skúlanum leygar
kvøldið.
Nógv var gjørt burtur
úr fyri at fáa hesa veitslu
so góða sum gjørligt. Sam
komuhøllin var pyntað,
tónleikur skuldi framførast,
ein filmur var gjørdur til
kvøldið og skuldi eisini
vísast. Men hetta fór við
so nógvum í vaski, tí nakrir
næmingar ikki dugdu at upp
føra seg sum vanlig fólk.
Tveittu við mati
Tað sum upprunaliga skuldi
vera ein festlig og stuttlig
veitsla, endaði sum ein
reguler apuveitsla. Nakrir
næmingar, sum ikki dugdu
sær hógv, hoppaðu uppi
á borðunum, kleyraðu í
matinum og tveittu hann
eftir
hvørjum
ørðum.
Samkomuhøllin sá snøgt
sagt ræðulig út, og líktist
hvørki einum ella øðrum
hesa løtuna.
Men tað var ikki einans
í auluni, at hesir ólátaðu
næmingar gjørdu um seg.
Undir borðhaldinum fingu
teir fleiri at vita, at nú
máttu teir taka seg saman
og uppføra seg sum fólk,
men hetta rein ikki við.
Heldur hildu teir fram við
garterilsinum á miðhædd
skúlans, har teir tóku ein
pulvursløkkjara og tømdu
hann út um alla hæddina.
Næmingaráðið
tók ábyrgd
Tá hetta hendi handlaði
næmingaráðið beinanvegin.
Tey tóku ábyrgd og endaðu
veitsluna
umgangandi.
Klokkan var tá farin nakað
av midnátt. Uttan iva ætlaðu
mong sær at halda longri á
enn hetta, men tá vórðu øll
sum ein tveitt úr skúlanum,
tí nú var ovboðið.
Síðani var upptakið eftir
– og tað var ikki hissini
upptak. Pulvur fylti alla
miðhæddina, og kom allan
vegin niðurundir í for
høllina eisini. Hetta kravdi
sjálvandi, at fleiri fólk
máttu koma at rudda og
vaska.
Aulan
líktist
einum
køsti, og ótangarnir høvdu
veruliga gjørt sær ómak við
at órudda og dálka mest
møguligt, so borðini máttu
vaskast á báðum síðum.
Í morgun, tá Sosialurin
vitjaði uppi í Hoydølum
líktist skúlin sær sjálvum.
Har var reint og ruddiligt og
lítið sást til, at skúlin dagin
fyri hevði verið fullkomiliga
endavendur. Tað einasta,
sum
sást
á
skúlanum
var, at tvær stovur vóru
stongdar, sum ein beinleiðis
avleiðing av hurlivasanum
leygarkvøldið.
Mads Winther,
rektari, segði á
fundinum í morgun,
at ongin verður
tveittur úr skúlanum
eftir leygarkvøldið.
Men hann staðfesti, at
eitt álit var brotið og
at fyribils verða ongar
veitslur hildnar aftur
á skúlanum framyvir
VEITSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Ja, nú sita tit her aftur.
Hesaferð
kanska
meiri
friðarlig, enn tit sótu seinast.
Soleiðis
byrjaði
Mads
Winther, rektari, fundin í
auluni á Studentaskúlanum
í Hoydølum um tíggjutíðina
í morgun.
Seinast somu næmingar
vóru savnaðir í høllini, var
alt eitt stórt rokilsi, og tí
hevði rektarin saman við
næmingaráðnum kallað inn
til fundar.
– Skúlin er kendur fyri
sínar góðu veitslur, og
vit hava havt ein góðan
máta at gera hetta uppá.
Men hetta var ikki støðan
leygarkvøldið og tað álitis
forhold, sum hevur verið
millum
næmingar
og
skúlan, hava nøkur brotið,
staðfesti Mads Winther.
Bæði gentur
og dreingir
Mads Winther kundi somu
leiðis staðfesta, at ongin
veitsla verður aftur á skúl
anum fyribils undir teimum
treytum, sum annars hava
verið.
Rektarin greiddi frá, at nú
verður arbeitt við at plasera
ábyrgdina. Hann hevur
tosað við røttu viðkomandi,
segði Mads Winther við
Sosialin.
Á fundinum vísti Mads
Winther á, at her var ikki
talan um ein syndabukk,
men um fleiri og at talan
var um bæði um gentur
og dreingir. Somuleiðis
segði rektarin, at ongin
næmingur fekk pengar
endurgoldnar frá veitsluni,
fyrr enn ábyrgdin var enda
liga plaserað. Mads Winther
segði, at í síðsta enda kann
tað vera næmingaráðið,
sum kemur at standa við
endaligu rokningini fyri
upptakingararbeiðið.
– Men hevur nakar
tykkara hug at lætta um
samvitsku tykkara, um
tit hava nakra, so eru tit
vælkomin á kontórið hjá
mær og greiða frá, hvat
tit hava gjørt og fáa eina
rokning, staðfesti Mads
Winther, rektari.
Næmingaráðið
fekk rós
Mads
Winther
greiddi
næmingunum frá, at ongin
verður vístur burtur frá
skúlanum orsaka av hesum.
Men hann vísti á, at hann
hevur eina ávaringarskipan
at ganga eftir, sum hann
ætlar at brúka, og so verður
talan um ávaring fyri atburð
og ikki fráveru, sum annars
er tað mest vanliga.
Mads Winther rósti ann
ars næmingaráðnum og
teirra máta at takla støðuna
uppá.
–
Næmingaráðið
tók
eina avgerð, sum ikki øll
um dámdi, tá tey avlýstu
veitsluna. Men tað er ein
avgerð, sum vit bakka fult
upp. Ein púra røtt avgerð,
og tey hava eisini síðani
gjørt eitt stórt arbeiði.
Rektarin segði somuleið
is, at tey sum vóru ørg inn á
næmingaráðið, heldur áttu
at vent øðini móti teimum,
sum oyðiløgdu veitsluna
fyri hini.
– Vendi heldur tykkara
aggressjónum móti teim
um, sum uppførdu seg sum
dýr, stóðu á borðunum,
traðkaðu á matin og tveittu
matin. Eg má spyrja, um
tit uppføra tykkum soleiðis
heima eisini og er tað støð
an, so sigi eg bara Vorherre
bevares!
Apuveitsla í Hoydølum:
Tømdu pulvursløkkjara um skúlan
Ongin tveittur heim
Respektleyst!
Forkvinnan í næmingaráðnum í Hoydølum,
Beinta Beinisdóttir, var sera vónbrotin soleiðis
sum leygarkvøldið tók seg út.
– Hetta var respektleyst og vit eru sera vónbrotin,
staðfesti hon og vísti á, at um tað var soleiðis at ein
veitsla skuldi haldast, so tímdu tey í ráðnum ikki at
vera við at fyrireika slíkt meira.
Beinta Beinisdóttir ynskti tó at takka øllum teimum,
sum høvdu hjálpt til við uppruddingararbeiðinum
og eisini teimum mongu, sum høvdu uppført seg
sum vanlig fólk á veitsluni.
-rwd
Ann Krista og Hugin
Miss og Mr. Hoydalar
Av tí, at næmingaveitslan endaði so brádliga í Hoydølum
leygarkvøldið, so komu tey ongantíð so langt sum at kjósa
Miss og Mister Hoydalar.
Hetta er eitt árligt afturvendandi tiltak, har næmingar sleppa
at velja, hvørji tey halda hava henda heiður uppibornan.
Mánamorgunin eftir álvarsama fundin um rokilsi leygar
náttina, varð hetta so kunngjørt. Miss Hoydalar 2006 gjørdist
Ann Krista í Dali og Mister Hoydalar gjørdist Hugin
Reistrup.
-rwd
Sjáldan áður hava so nógvir næmingar verið til ein kunningarfund, sum tað var um tíggjutíðina í
morgun, tá apuveitslan leygarkvøldið var á breddanum
Mynd: Jens Kr. Vang
Pulvursløkkjarin var tømdur og pulvur var um alla
miðhæddina