mánadagur 27. november 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 229 - 27. november 2006
Tað er ein áhugaverdur fyrispurningur, sum
formaður Tjóðveldisfloksins hevur sett løg
manni viðvíkjandi skattalættanum, sum sam
gongan ætlar at lata árini 2006-08. Hann spyr
um sosialu grundgevingarnar fyri at veita
skattalættan, sum gevur hægru inntøkunum
stóran skattalætta í krónum, meðan lág- og
meðalinntøkurnar lítlan og ongan lætta fáa.
Tað tykist sera ørkymlandi, at tað er Javnað
arflokkurin sum stendur sum eksponentur
fyri slíkum búskaparpolitikki - og at javnað
arfólk tosa um at fólk fara at tíma betur at
arbeiða av einum slíkum skattapolitiskum
inntrivi. Jú víst er Javnaðarflokkurin í ein
um borgarligum selskapi í samgonguni, men
beinleiðis at fara at føra fram borgarlig argu
ment, tað mátti ikki hóskað seg.
Fyri vanliga arbeiðaran man alt tos um skatta
lætta tykjast sum torvmold í eyguni. Tey fáu
oyruni, ið fella til tey lágløntu, verða skjótt
etin uppaftur í øðrum avgjøldum. Gjaldið til
samhaldsfasta skal hækkast, ábendingar eru
um, at barsilsgjaldið skal hækka, kringvarps
gjøld og veggjøld eru hækkað - og so ikki
at tala um oljuavgjaldið, sum fíggjarmálaráð
harrin hevur fráboðað, at hann undir ongum
umstøðum fer at nerta. Jú, vit skilja væl kri
tikkin hjá Ingeborg Vinther.
Ikki trúgva vit, at fólkið fer at tíma betur
at arbeiða, fyri tað um tey við høgum inn
tøkum fáa nakrar túsund krónur afturat at
ráða yvir - og tey lágløntu nøkur oyru. Um
Javnaðarflokkurin veruliga vildi lætta um
hjá tí láglønta, so er annaðhvørt at gera
ein djúptøknan skættalætta, sum munar hjá
teimum lágløntu, ella at broyta avgjaldspol
itikkin, so tað veruliga ger mun hjá teimum
lágløntu - oljuavgjaldið er sjálvandi ein møg
uleiki.
Sosialurin
Skattalættin - torvmold
í eygu teirra lágløntu
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sum
tveir
býráðslimir
vísa á í bløðunum, so er
undirskot á fíggjarætlanini
hjá Klaksvíkar Kommunu
triðja árið á rað. Samtyktar
eru útreiðslur, ið vilja økja
skuldina hjá kommununi úr
90 mió til áleið 150 mió.
Samstundis eru inntøkurnar
methøgar. Eitt uppskot um
at hækka skattaprosentið
var ikki samtykt og var
undirritaða ein av teimum
ið atkvøddi ímóti.
Hækka skattin uttan
fíggjarstýring
Eg hevði fleiri orsøkir
til ikki at atkvøða fyri at
hækka skattin. Tá ið vanligi
borgarin ferð í bankan og
biður um lán, so skal hann
hava eina ætlan fyri, hvussu
hann ætlar at gjalda skuldina
aftur, nær hann byrjar,
hvussu stór lánsgjøldini
skulu vera, og um hann
hevur eina inntøku, ið ger,
at hann megnar at gjalda
aftur. Eina slíka ætlan hevur
Klaksvíkar Kommuna ikki!
Inntøkan hjá Klaksvíkar
kommunu hevur í fleiri ár
verið størri enn væntað, og
hvat er hent? jú øll árini
er meirinntøkan farin til
óskipaða meirnýtslu og ikki
til at gjalda skuld aftur við
tí ongin langtíðarætlan er.
Undirritaða ferð tí ikki at
atkvøða fyri at taka meira
inn frá borgaranum í skatti
so longi sum hetta bara elvir
til óskipaða meirnýtslu.
Kommunuskatturin
rakar sosialt skeivt
Skattaprosentið í Klaks
vík er 20,75 % ið er
omanfyri miðal. Kommunu
skattaskipanin er saman
skrúða soleiðis at tað eru
tær lægru inntøkurnar ið
gjalda lutfalsliga meira
í skatti enn tær hægru.
Samstundis lækkar lands
stýri landskattin í 2004-
2008 á ein hátt, ið gevur
lægru inntøkunum minst
skattalætta. Skal Klaksvíkar
kommuna, uttan nakara
langtíðarætlan, leggja stein
oman á byrðu hjá teim
lægstu inntøkunum, ikki
við mínari atkvøðu !
Kommunan eigur ístaðin
at ganga á odda og krevja
at kommunuskattaskipanin
verður
endurskoða
og
hugt verður av nýggjum at
skattabýtinum millum land
og kommunnur – eisini eigur
spurningurin um útjavning
at vera umrøddur.
Raðfesting av íløgum
manglar.
Klaksvíkin hevur eina tí
líka stødd, at kravið frá
borgarunum til tænastu
støðið er næstan eins stórt
og í Tórshavn. Munurin er
at vit hava ikki teir inn
tøkumøguleikar í Tórs
havn hevur, tí krevur tað
harða fíggjarstýring og
raðfestingar yvir fleiri ár
um vit skulu gera okkum
nakrar vónir um at nøkta
tørvin.
Trupuleikin í Klaksvíkar
býráð er, at øll vilja lat
í senn og ongin megnar
at skera ígjøgnum. Hvørt
ár verður byrja við einum
ynskilista og síðan verður
skorið so langt niður sum
semja fæst um. Ì ár var
ynskilistin á íløgusíðuni 92
mió (næstan øll inntøkan)
og skorið var niður á 49
mió uttan stórvegis við
gerð, síðan var ætlanin sam
tykt uttan at hyggja fram
eftir. Soleiðis hevur verið
arbeitt í fleiri ár, sjálvt um
nøkur í áravís hava víst
á tørvin á raðfesting og
langtíðarætlanum, so hava
politikarnir ikki megna at
semjast um hetta enn.
Tað sum nú hendur í
mun til undanfarin ár er,
at við hesum politikki er
skuldin nú so høg, at ikki
ber til longur uttan antin
at renna seg fastan, so
arbeiðir ið vera sett í verk
møguliga mugu steðga av
væntandi fíggjarstýringini,
ella at fáa eina semju um
raðfestingar og gera eina
langtíðarætlan. Hetta krevur
dirvi at skera ígjøgnum
og rygg at standa ímóti
við. Alt gott um at leggja
búskarligu
realitetirnar
fram fyri fólkinum, men
vit mugu ikki gloyma at
tað eru politikarnir ið eru
valdir at gera nakað við
realitetirnar. Tað er ongantíð
ov seint verður tikið til,
og ongin ivi skal vera um
at
Javnaðarflokkurin
í
Klaksvíkar býráð hevur og
framvegis er til reiðar at
vera við til hetta arbeiðið
ongantíð ov skjótt.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Uppskot okkara um at javn
seta
flutningskostnaðin
um Suðuroyar-. Skopunar-
og
Kallsoyarfjørð
við
flutningskostnaðin undir
Vestmannasundi og Leir
víksfirði fekk góða umrøðu
á tingi í 3½ tíma langa
orðaskiftinum undir fyrstu
viðgerð.
Men har endaði vælvildin
so eisini.
Komnir aftur úr rættar
nevndini mæla menn frá
at samtykkja uppskotið, og
siga júst so sum teir plaga,
at einki ber til.
Heilgarderingin er, at
tað heldur ikki ber til tekn
iskt at gjøgnumføra upp
skotið í verandi líki, og at
landsstýrismaðurin eigur at
arbeiða ítøkiliga við eini
ætlan á økinum og leggja
eina frágreiðing fyri Løg
tingið til umrøðu.
Einki er meira burturvið
enn tað sama.
Uppskotið varð tilevnað
í samstarvi við løgfrøði
ligu ráðgevingina á løg
tingsskrivstovuni, so tann
parturin er sjálvandi í lagi.
Sjálvandi er tekniski
parturin eisini í lagi, og
halda teir seg ikki til at
umsita skipaninia, so kunna
vit saktans gera tað fyri teir
úti um landið.
Sjálvandi er ikki skuggin
av tekniskum forðingum í
at krevja inn tær upphæddir,
ið kravdar verða aðrastaðni,
og at landsstýrismaðurin
eigur at arbeiða við málin
um hava vit hoyrt seinasta
mansaldurin og reiðiliga
tað.
Alt bendir sostatt á, at
vit á ferjuleiðunum um
Suðuroyar-. Skopunar- og
Kallsoyarfjørð framhald
andi verða okraði í gjøldum
út tveimum upp í fimm
ogtjúgu ferðir kostnaðin
um landføstu sambondini.
Somuleiðis bendir alt á, at
vit eisini framhaldandi við
jøvnum millumbilum fara at
hoyra um Suðuroyarloysnir
og annað tílíkt, og ivaleyst
fara hesar loysnir at hvørva
undir havsbrúnni eins ofta
tær koma undan.
Fríggjadagin kl. 10 løða
teir kanónirnar, og enn eitt
uppskot av mongum til bata
fyri kappingarførið í tí skjótt
hvørvandi
útjaðaranum
verður skotið niður.
Borgarnir velja politikarar at stýra
býráðslimur
Eyðgunn
Samuelsen
Hergeir
Nielsen
Halda fram at okra útjaðaran