mánadagur 27. november 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2006
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Tað er heilt
ótrúligt, at summir bólkar
verða
tiknir
framum
aðrar. Tá íð vit tala um
mannarættindi skuldi ein
trú, at vit hugsa um øll, teg
og meg, uttan at fara longur
inn í hetta kjakið.
Tá eg skrivi teg og meg
meini eg øll, eisini okkum,
ið roykja. Eg royki illa
og veit at tað er ógvuliga
ósunt, tað haldi eg at allir
vit roykjarar eru klárir
yvir. Men góðu tit, ið ikki
roykja, hvat høvdu tit sagt
við meg, um eg ein dag sá
ein bumbu tjúkkan persón
ganga við einum stórum
ísi og át, hey tú halt uppat
við hasum, hattar kemur at
drepa teg, tú kostar eisini
heilsuverkinum alt ov nógv
ar pengar?
Ella eg sá ein persón
við
hjartatrupulleikum,
havt blóðtøpp, ella aðra
vælferðarsjúku vælsignaði
brúka beinini, tú kostar
heilsuverkinum alt ov nógv,
bara tí tú tímir ikki at ganga.
Kemur tú inn á forhøllina
á landssjúkrahúsinum sært
hesi fyribrigdi dagligt. Tað
løgna við hesum somu
fólkum er, at tey standa
og ilskast inn á okkum,
ið mugu standa uttanfyri
í kulda og kava, tí tað er
ikki pláss inni á sjúkra
húsinum fyri okkum. Skal
tað
verða
mannarættur
í Føroyum, hava tit ikki
loyvi at blaka okkum út
úr einum almennum stað,
uttan at tit versigóð fyrst
hava skaffa hesum stakkals
menniskjum eitt lítið royki
rúm á hvørjari hædd, so
hesi stakkals sjúklingar
ikki verða blakaðir út at
roykja. Nei tit tjúkku feitu
og dovnu menniskju, takið
fyrst í egnan barm, áðrenn
tit koma eftir okkum, ið
muga standa úti og njóta
okkara last, meðan tit íð
liggja innløgd vegna tykk
ara lastir, kunnu standa í
forhøllini, við ísi og sjoku
látu og ilskast inn á okkum.
Nei tit tingmenn, tá ið tit
fara at taka hattar málið
269 B. Hugsið eisini um
okkum, tíðan verri stóra
skara av menniskjum í enn
roykja.
Óli Jóhannes
Poulsen
Mannarættindi
viðmerkingar
Nógv er skrivað og nógv
er sagt viðvíkjandi uppskot
inum at banna niðring og nið
urgering av fólki orsakað av
teirra ílegum, hvat tí kynsliga
viðvíkur.
Nógv eru tey, ið hava havt
heilagu Bíbliuna á lofti, og
í egnum rættvísi dømt hini
samkyndu til illamann.
Ikki er tað sørt, at vit - sum
einans síggja aktuellu lógar
broytingina sum ússaligt
mannaverk, og ikki sum eina
endurskoðan ella broyting av
teirri heilagu skrivtini - at vit
hava kent okkum illa farin
viðvíkjandi viðurskiftum
okkara við Várharra, tá vit
taka undir við at verja allar
teir minnilutar, sum lívið og
søgan hevur lært okkum ofta
verða illa viðfarnir.
Allur heimurin - uttan tey
umráði, har víttgangandi
fundamentalistar hava vald
og ávirkan - hevur tikið
undir við at verja fólk móti
ágangi orsakað av húðarliti,
átrúnaðarligari sannføring
og kynsligari orientering.
Sjálvsagt eigur Føroya
Løgting eisini at gera tað
sama!
Tøkk til prestin og
fólkafloksmannin
Fyri mín part vil eg takka
prestinum Sonju Klein fyri,at
hon í greinini »Størstur er
kærleikin« staðfestir í skrivt,
at vit framhaldandi kunnu
kalla okkum krinstin, og
sostatt ikki verða send bein
leiðis til helvitis, hóast vit
fylkjast saman við hesum
fólkunum, sum vilja verja
eisini samkynda minn
ilutan!
Í Harrans húsi eru mangir
bústaðir, so har verður eisini
pláss fyri okkum, sum ikki
megna at liva syndafrítt,
men hava fyrigevingina og
náðina fyri neyðini!
Men nú eg havi pennin í
hondini, skal mín tøkk ikki
minst fara til løgtingsmannin
Poul Michelsen, aftur fyri
at hann letur møguleikan
opnan, at eisini vit - ið ikki
blint fylgja Jenisi av Rana,
Óla Breckmann og Billi Just
inussen, tá umræður etiskar
spurningar - at eisini vit
framhaldandi kunnu teljast
fólkafloksfólk.
Meðan floksfelagarnir all
ir undir tingviðgerðini trask
aðu eftir teirri rásini, sum
teir Jenis og Bill slóðaðu
fyri teimum, stóð Poul eins
amallur ímóti! Tú vart ófør
ur Poul, og siðiliga og væl
grundgav tú fyri tíni støðu
takan!
Nógv heldur er tað skyldan
hjá einum frælslintum, borg
arligum flokki at verja ein
minniluta, enn at elta har
fanatikarar slóða!
svend aage
ellefsen
Eina rósu til Sonju Klein og eina til Poul Michelsen
Nú er aftur ein øgilig øsing
um tey homosexuellu og tey,
sum hava eina aðra meining
enn tey.
Aftur verður lagt eftir
teimum, sum vísa á at slík
ur liviháttur er skeivur, sam
bært skriftirnar.
Sagt verður, at fólk langa
út við skriftstøðum. Undir
tónin í tí er at tey, sum gera
tað, hava ongan rætt at taka
til einkult skriftstøð, tí at
tað er ikki tað, ið skriftin
vil siga, sum heild.
Fyrst skal eg vísa á, at Jes
us, tá ið Hann varð álopin
av djevulinum, vardi seg
við stuttum setningum frá
skriftini. Hygg t.d. at Matt
eus 4, vers 1-10.
Jesus talar eisini um at
»ikki minsti bókstavur ella
prikkur av lógini forganga,
fyrrenn tað alt hevur hent«.
Matt. 5,18. Hann sigur eisini
hetta: »skriftin vikast ikki«.
Jóhannes ev. 10,35.
Men vit eru keypt leys und-
an lógini og eru ikki undir
lógini longur, so satt sum
vit hava tikið ímóti Honum,
sum okkara frelsara.
Men hvat sigur so nýggja
testamenti um hesi viður
skifti. Er tað nú loyvt hjá tí,
sum játtaar Jesus, sum sín
frelsara at ikki bara at liva í
slíkum syndum, men eisini
at forsvara livimátan, sum
nakað sum Gud góðtekur.
Nei als iki. Tað er eingin ivi
um hvat ápostlar Harrans
læra um hetta. Tann, sum
sigur nakað annað, kennir
ikki bíblu sína.
Eg skal enda við nøkrum
ómetaliga alvorligum orðum
frá Rómbrævinum 1. kap.
Har tosar ella skrivar Paulus
um menniskju sum, hóast
tey kendu Gud ikki ærdu
Hann, sum tey áttu og hann
sigur hetta: »Gud gav tey
upp«. Her vil eg leggja vekt
á at eg ikki ynski at skjóta
eftir einstaklingum ella at
niðurgera nakran. Tað, sum
Paulus skrivar um her, er til
heildina.
Men eg spyrji meg sjálvan,
er Gud við at geva føroyingar
upp og vesturheimin sum
heild.
Synd hevur altíð verið
í Føroyum. Siðloysi hevur
altíð verið, men tað, sum nú
gongur fyri seg í Føroyum og
í Vesturheiminum, hevur ikki
verið altíð. Siðloysi hevur
tikið yvirhond, her meini
eg ikki við eina ávísa synd,
enn minni ávís menniskju,
men mørkini eru broytt.
Hegnini verða laksa niður av
peningagjarnum fólki, sum
sita og bryggja ósømiligar
filmar saman og hetta verður
sáða niður í børn og ung, just
sum tey eru í ringasta aldri.
Og ávøksturin sæst aftur
við brotnum hjúnaløgum,
lógloysi og frekleika, sum
ongastaðni hoyra heima.
Okkara egna sjónvarp er ikki
undantikið.
(Lesarabrævið er skrivað 6. oktober
2006, men av misgávum bleiv
tað burturlagt. Vit biðja orsakað
mistakið. Red.)
Richard
Danielsen
Mørkini eru flutt
Skal ein trúgva verljara
kanningini sum Tjóðveldis
flokkurin lat gera fyri stutt
um, har spurt var, um Før
oyar skuldu gerast partur av
Evropasamveldinum, so er
1/3 ímóti, 1/3 veit ikki og
1/3 er fyri.
Hetta er í hvussu so er
ikki í trá við tað, sum
løgmaður sigur verða tann
politiska veruleikan, nevn
iliga at stórur meiriluti er
ímóti ES limaskapi.
Jú gamaní, um vit fara
í Løgtingið at spyrja, so
eru ivaleyst fleiri ímóti
enn fyri, ikki tí at høvdið
verður brúkt, men kanska
meira hjarta og tvíhaldan
um maktina hjá ávísum
flokki um eitt ávíst vinn
uligt øki.
Hvør er so politiski ver
uleiki føroyinga viðv. ES?
Tað vita vit als ikki!!
Menn gita ístaðin fyri at
taka um “ondets rod” og
fáa greiðu á teimum vitalu
spurningum sum eru m.a.
1. Hvørjar karmar koma vit
at hava í ES samveldinum
sum ES limur, ið er partur
av Ríkisfelagsskapinum
2. Hvørjar karmar koma vit
at hava í ES samveldinum
sum limur við Fullveldið
Tá vit hava fingið m. a.
hetta avklárað, saman við
mongum ørðum spurning
um, og harvið fingið kort
lagt fyrimunir og vansar og
fingið greiðu á okkara iva
málum, so eigur føroyski
veljarin at fáa endaligu
avgerðina.
Spurningar sum standa
ósvaraðir eru millum ann
að:
Fiskivinnupolitikkin
– kunnu vit fáa seravtalu í
ávíst tíðarskeið ella ei
Útbúgvingarmøguleikar
Ferðavinnan/upplivingar
vinnan
Heilsuverk og heilsutæn
astur
Marknaðaratgongdir kring
í heiminum
Gransking og granskingar
verkætlanir sum vit kundu
verið við í
Møguleikar okkara í ramm
uprogramminum hjá ES
KT og Fjarskiftisvinnan
Umhvørvispolitikkur
Osfr., osfr.
Partapolitisk seráhugamál
størsta forðingin fyri einari
viðger og opnari debat um
málið.
Hví kemur fjáltur á
menn tá orðið ES verður
nevnt?
Hví ber ikki til í einum
samfelag sum Føroyar at
kjakast seriøst um ES lim
askap og tað sum har við
fylgir av fyrimunum og
vansum og fáa lýst tey
ymsu økini so vanliga fólk
ið eisini skilir hvat tað
inniber?
Hví fer t. d . Fólkaflokk
urin í svart bara orðið verð
ur nevnt??
Hví vil Javnaðarflokk
urin ikki sum arðir
norðurlendskir
brøðra
flokkar, við opnum sinni
fara inn í viðgerðina av
hesum málið, men ístaðin
í blindum søkir eftir EFTA
limaskapið- fyri umvegis
at fáa atgongd til ES?
Hví er bara ein lítil
fraktión av Tjóðveldis
flokkinum opin fyri at tos
að um hetta mál?
Er tað tí at teir eru
bangnir fyri at missað
“suverenitetin” longur úr
eygsjón?
Hví er Sambandsflokkur
in einasti flokkur á løgting
ið sum vil seriøst viðgera
ES limaskap og mælir til
hendan?
Sjálvandi tí at Sam
bandsflokkurin sær, at ES
limasskapurin er neyðugur
fyri áhaldandi at mennað
okkara land og fólk og
skapað bestu fortreytir í
altjóða høpi og tær fært
tú sum limur í ES sam-
veldinum.
Fyri vinnu okkara vildu
allar marknaðarforðingar
verið burtur, fríhandilsav
talur í hópatalið og harvið
opin
marknaðaratgond
til 90 lond og bilateralar
avtalur við ca. 20 onnur
lond.
Fiskivinnan sýnist sum
størsti trupuleikin fyri at
tosað um ES.
Fiskivinnan eigur ikki av
verða forðingin fyri at vit
fara í holt við at seta hol
á hesa debat, men hvørja
fer tosað verður um ES
so verður sagt at okkara
fiskivinnað tá er slept upp
fyri skutil til arðar at válka
sær við??
Hvør sigur at tað ikki
verða nógv størri møgu
leikar fyri okkum sum
fiskivinnutjóð í ES høpi?
Hvat við visjón 2015
vinnupolitikkinum
sum
samgaongan arbeiðir við,
- er hann møguligur at
gjøgnumføra um vit ikki
hugsað stórt ??
Eg loyvið mær at ivast.
Vit eiga at verða politiskt
búnir nokk til eisini at
tora at seta ES kjakið á
breddan ongantí ov skjótt,
um vit vilja verða eitt av
heimsins bestu londum at
búgva í 2015.
ES limaskapur
og altjóðagerðin
løgtingsmaður
Johan Dahl