mánadagur 27. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 229 - 27. november 2006
Elilja var næstyngst av børnunum hjá Onnu Malenu
og Gomlustovujákup í Sørvági. Pápin var av bestu
fiskimonnum, og mamman tók sær av øllum heima,
og sigur tað ikki so lítið, tá hugsað verður um, hvat
skuldi gerast heima tá í tíðini, og gav hon børnunum ein
tryggan uppvøkstur, harafturat arbeiddi hon í saltfiski.
Systkini vóru 10 í tali, og eru nú bert tvey systkin
eftir.
Maðurin Poul var ættaður úr Mykinesi, so tey vitjaðu
ofta til Mykinesar, har tey høvdu mangar góðar løtur,
og tað sama kann sigast um okkum onnur, sum vóru og
vitjaðu tey har. Elilja og Poul vóru sera nær knýtt, so
tað má sigast, at tað var ein dyggur smeitur fyri hana,
tá Poul andaðist. Tey fingu eingi børn, men tey tóku
systursonin Jákup til sín, sum sín egna son. Hon var
sera nær knýtt at Jákupi og familjuni hjá honum, og
tey vóru ein dyggur stuðul hjá henni, nú hon gjørdist
óhjálpin.
Sum heilt ung byrjaði Elilja at arbeiða í saltfiski.
Í nøkur ár arbeiddi hon á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og
hevði hon sera góð evni at arbeiða á hesum øki, men
tíverri bleiv hetta ikki hennara lívsleið, tí tá í tíðini
var tað fyri tað mesta synirnir ið lærdu. Hon kom so
aftur í heimbygdina at arbeiða í krambúð. Seinastu
árini, áðrenn hon mátti gevast at arbeiða orsakað av
heilsuávum, arbeiddi hon á flakavirkinum í Sørvági.
Sum eldri settist hon ikki hendur í favn, men fór at
luttaka í ymsum tiltøkum hjá pensionistafelagnum, og
hevði hon stóra gleði av hesum.
Tað sum eyðkendi Elilju var arbeiðssemi bæði úti og
heima, og hon hevði handalag til mangt og hvat, og kom
hetta mongum væl við. Elilja var sera barnavinarlig,
so vit systkinabørn og børn okkara hava notið gott av
henni.
Um ein var staddur í Sørvági, so hevði ein ringa
samvitsku, um ein ikki hevði stundir at vitja Elilju, og tá
ein vitjaði inn á gólvið hjá henni, var ein sera hjartaliga
væl móttikin.
Tá hon bleiv millum tey fáu systkini, ið eftir vóru,
trein hon inn í teirra stað í familjuni og átók sær teirra
umsorgan við sínum hjartaliga sinnalag.
Nú Elilja er farin eru bert góð minnir eftir hana, og vit
sum stóðu henni næst minnast hana við takksemi.
Elmar við familju
Endurskinsdagurin 7. desember
Fyri at fáa nyttu av
øllum endurskin
unum, sum liggja
burturgloymd í
heimunum kring
landið, verður
skipað fyri átaki fyri
øllum næmingum í
fólkaskúlanum
Ferðslutrygd
ENDURSKINSDAGURIN
7. desember - nú fara vit í
skuffur og skáp at leita eftir
endurskinum.
Endamálið er at leita
fram so nógv endurskin,
sum til ber og at elva til at
tey verða nýtt.
ENDURSKINSDAGIN
7. desember verður funnið
fram til, hvør flokkur hevur
flestu endurskinini í mun til
næmingar í flokkinum.
Føroya Sparikassi letur
3000,- kr. til vinnaran. Nr.
2 fær 2000,- kr. og nr. 3 fær
1000,- kr.
Minningarorð um
Elilju Abrahamsen
TÍÐINDASKRIV
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna– og
heilsumálum hevur sett
Kristbjørg
Isaksen
úr
Norðragøtu í starv sum
apotekari
við
Norðoya
Apotek í Klaksvík.
Kristbjørg Isaksen er 27
ára gomul. Hon tók prógv
sum cand. pharm. í 2006
og hevur eitt stutt skifti
starvast á Christianshavns
Apotek í Keypmannahavn,
umframt styttri tíðarskeið í
lestrartíðini á apotekunum í
Føroyum.
Kristbjørg Isaksen tekur
við starvinum 1. desember
2006.
Norðoya Apotek:
Nýggjur apotekari settur
Dagurin í morgin
28. november. Gunter. Teir vita ikki við vissu, hvønn
meint verður við. Hann stóð í halgimannatali tíðliga
í tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir
halda tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur verið
navnframur biskupur í Týsklandi, sum doyði í 1045, 90
ára gamal.
nøvn