Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 27. november 2006 13 Lorensa í Sel­vindi, Strendur, andað­ist á Århus kommune­hospi­ tal sunnudagin 26. november, 58 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Ib Tórsheim ættaður úr Havn, andaðist í Her­­lev, fríggjadagin 24. november, 80 ára gamal. Leivur Olsen ættaður úr Kvívík, búsitandi í Hoyvík, andaðist leygar­ dagin 25 november, 65 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Robert Djurhuus, Sumba, fer úr kapellinum, á Tvør­oyri, í Sumbiar kirkju kl. 18. íkvøld. Jarðarferðin verður týs­dagin kl. 13.00 úr Sumbiar kirkju. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Robert, kunnu lata Ellis- pg Røktarheimið ella Sumbiar kirkju eina peningagávu; konta í Suðuroyar Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Rodmundur var burtur­stadd­ ur føðingardagin tann 18. november fyri heilsusakir á sjúkrahúsi í Danmark. Og vilja vit tí á henda hátt bera honum hesa heilsanina á tríhvartøldardegi hansara. Hóast Rodmundur ikki hevur gjørt nakað serligt fyri at verða kendur, so tykjast øll í landinum at vita hvør hann er, og hvat hann stendur fyri. Kom at kenna tey í mai 1963 í Kjøpinhavn, táið eg varð boðin út at njóta blíðskap í heimi teirra eftir eitt møti í Thorsgade 40. Veturin hevði verið kaldur og harður, men nú var tað fjálga danska várið komið. Karen og Rodmundur vóru blaðung tá og børnini smá, og sum flutningstól høvdu tey fingið sær ein av teim smáu og tá eyð­ kendu fólkavognunum - og sambært húsharran: heimsins hentasta akfar (!) - ein glað og friðsæl familja. Eitt opið heim fyri mong. Nú, tíðin heftir ikki. Tað tykist vera so sera stutt síðani at Eliesar (Essa) Arge og Rodmundur við ung­dómsins glóð í eygna­ krók­unum hildu inn á teirra endurgrøðingarleið sum ungir evnaríkir skurð­ læknar. Rodmundur segði seg kenna Essa, ið er nakað eldri, sum ein góðan stuðul í lestrarárunum niðri, og teir komu seinni at samstarva øksl móti øksl í mong ár her úti á Landssjúkrahúsinum. Rodmundur er sonur Ják­up Nielsen (1902-78), skipara, løgtingsmann og vitameistara, ættaður úr Liða í Nólsoy og Louisu Lervig (1908-2000) dóttir Hansinu og Jógvan við Stein í Leirvík. (Haðani er hann nær í slekt við Jógvan Róin, lækna.) Systkin hansara eru: Olaf, leiðandi starv á Sildasøluni og Fiskasøluni. Øssur, maskinmeistari til fiskiskap og ferðaflutnings og Gunnvør, sjúkrasystir, ið býr í Køpinhavn. Beint eftir lokið lækna­ prógv giftist Rodmundur við Karen Jønsson úr Kjøp­inhavn og eiga tey børn­ini: Svenning, lækni í Norra, Gunnar, tryggingar­ felagsstjóri og Erling, marknaðarleiðari hjá Shell í Havn umframt dóttrina Evu, ið festi búgv yviri í Canada. Føroyska talumálið hjá Rodmundi er ikki sørt merkt av tjóðskaparkendum útisetadvøli – tó við einari afturundirgerð av humori. Og einki skeivt er í tí. Táið onkur landsmaður í Kjøpinhavn kom fyri at siga, sum vanligt var: jú, vit búgva niðri við ”sjógv­ arnar”, varð av Rod­mundi endurtikið:”Eg skilji - niðri við ”vøtnini” (!).” Vit stóðu ein dagin við landgangin á Tjaldrinum á Asiatisk Plads og vekslaðu nøkur orð. Tá kom Rod­ mund (Roddi) hjá Knút skómakaranum framvið. Eg presenteraði báðar navn­arnar. Og Roddi tók orðið beinanvegin og segði: ”Ja, vit eru nakrir fáir í Føroyum, sum eita soleiðis, og nevndi um ein í Sørvági, ein í Mykinesi, ein í Vági og so ein úti av Borðuni”. Og typiskt fyri Rodmund, so lurtaði hann væl eftir og segði so sáttliga:”Handa fyrsta navnan komist eg ikki rættiliga við, men hasir tríggir seinastu tú nevndi - tað eri eg sjálvur (!). Látur og gott prát! Og mangt annað tílíkt kundi verðið drigið fram her, men lat tað fara hesaferð. Rodmundur er miðvísur, orðkringur og vælhýrdur maður og er kendur fyri at vilja vera samvitskufullur og neyvur í øllum lutum – bæði í gerðum og orðum. Um tað kann vera loyvt í hesum døgum at citera úr tí gomlu bókini við svartari permu, so er tað eitt serstakt skriftbrot, sum fyrst troðkar seg fram í sam­­bandi við sereyðkenni føð­ingardagsbarnsins, og tað er frá hend­ingini, táið mæti apostul­in Paulus stend­ur ákærdur og flytur fram verju­­røðu fyri Festusi lands­­høvdinga og Agrippa kongi (Áps. 26), tá hevði Festus fyri munni:”Paulus! … hesin nógvi lærdómur ger teg svakan! Men Paulus svaraði hon­um:” Eg eri ikki frá mær sjálvum, mektigasti Festus, nei, eg tali sonn orð við góðum skili. (Sam­ bært Seidelinsku týðing­ ini:” Tværtimod, min for­ kyndelse er sandhed og sund fornuft.”) - - - - - Skiftur á havinum stormur og stilli, logn eina løtu, ta næstu ein ódn, syngja vit. Til fyri kortum gekk Rodmundur spelkin sum ein unglingi í ketildragt og knossaði við umvælingina niðri í Ebenezer í støvroki millum brekkarar, hamar­ sløg og hvin frá maskin­ sagum. Og longu nú er støðan ein onnur. Ein løta til eftirtanka var tað - um fyrijáttan og djúpt ankrað álit, sum stavaði heilt afturi frá dreingjaárunum vesturi í Mykineshólmi – táið sagt varð frá herviligu sjúkuni av hesum alroynda lækna. Og tó, í nánd er sólar­ hvarvið við vári og vón í væntu. Vit eru mong kring landið, ið minnast til tín og ynskja tær til lukku við árinum. Og vilja biðja alt gott standa hjá tær og Kareni í hesum døgum. Við ynskinum um, at tær til fulnar aftur skal spyrjast bæði bót og bati - umframt mong góð ár afturat saman við tínum kæru við heilsu og virkni. Gævi tær untist allur tann linni í hesi royndartíð, ið tú á lívsleið tíni hevur veitt so mongum og á so mangan hátt. Vit oman Hoydalar 9, Arnstein Niclasen Rodmundur í Liða 75 ár