mánadagur 27. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 229 - 27. november 2006
Á landsfundinum
hjá fólkaflokkinum
leygardagin,
stórfegnaður
fólkafloksmenn
um samstarvið við
sambandsflokkin og
javnaðarflokkin
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Samstarvið í samgonguni
er fyrimyndarligt.
Tað staðfestu fleiri politik
arar hjá fólkaflokkinum á
landsfundinum í Øravík
leygardagin.
Jørgen Niclasen, formað
ur fólkafloksins á Løgtingi,
fortaldi fundarfólkinum, at
samstarvið í samgonguni
var týðiliga merkt av, at
allir flokkar høvdu viljan til
samstarv.
- Sjálvur havi eg verið við
í seks samgongum, men eg
tori at siga, at hendan hevur
verið tann besta at loysa
ósemjur og finna semjur,
segði hann.
- Tá ið vit hava sett okk
um saman, hevur tað borið
til at koma á mál á nógvum
málum-men ikki øllum
kortini.
Eisini formaðurin í Fólka
flokkinum, Anfinn Kalls
berg, segði, at samstarvið
í samgonguni var ógvuliga
konstruktivt, har tað bar til
at koma til orðanna. Tá ið
flokkarnir vóru ójavnir á
máli.
- Fólkaflokkurin hevur
sitið í samgongu í 10 ár
og tað gevur okkum stór
ar royndir í at vera í sam
gongu og avgjørt eisini
gott innlit. Tí verða okkara
sjónarmið hoyrd og sostatt
endar tað eisini ofta við, at
tað verður politikkurin hjá
Fólkaflokkinum, sum eisini
verður politikkurin hjá
samgonguni, segði Anfinn
Kallsberg.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður var samdur.
Hann var eisini í undanfarnu
samgongu og helt, at her
var munur á, tí samstarvið
í undanfarnu samgongu
var í stóran mun merkt av
klandri.
- Hendan samgongan er
merkt av, at allir flokkar
vilja samstarva.
Eisini Kjartan Joensen
og aðrir politikarar hjá
flokkinum fegnaðust um
samstarvið.
Samstavið
mestsum ov gott
Men tað vóru ikki øll, sum
vóru heilt samd í, at hetta
var bara av tí góða.
Annika
Olsen,
sum
umboðar Fólkaflokkin í
Tórshavnar Býráð, helt, at
stevið í samgonguni hevði
verið í so gott.
Hon helt, at tað eru
summi, sum leggja ov stór
an vilja í at varðveita sam
gonguna
Í hesum sambandi harm
aðist hon um og helt, at
tað er ein vanlukka, at
studentaskúli ikki verður
bygdur
í
Marknagili,
soleiðis, sum tosað hevur
verið um og hon harmaðist
eisini um, at miðnámsskúlin
varð fluttur úr Vági.
- Men øll hesi málini
vórðu vavd upp í ein elli
bita, tí onkur vildi hesi
samgonguni so væl, at hon
mátti halda fram.
Hesum
varð
Jógvan
á Lakjuni ikki samdur í.
Hann ivaðist ikki í, at tað
var tann betra loysnin at
byggja miðnámsskúlan í
Hovi.
- Tað tykist sum um at
tey flestu hava gloymt, at
vit at byggja í Hovi, hava
vit fingið heilsuskúlan
upp í, so at vit bæði fáa
loyst hølistrupulleikarnar
hjá studentaskúlanum og
heilsuskúlanum í einum.
Hann helt eisini, at tað
var ein góð loysn, sum
varð funnin í Marknagili, tí
skuldi studentaskúlin verið
uppi í, hevði talan verið
um eina bygging, sum varð
so dýr, at hann stúrdi fyri,
at hon hevði aldrin verðið
veruleiki.
Fólkaflokkurin
ætlar at seta øll
segl til fyri at vinna
næsta løgtingsval so
dyggiliga
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fólkaflokkurin fer nú at
seta øll segl til, fyri at vinna
næsta Løgtingsval.
Og fyrireikingarnar skulu
byrja beinanvegin.
Tað varð ført fram á
landsfundinum hjá Fólka
flokkinum leygardagin.
Og stendur tað til for
mannin
í
flokkinum,
Anfinn Kallsberg, skal tað
verða Jørgen Niclasen, løg
tingsmaður, sum skal verða
høvuðs-strategurin í val
stríðnum.
Á landsfundinum helt
Annika Olsen, býráðslimur
í Havn, at tað vóru ov fáar
kvinnur í politikki og tað er
ein veruligur trupulleiki.
Tí vildi hon hava at
vita, hvat Fólkaflokkurin
ætlar at gera fyri at menna
javnstøðu í flokkinum.
Í hesum sambandi helt
hon, at tað einasta rætta var
at flokkurin beinanvegin
fór undir at manna listarnar
til
næsta
løgtingsval,
so at konufólk fingu ein
møguleika at gera vart við
seg.
- Tað er alt ov seint at
fara undir eitt valstríð
tveir, tríggjar mánar undan
valinum, tí tað ger, at fleiri
kvinnur bera seg undan.
Jørgen skal vísa vegin
Formaðurin í Fólkaflokk
inum, Anfinn Kallsberg,
tók fult undir við hesum.
- Vit eiga beinanvegin at
fara undir at fyrireika næsta
val fyri at vinna valið so
dyggiliga. Tí eiga vit longu
nú at umhugsa, hvussu vit
skulu bera okkum at.
Í hesum sambandi helt
hann, at flokkurin eigur at
fáa dynamiskar kreftir at
stíla fyri, so at valið kann
vinnast.
- Og mítt fyrsta uppskot
er at flokkurin setir Jørgen
Niclasen at standa á odda
fyri komandi valstríðnum.
Segði Anfinn Kallsberg
Bjarni Djurholm, segði,
at tað verður ikki við honum
sum landsstýrismanni í javn
støðu, at vit fara at lóggeva
kvinnur á ting, sum hann
málbar seg.
Hann helt, at tað, sum hevði
eina størstan týdning fyri
javnstøðu, var, at konufólk
gjørdust fíggjarliga óheft
av monnunum og tí helt,
at útbúgving var ein høv
uðslykil til javnstøðu.
Men hann vísti á, at hann
arbeiddi við fleiri átøkum
fyri at menna javnstøðu,
so at tað verður natúrligari
at fáa fleiri kvinnur upp
í politikk. Eitt nú verður
arbeitt við eini kjaksíðu.
Samstarvið í samgonguni
er fyrimyndarligt
Jørgen Niclasen skal føra
Fólkaflokkin til sigurs
Skulu
syngja
meiri í
skúlunum
Jógvan á Lakjuni
fer nú senda skriv
í hvønn skúla,
við boðum um at
syngja meiri við
børnunum
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í menta
málum ætlar sær nú
at taka eitt tak fyri at
varðveita tann partin av
okkara
mentanararvi,
sum hann nevnir okkara
sangskattur.
Á landsfundinum hjá
fólkaflokkinum leygar
dagin, boðaði hann frá,
at hann nú fer at senda
skriv í hvønn skúla við
boðum um at syngja
meiri við børnunum.
Og tá ið hann vil
hava børnini at syngja
meiri, hugsar hann um
føroyskar sangir.
Hann helt, at okkara
sangskattur hevur eitt
stórt mentanarligt virði,
sum tað er vert at varð
veita og við at leggja
størri dent á at læra
skúlabørnini at syngja,
heldur hann at stuðlast
kann
uppundir
at
varðveita hendan partin
av okkara mentanararvi.
Jógvan á Lakjuni heldur,
at føroysk skúlabørn skulu
læra at syngja. Sjálvur
leggur hann stóran dent á
sang og á landsfundinum
hjá Fólkaflokkinum
smæddust hann ikki fyri at
mýkja tangentarnar
Á landsfundi hjá fólkaflokki leygardagin fingu teir 60 áhoyrararnir at vita frá polikarunum, at stevið í samgonguni er
fyrimyndarligt. Men onkur helt, at tað hevði verið í so gott
Annika Olsen, býráðslimur í Havn, vm. Undir liðini á
mammu sínu, Marnu. Hon vil hava Fólkaflokkin at leggja
meiri dent á at fáa fleiri kvinnur upp í politikk
tíðindi