Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 27. november 2006 15 tíðindi Landsstýrismaðurin í Innlendismálum umhugsar møgu­ leikan at bjóða ein part av siglingini út til privat at røkja Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrismaður í inn­ lendismálum kannar nú møguleikarnar fyri at bjóða fleiri rutur hjá Strand­ ferðsluni út til privat at reka. Tað boðaði hann frá á landsfundi fólkafloksins í leygardagin. Jacob Vestergaard segði, at royndirnar av at einskilja siglingina ímillum Vágar og Mykines, høvdu verið so góðar, at hann helt tað var ein gongd leið at royna at einskilja fleiri rutur hjá Strandferðsluni. Í hesum sambandi hugs­ aði hann serliga um sigl­ ingina til útoyggjarnar, Skúv­oyar, Fugloy og Svínoy og kanska aðrar við. Síðani vit einskildu Myki­nesleiðina, hava vit fing­ið eina munandi betri tænastu fyri somu játtan, sum var frammanundan og tí her hetta ein gongd leið at fara. Hann sigur, at tann pri­ vati, sum yvirtók mykines­ leiðina, hevur sett skjótt­ gangandi báti í sigling, so at túrurin nú er munandi skjótari at sigla, enn hann var. Samstundis er gamla mykinesferjan, Súlan, brúkt til farmaflutning og alt hetta er hent, uttan at tað var neyðugt hjá landskassanum at spjaða meiri pening til ella at gera íløgur í nýgg skip. - Spurningurin er, hvussu vit veita útoyggjunum so góða tænastu sum gjørligt og í hesum sambandi kann tað umhugsast at bjóða siglingina út til privat at røkja. Jógvan á Lakjuni væntar ikki, at tað fer at bera til at seta pening av á fíggjarlógini til eftirskúla í Hvalba næsta ár Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað fer neyvan at bera til at seta pening av til eftirskúla í Hvalba á fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað sigur Jógvan á Lakj­ uni, landsstýrismaður í mentamálum. Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygar­ dag­in, boðaði hann frá, at uppskotið, sum herfyri kom fram um at byggja eftirskúla í Hvalba, verður nú tikið upp til politiska viðgerð. Hann helt, at talan var um eitt sera áhugavert mál og í næstu viku fer hann at leggja málið fyri Landsstýrið. Tá fer landsstýrið høvið at taka skúlan til viðgerðar. Men hann vísti samstundis á, at talan er um eitt sera stórt og spennandi mál. Tað er eisini talan um rættiliga nógvan pening, tí skúlin kostar einar 90 milliónir og av teimum skal landið betala helvtina. Somuleiðis skal landið betala ein stóran part av rakstrinum, hvørt ár. Tí er neyðugt við eini neyvari politiskari viðgerð, áðrenn nøkur avgerð verður tikin, leggur hann afturat. Av tí sama væntar hann ikki, at tað fer at bera til at seta pening av tíl skúlan á fíggjarlógini fyri 2007, so at farast kann undir skúlan longu næsta ár. Hinvegin ivast Jògvan á Lakjuni ikki í, at vit hava brúk fyri einum eftirskúla og tí boðaði hann eisini frá, at viðgerðin í landsstýrinum verður positiv Fipur í hvørt hús um seks ár Bjarni Djurholm sigur, at í 2012 skulu Føroyar verða í fremstu røð Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í 2012 skal hvørt hús í Føroyum hava allar­ nýggjastu og bestu sam­ skiftistøknina. Tað er eitt mál, sum Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í vinnu­ málum, hevur sett sær. Á landsfundinum hjá Fòlkaflokkinum leyg­ ardagin, segði hann, at hann hevur sett sær sum mát, at longu um seks ár skulu Føroyar verða í allarfremstu røð í øllum heiminum á hesum øki. - Eg havi tikið avgerð um at biðja Føroya Tele bera so í bandi, at hvørt hús í Føroyum hevur fipur í seinasta lagi í 2012 staðfesti hann. Hann segði, at talan er um eina íløgu upp á einar 300 milliónir. Hetta ber í sær, at tá ið fipur er lagt í hvørt hús, fer alt samskiftið, útvarp, sjónvarp og alt annað, fram ígjøgnum hendan fipurkaðalin. Tað ber eisini í sær, at tað ber til at brúka allar nýggjasta HD- tøkn­ ina innan sjónvarp, sum ger myndirnar einar 100 ferðir betri, enn tær eru nú, segði Bjarni Djurholm. Bjarni Djurholm hevur biðið Føroya Tele leggja fipur í hvørt hús í Føroyum í seinasta lagi í 2012. Tað fer at gera okkara samskiftismøguleikar munandi betri, enn teir eru í dag Umhugsar at bjóða sigling hjá Strandferðsluni út Neyvan ráð til eftirskúla í Hvalba á hesum sinni Tað hevur hepnast so væl at einskilja siglingina ímillum Vàgar og Mykines, at Jacob Vestergaard spælir sær nú við tankanum um at einskilja fleiri rutur hjá Strandferðsluni. Her er hann ytst høgrumegin, á landsfundi hjá fólkaflokkinum leygardagin, við Bjarna Djurholm, í miðjuni, og Jørgen Niclasen Spurningurin um at byggja eftirskúla í Hvalba er eitt stórt mál sum krevur eina dygga, politiska viðgerð og tí fer neyvan at bera til at játta pening til endamálið á næstu fíggjarlóg, segði Jógvan á Lakjuni á Landsfundinum hjá fólkaflokkinum leygardagin Meira á næstu síðu