Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 229 - 27. november 2006 tíðindi Gongur sum ætlað, verður endaligur sáttmáli gjørdur 24. januar, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Dagurin, tá ið arbeiðið at gera nýggja skúladepilin í Hovi, nærkast alsamt. Tá ið Landsverk bjóðaðu nøkrum byggifeløgum at verða við í úttbjóðingini, var tað bara ein einasta fyri­ tøka, MT Højgaard, sum vísti áhuga fyri at byggja skúlan. Tí varð ikki hildið at verða ráðiligt at bjóða skúla­ depilin út. Ístaðin er lands­ verk farin undir samráðingar við MT Højgaard um at byggja depilin. Landsverk og MT-Høj­ gaard hava nú skrivað undir eina partalagsavtalu um skúlan, upplýsti Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, á landsfundi Fòlkafloksins leygardagin. Hann segði, at í næstu viku verður arbeiðið liðugt at projektera skúlan og tá verður alt tilfarið sent MT Højgaard og saman við teirra undirveitarum, fer byggifelagið tá at roknað prísin út. - Tað næsta stigið verð­ ur so at samráðast um eina sáttmála við MT- Høj­­gaard um at byggja skúl­an innanfyri fíggjar­ ligur karmarnar upp á 60 milliónur, sum Løg­ting­ið hevur samtykt at játta til endamálið. Í hes­­um sam­ bandi verða eisini tillagingar gjørdar í projekt­in­um, so at prís­urin ikki fer upp um 60 milli­ónir. Føra hesar samráðingar á mál, er ætlanin at gera sáttmála við MT Højgaard tann 24. januar um at byggja skúlan, segði Jógvan á Lakjuni. Landsstýrismaðurin í mentamálum kannar møguleikarnar so at tey, sum betala kringvarpsgjald skulu fáa fleiri rásir afturat Sjónvarpi Føroya Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gongur sum landsstýris­mað­ urin í mentamálum ætlar, sleppa føroyingar skjótt at síggja fleiri sjónvarpsrásir. Á Landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygar­ dagin, fortaldi Jógvan á Lakjuni, at hann arbeiðir fyri at geva føroyingum meiri fyri sjónvarpsgjaldið. Tað, sum er farin at arbeiða fyri, er, at tey, sum betala sjónvarpsgjald, skulu fáa nakrar útlendskar rásir við í gjaldinum umframt Sjónvarp Føroya. Hann vónar, at hetta kann bera á mál, so at før­ oyingar kunnu fáa einar fimm útlendskar rásir aft­urat Sjónvarp Føroya uttan at betala meiri í sjónvarpsgjaldi. Í hesum sambandi nevndi hann almennu sjónvørpini í Noregi, DR og NRK. Sum eina avleiðing av hesum sær hann fyri sær, at Sjónvarp Føroya bert skal gera føroyskar sendingar. Hann vísir á, at eitt eitt endamál við Sjónvarpi Føroya, er, at tað skal vera við at varðveita og menna føroyskt mál og føroyska mentan og tí heldur hann, at tað er ein gongd leið at fara at lata Sjónvarp Føroya gera føroyskar sendingar burturav og brúka alla orku upp á tað. Hann sigur kortini, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, nær hann kemur á mál við hesum, ella um tað fer at eydnast yvirhøvur. Í løtuni eru samráðingar við Føroya Tele um at brúka teirra sendinet til endamálið. Uppgávur hjá Matrikkul­ stovuni einskiljast Jacob Vestergaard sigur, at ætlanin er at bjóða ein part av arbeiðnum hjá Matrikkulstouni, út til privat at røkja Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður arbeitt við at broyta bæði matrikkul­ lógina og Matrikkul­stov­ una Tað fortaldi Jacob Vester­­gaard, lands­stýris­ maður á landsfundi fólka­ floksins leygardagin. Jacob Vestergaard segði, at ætlanin er at broyta matrikkullógina soleiðis, at tað skal verða lættari og einfaldari at býta jørð sundur í smærri stykki. Somuleiðis verður ar­beitt við at bjóða yms­ar uppgávur hjá Matrikkul­ stovuni út, so at alt, sum hevur við landmáting og uppmáting at verður latið upp í hendurnar á privatum at røkja. - Tað er ein uppgáva, sum fleiri privatar fyri­ tøkur saktans kunnu gera og tað kundi eisini ført við sær, at bíðitíðin kundi verðið munandi styttri. Leikluturin hjá Matrikkul­­stovuni skal so verða at hon verður ein skrásetingar- og góðkenningar­myndug­ leiki, segði Jacob Vester­ gaard. Jacob Vestergaard arbeiðir fyri at broyta bæði matrikkullógina og Matrikkulstovuna Fleiri sjónvarpsrásir til føroyingar Hesir vóru á landsfundi hjá fólkaflokkinum, leygardagin og tey hoyrdu landsstýrismannin fortelja, at gongst sum ætlað, fara teir at fáa meiri fyri sjónvarpsgjaldið Nærkast eini avgerð um skúla­depilin í Hovi Í næstum verða samráðingar við MT-Højggard um at byggja skúladepilin í Hovi og gongst sum ætlað, verður sáttmáli undirskrivaður 24. januar, segði Jógvan á Lakjuni, vm, her saman við Óla Breckmann á landsfundi Fólkafloksins leygardagin