mánadagur 27. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 229 - 27. november 2006
Sjúkrarøkt:
Lønin
samsvarar ikki
ábyrgdini
Nærum 90% av øllum
sjúkrarøktarfrøðingunum
halda, at samsvar er ikki
millum
arbeiðsnøgd,
ábyrgd og løn.
– Lítla lønin elvir til irrita
sjón, líkasælu, manglandi
og undirlutakenslur, sigur
ein sjúkrasystir í trivnaðar
kanningini, sum Gransk
ingardepilin fyri Økis
menning hevur latið gera.
Í kanningini er spurt
um lønina sum sjúkrarøkt
arfrøðingarnir fáa, og her
sæst skilliga at hon samsvarar
ikki við arbeiðsbyrðuna.
Vanligastu hættirnir at
samsýna starvsfólkinum er
við løn, møguleikum at gera
karrieru og við viðurkenn
ing. Tað eru tó kanska helst
viðbøturnar fyri tær skeivu
arbeiðstíðirnar sum eru
ov lítlar, serliga tá hugsað
verður um at sjúkrarøktar
frøðingarnir arbeiða skift
andi vaktir, halgidagar og
vikuskifti.
– Skulu vit fáa nýggjar
sjúkrarøktarfrøðingar og
fáa tey at verða verandi
í starvinum, er at hækka
normeringina og lønina
munandi, sigur ein sjúkra
røktarfrøðingur í 50’unum
sambært kanningini.
Fleiri ynskja
annað starv
Ikki bert í Føroyum, men
eisini í nógvum øðrum
londum er gongdin hon, at
sjúkrarøktarfrøðingar ikki
støðast á arbeiðsplássinum.
Trivnaðarkanningin um
arbeiðsumstøðurnar hjá
føroysku sjúkrarøktarfrøð
ingunum vísir, at eini 60%
av teimum umhugsa at fara
í annað starv.
Og hetta verður staðfest,
hóast nógv tær flestu eru
fegnar um starv sítt, og
eisini meta at løn og
leiðsla eru góð og at teir
fáa spennandi og krevjandi
avbjóðingar.
Tað løgna í hesum er, at
hetta talið er munandi hægri
enn hjá starvsfelagum teirra
í Danmark. Har ynskja bert
39% at fara í annað starv.
Orsøkirnar til at teir
ynskja at fara í annað starv
eru m.a. tí at arbeiðið er
ov strævið, at tað eru ov
nógvar ósemjur og vegna
starvsfelagar teirra.
Fleiri ynskja eisini at
gevast sum sjúkrarøkt
arfrøðingar fyri at fáa
nýggjar avbjóðingar og tí
teir hava eitt ynski um at
royna okkurt nýtt.
AG-Kjøt á Toftum
vónar at fáa so mong
skinn í ár. Sum støðan
sær út beint nú, fer
tað helst eisini at
eydnast teimum.
Skinn
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Toftir: Í lýsing í Sosialinum
6. november boðaði felagið
AG-Kjøt frá, at teir tóku
ímóti seyðaskinnum á
Toftum nakrar dagar fyrr
í hesum mánaðinum. Hes
ar dagarnar kom væl av
skinnum inn, m.a. eini 400
frá flettingarmonnum í
Tjørnuvík.
Um vikuskiftið var høvið
at sleppa av við skinn
á Tvøroyri, Sandi og á
Royndarstøðini í Kollafirði.
Opið ar frá kl. 10 til 17 á
hesum støðum.
– Tá eg tosaði við teir á
middegi í dag, var talið farið
at nærkast teimum 25.000
skinnunum, segði Alberg
Gaardlykke við Portalin stutt
eftir middag leygardagin.
Til Polen
Móttøkan av skinnunum
verður gjørd eftir eini
kunngerð um útflutning
av seyðaskinnum og neyta
húðum til ES-londini. Henda
kunngerðin varð sett í gildi
18. november í fjør.
Millum treytirnar fyri mót
tøkuni er hon, at skinnini
skulu hava ligið í salti í
minst 21 dagar.
Aðrar treytir eru, at seyð
urin ikki skal vísa nøkur tek
in um sjúku, ið kann smitta
dýr ella menniskju, ella
stava frá garði ella hagaparti
har klinisk tekin hava verið
um ridluskriða seinastu trý
árini.
Alberg Gaardlykke upp
lýsir, at skinnini verða útflutt
til Polen, umvegis ein týskan
millummann.
Fyrst var ein fundur
skipaður saman við
vinnuni. Í farnu viku
átti so handilsvinnan
túrin. Málið er at
fuglfirðingar skulu
hugsa út um egið
býarmark, og síggja
alt landið sum ein
marknað
Marknaður
Snorri Brend
Fuglafjørður: Eini 25 fólk
møttu upp til tiltakið, sum var
at meta sum ein byrjan til at
fáa samskipað viðurskiftini
hjá handilsvinnuni betur.
Hetta ger ikki minst galdandi,
nú onnur økir í nánd av
býnum brynja seg út til
kapping. Millum hesi økini
er ætlaði handilsdepilin, sum
er í gerð í Gøtudali.
Á fundinum helt Rógvi
Róin, marknaðar- og sølu
leiðari fyrilestur har hann
vísti á tær avbjóðingarnar,
sum handilsvinnan í býnum
kemur at standa fyri í
komandi tíðum.
– Neyðugt er, at handils
vinnan stendur saman og
skipar seg sum ein maður
úteftir, vísti hann á. Handils
vinnan eigur at fáa sær
marknaðir um alt landið, fyri
at fáa fleiri fíggjarlig bein at
standa á.
Borgarstjórin greiddi frá,
at býráðið í sambandi við
fíggjarætlanina fyri 2007
hevði avsett pening til at seta
í starv ein marknaðarleiðara
hjá kommununi.
Ætlanin er at hesin m.a.
skal taka sær av øllum
áhugamálum í býnum, bæði
mentanarlig, handilslig og
vinnulig.
Hesum átaki tók handils
vinnan sera væl ímóti.
Fuglfirðingar vilja víðka um marknaðin
30.000 skinn úr
øllum landinum
Millum tey 30.000 skinni teljast 400 sum Dávur Emil Hansen kom við úr Tjørnuvík
– Religiøsir prædikumenn skulu upp til roynd í donskum
máli í heimlandinum, áðrenn teir kunnu fáa uppihaldsloyvi
í Danmark!
Soleiðis ljóðar eitt uppskot frá danska integrasjónsráð
harranum. Uppskotið fer ikki bert at raka muslimskar imam
ar, men eisini kristnar trúargreinar uttanfyri fólkakirkjuna.
Bæði tann katólska kirkjan og Kirkernes Integrationstjeneste
ávara um, at kravið um málførleikan fer at oyðileggja tað
kirkjuliga arbeiðið millum innflytarar og flóttafólk, skrivar
Kristeligt Dagblad.
Ístaðin skjóta teir upp, at útlendsku prædikumenninir
sleppa við einum tvungnum skeiði í donskum í seinasta lagi
hálvt ár aftaná at teir eru komnir til landið.
Bæði Venstre og Dansk Folkeparti eru sinnað at hyggja eftir,
um hetta kravið kann gerast smidligari.
Integrasjónsráðharrin, Rikke Hvilshøj ynskir ikki at koma
við viðmerkingum, nú stuðulin til uppskot hennara sær út
til at minka.
Uppskotið verður annars lagt fram mikudagin.
Stríð um krøv til danskar prædikumenn