mánadagur 27. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 229 - 27. november 2006
Føroysku hondbólts
kvinnurnar stóðu
seg bæði minni
væl og væl, tá tær
vitjaðu í Íslandi um
vikuskiftið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki við mýkind
um, at føroysku hond
bóltskvinnurnar lendu í
Reykjavík fríggjadagin.
Fáar tímar eftir lendingina,
stóð landsdystur móti
Íslandi á skránni, og talan
gjørdist her um veruligt
sorl. Ikki minni enn 43-11
gjørdist sigurin hjá Íslandi
hendan fyrsta dystin.
Í so máta gekst betri leyg
ardagin, tá nýggjur dystur
varð spældur. Eisini hesa
ferð vann Ísland, men sigur
in var hesa ferð 27-21.
Av flogvølli í høllina
Sum skilst, so var stórtapið í
fyrra dystinum eitt úrslit av,
at spælararnir ikki høvdu ta
stóru tíðina at umstilla seg
til dystin. Tær, sum spæla
í Føroyum, høvdu eina
lítla venjing, beint eftir at
flogfarið hevði sett seg,
og síðani varð bíðað eftir
útisetunum, sum komu við
øðrum flogfari.
– Hesar seinnu komu at
kalla beint úr flogfarinum
til dystin, og yvir høvur
kundu vit illa vænta nak
að gott úrslit í hesum dyst
inum, sigur Sophus Dal
Christiansen, sum saman
við Flemming Raben tekur
sær av føroyska liðnum.
– Vit vóru tó samd um, at
hóast vánaligar fortreytir,
so skal hugburðurin vera
øðrvísi, og tað var hann
tíbetur eisini til seinna
dystin. Hendan taptu vit so
eisini, men vit hildu sera
væl fatur í teimum. Spæl
ararnir offraðu seg veru
liga, og tí gjørdist talan um
eitt munandi betri úrslit,
sigur Sophus.
Challenge fyri
framman
Sunnudagin spældi før
oyska liðið eisini venj
ingardyst móti Haukum
í Reykjavík. Til tann
dystin vóru útisetarnir á
føroyska liðnum farnar
til Danmarkar, og tað
gjørdi føroyska liðið veik
ari. Dysturin endaði við
fimmm-mála sigri til
Haukar, sum liggur mið
skeiðis í fremstu íslendsku
deildini.
Hjá føroyska liðnum er
hetta partur í fyrireikinunum
til Challenge-Trophy kapp
ingina, sum verður í apríl
mánaði 2008. Enn er ikki
greitt, hvar hendan verður,
men HSF hevur boðað frá,
at tey arbeiða við at fáa
kappingina til Føroya.
Ætlandi fær landsliðið
eisini nakrar venjingardystir
afturat komandi árið. Enn
er mótstøðan ikki greið,
men sum skilst skal talan
verða um dyst í paríl mán
aði.
Ísland fer nú at spæla
EM-undankapping í Ung
arn. Her skulu tær spæla
móti Ungarn, Italia og
Portugal.
Taptu báðar
dystirnar
Fyrri hálvleikur hjá
føroyska manslands
liðnum gekk sera væl
í báðum dystunum
móti Luksemburg,
men botnstøðið var
ov lágt, og so varð
liðið revsað hart
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tvey greið tap móti
Luksemburg,
so
vóru
føroysku landsliðsvenj
aranrir ikki so heilt ónøgdir
um ferðina hjá manslands
liðnum til Luksemburg.
Birgir Hansen, sum saman
við Kára Nielsen venur liðið,
helt í øllum førum, at teir
høvdu fingið rímiliga nógv
burtur úr teimum báðum
dystunum.
Verða trýstir
Stóri munurin millum lið
ini var sambært Birgir, at
spælararnir hjá Luksemburg
megnaðu at halda høvdið
kalt allan dystin at kalla.
– Vit møta einum liði,
sum hóskar væl til okkum.
Eg vil ikki siga, at okkara
eru so nógv verri, sum
úrslitið bendir á, men fyrst
og fremst, so megna teir at
trýsta okkum í samfullar 60
minuttir, og tað eru okkara
ikki vanir við, sigur Birgir.
– Í báðum dystunum hanga
vit sera væl í teimum. Fyrra
dystin skrædnar tó seinastu
10 minuttirnar, tá støðan
broytist frá 18-17 til 29-
20, og sum so er søgan ikki
heilt ólík í seinna dystinum.
Tá spæla vit ein fínan fyrra
hálvleik, men tá vit so byrja
seinna hálvleik við at fáa
tríggjar útvísingar, sleppa
teir veruliga avstað.
Men er tað ikki tekin um, at
fysiski parturin hjá føroyska
liðnum ikki er nóg sterkur?
– Tað haldi eg ikki. Tá tað
ræður um at renna, fylgja
vit væl við, men vit megna
bara ikki at halda høvdinum
kalt alla tíðina. Og so eru
eisini nakrir lutir, sum vit
enn mangla í okkara spæli.
Eitt nú skulu menn verða
munandi betri í ein móti
einum støðum.
Hava 14 mánaðir eftir
Dystirnir móti Luksemburg
vóru bara fyrsta stigið á
leiðini, nú føroyska liðið
fyrireikar seg til HM-undan
kappingina í januar 2008.
Og Birgir leggur eisini
dent á, at teir nú skulu
arbeiða miðvíst fram móti
stóra málinum.
– Enn er ikki heilt greitt,
hvørjir dystir liggja fyri
framman. Ísland hevur tó
játtað at koma hendan vegin
við einum liga-landsliði
ella U-21 landsliði, og teir
dystirnir verða væntandi um
mánaðarskifti, mars-apríl.
Hartil vóna vit at vera partur
av eini fýralanda-kapping
um eitt ár ella so.
– Men hjá okkum er
fyrst og fremst at leggja
eina miðvísa ætlan, hvussu
vit best fáa ment einstøku
spælararnar. Ein partur av
hesum verður at tosa við
ymsu venjararnar kring land
ið, soleiðis at hesir eisini
aktivt kunnu vera við til at
menna landsliðið. Har eru
sjálvandi fleiri lutir, sum
eiga at betrast, men nógvir
av teimum vit røkka, um
bara arbeiðið við hesum er
nóg miðvíst. Og tað verður
hetta, sum vit fyrst og fremst
fara at leggja okkum eftir,
sigur Birgir.
Pausurnar verða
revsaðar
Úrslitini
Kvinnur
Ísland-Føroyar
43-11
Ísland-Føroyar
27-21
Menn
Luksemburg-Føroyar
32-23 (15-13)
Luksemburg-Føroyar
41-29 (18-18)
Hóast tvey greið tap, so vóru føroysku landsliðsvenjararnir als ikki ónøgdir um avrikið í
Luksemburg
– Eg haldi eisini, at vit brúka ov nógvar kreftir upp á
dómararnar«
Hans Fróði Jensen, Fram
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
www.sosialurin.fo