Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 229 - 27. november 2006 ] Venjarin fekk sekkin Í gjár varð spanskur fótbóltur vitni til næstu venjarakoyringina í hesum kappingarárinum. Hetta hendi, tá botnliðið, Nastic, segði Luis César úr starvinum sum venjari hjá liðnum. Nastic hevur bara vunnið ein dyst av fyrstu tólv dystunum í ár. Fyrr í ár var Bakero koyrdur úr starvinum sum venjari hjá Real Sociedad. Wenger gevur skarvin yvir Hóast árið enn er ungt, so hevur Arsenal-venjarin, Arsene Wenger, longu nú boðað frá, at Arsenal ikki verður við í gullstríðnum. Hetta segði venjarin, eftir at Arsenal hevði tapt 3-1 móti Bolton leygardagin. – Vit hava eina rúgvu av kvaliteti í liðnum, men munurin upp til oddin er longu somikið stórur, at tað verður seraa trupult at vinna seg framaftur. Arsenal er í løtuni 12 stig aftan fyri Manchester United, sum er ovast á stigatalvuni í Premier League. – Vit gera ov nógvar feilir Eftir dystin fingu vit orðið á Margit Joensen hjá Mjølnir. Hon var skuffað av tapinum og helt, at leikararnir gjørdu alt ov nógvar feilir, og at hetta kostaði teimum sigurin. – Vit gera alt ov nógvar feilir til at vinna dystin. Okkara verjuspæl plagar at vera sera gott, men heldur ikki har spældu vit upp til okkara besta í dag. Tó skal leggjast afturat, at vit mangla onkran leikara í dag, men hetta er tó ikki orsøkin til vánaliga spælið. Eg haldi okkum tó hava víst, at vit kunnu vera betri enn hetta. Vit vunnu á Drátti mikudagin, og vit eru væl við í at kalla hvørjum dysti. – Vit taka tað róligt Vit fingu eisini orðið á Ellu Joensen, sum var ovurfegin eftir sigurin. Hon helt, at leikararnir megnaðu at halda høvdið kalt allan dystin. – Vit lurta eftir, hvat vit skulu gera, áðrenn vit fara inn til dystin, og so taka vit tað róligt. Vit megna eisini at halda konsentratiónina allan dystin, og hetta hevur verið ein trupulleiki hjá okkum. Nú eru vit tó komnar í gongd aftur, og hesin sigurin var góð­ ur fyri sjálvsálitið. Nú mugu vit síggja, hvussu langt tað fer at røkka. KÍF vann tryggan sigur í botndystinum í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær vitjaðu hjá Mjølni í Klaksvík. Við sigr­in­um er KÍF komið av aft­asta plássi, meðan Mjølnir nú er nýtt botnlið KVINNUFLOGÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var up til sannan gysara í botninum í meistaradeildini hjá kvinnum leygardagin, tá botnliðið, KÍF, var á vitjan hjá Mjølni, sum undan dyst­inum lá næstsíðst. Undan dystinum hevði KÍF ikki vunnið síðani fyrsta umfar, og tað vil siga, at tær høvdu tapt heili sjey dystir á rað. Mjølnir hevði hinvegin fingið best hugsandi upp­ taktina til botndystin ímóti KÍF, tá tær mikukvøldið vunnu 3-2 á oddaliðnum Drátti, eftir at tær taptu fyrstu tvey sett­ini. Tí kundi hugsast, at Mjølnir fór at fáa enn ein sigur leygardagin. KÍF legði bragdliga fyri Men soleiðis var ikki. Frá fyrsta bríksli sást á øllum brøgdum, at KÍF var komið norður til Klaksvíkar at vinna dystin. Byrjanin av fyrsta setti var tó jøvn, og mitt í settinum førdi Mjølnir 10-9. Men so tók KÍF dik á seg. Tær fingu veruliga gongd á spælið, meðan Mjølnir ikki ordiliga fann rætta stevið. Sum settið leið vann KÍF seg longur og longur fram um Mjølnir, og kvinnurnar úr Kollafirði megnaðu eisini at vinna fyrsta settið 20-25. Í øðrum setti sást frá byrjan av, hvat av liðunum var betri henda dagin. KÍF legði hart út, og skjótt høvdu tær lagt seg á odda 6-12. Nú var mótbrekkan stór hjá Mjølni, og sjálvt um tær royndu at vinna stigini inn aftur, so gekst strilti. Løtu seinni hevði KÍF økt um støðuna upp í 10- 18, og nú var settið í roynd og vera avgjørt. Úrslitið av øðrum setti gjørdist 25-18 til KÍF. Sigast má, at KÍF var væl betri fyrstu settini. Serliga stórur munur var í álopspartinum, har álopið hjá KÍF var væl sterkari og meiri fjøllbroytt. Harafturat vóru móttøkurnar góðar hjá kollfirðingum henda dagin. KÍF setti punktum Í triðja setti rondi Mølnir at leggja størri trýst á KÍF. Tær kempaðu um hvønn bólt, og fyrst í settinum tóktist KÍF at slappa ov nógv av. Mjølnir megnaði eisini at vinna seg fram um, og mitt í settinum førdi Mjølnir 12-9. Men so tók KÍF sær um reiggj, og løtu seinni hevði KÍF vunnið seg fram um aftur, og nú var støðan knappliga 15-17 til KÍF. Eftir hetta skiftust liðini um at skora í eina løtu, og Mjølnir megnaði eisini at kempa seg inn aftur í settið. Móti endanum vunnu tær seg upp á 22-23, men so var eisini liðugt. KÍF vann síðstu tveir bóltarnar, og settið endaði 22-25 til KÍF, sum við hesum vann sín fyrsta dyst í landskappingini síðani 8. oktober, tá tær vunnu fyrsta dystin á heimavølli ímóti SÍ. Við sigrinum hevur KÍF vunnið seg upp á fýra stig, og sostatt liggja tær undir liðuni á Mjølni. KÍF hevur tó nógv betri settmun, og tí eru tær komnar av aftasta plássi, har vit nú finna Mjøln­ir. Bæði Mjølnir og KÍF hava tó góð lið, og ikki er óhugsandi, at hesi liðini fara at vinna sær fleiri stig komandi dystirnar. Mjølnir-KÍF 0-3 (20-25, 18-25, 22-25): KÍF av aftasta plássi KÍF fekk sín frysta sigur síðani fyrsta umfar, og nú hava tær vunnið seg av aftasta plássi, har vit í staðin finna Mjølnir Mynd: Álvur