Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 229 - 27. november 2006 ] – Vit vóru bara betri Eftir dystin fingu vit orðið á Eyðstein Elttør hjá Mjølni. Hann metti dystin vera heldur dovn­ an, men helt, at Mjølnir bara var betra liðið henda dagin. – Har var ikki serliga stórur intensitetur í dyst­ inum í dag, men eg haldi tó, at vit vóru bara betri enn Fram í dag. Síðsta vikuskiftið vunnu vit á ÍF, og í dag vinna vit á Fram, so um vit halda fram við hesum, so kann tað røkka heilt langt hjá okkum í ár. Vit eru longu í steypafinaluni, so málið hjá okkum má vera at vinna bæði steypa­kapping og lands­ kapping. – Vit halda ikki avtalurnar Vit fingu eisini orðið á hevaran hjá Fram, Hans Fróða Jensen. Hann var ikki nøgdur við innsatsin ímóti Mjølnir og helt, at Fram tapti fyri einum betri liðið henda dagin. – Okkara avtalur halda ikki væl í dystinum í dag, og eg haldi, at vit taptu fyri einum betri lið­ið. Móttøkurnar vóru heldur ikki serliga góð­ ar, og tá er ikki lætt hjá okkum. Eg haldi eisini, at vit brúka ov nógvar kreftir upp á dómararnar. Teir døma tað, sum teir síggja. Men tað kann tó vera strævið at fáa stig ímóti sær, sum man heldur seg eiga. Dánial aftur á Toftum Um vikuskiftið skrivaði B68 undir eitt ára samstarvsavtalu við 29 ára gamla Dánial Hansen, sum er glyvramaður, og sum fyri tað mesta hevur spælt í NSÍ. Dánial er fjølgávaður spælari, sum hevur spælt í miðverjuni, á høgra vongverja, á miðvøllinum og eisini í álopinum. Dánial er ikki ókendur á Toftum, tí hann spældi við B68 fyri trimum árum síðani. Dánial spældi við Formula-liðnum hjá NSÍ fyrru hálvu í ár. Eftir summarsteðgin vandi hann millum lítið og einki, og tí spældi hann tá við næst besta liðnum hjá NSÍ. Jákup í HB til 2008 Ársins spælari í føroyskum fótbólti, Jákup á Borg, heldur fram í HB komandi tvey kappingarárini. Ják­ up hevði sáttmála við HB fram til 2007, men longu nú hava partarnir longt sáttmálan, so hann eisini fevnir um kappingarárið 2008. Mjølnir vann tryggan sigur í toppdystinum í meistaradeildini hjá monnum ímóti Fram. Við sigrinum hevur Mjølnir lagt seg einsamalt á odda, meðan Fram missir týðandi fet í oddatríðnum MANSFLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Gongdin hjá bæði Mjølnir og Fram hevur verið sera góð síðstu dystirnar. Mjølnir hevði undan dystinum vunn­ ið tríggjar dystir á rað, og seinasta dyst vunnu teir 3-0 ímóti ÍF, sum hevði vunnið allar sínar dystir undan hes­ um dystinum. Hjá Fram hev­ ur eisini gingist væl. Teir hava vunnið seinastu tveir dystirnar, men seinast teir taptu, var tað júst fyri Mjølni, so kanska klaksvíkingarnir vóru lítlir favorittar undan toppdystinum á heimavølli. Javnt fyrsta sett Men sjálvt um Mjølnir kanska var lítil favorittur, so fekk Fram tó betri byrjan upp á dystin. Teir løgdu hart út, og Mjølnir hevði sera stórar trupulleikar at sleppa fram við blokkinum hjá Fram fyrsta løtuna. Fram megnaði eisini at vinna seg fram um, og tíðliga í settinum førdu teir 6-10. Løtu seinni høvdu teir vunnið seg upp á 8-13, og teir tóktust hava gott tam­ar­hald á leikarunum hjá Mjølni. Men so steðgaði upp. Mjølnir fekk glið á sítt spæl, og næstu næstu løtuna vann Mjølnir seks bóltar, með­ an Fram bert vann ein, og so stóð knappliga á jøvnum 14- 14. Eftir hetta var Mjølnir oman á, og teir vunnu seg skjótt fram um Fram, sum tó royndi at hanga í. Mjølnir megnaði tó at vinna fyrsta settið, og úrlistið gjørdist 25-22 til heimaliðið. Mjølnir helt fast Í øðrum setti legði Mjølnir hart út. Teir spældu gott og skjótt álopsspæl, og oftast megnaðu teir at sleppa fram við sterka blokkinum hjá Fram fyrstu løtuna. Tíðliga í settinum vann Mjølnir seg fram um 10-6, og hesa leiðsluna hevði Fram ringt við at vinna inn aftur. Í staðin fyri at spæla flogbólt, so valdu leikararnir hjá Fram í nógvum førum at grenja inn á dómaran, og hetta gjørdi, at konsentratiónin sveik í mongum førum. Mjølnir dugdi eisini væl at gera sær dælt av hesum. Og løtu seinni høvdu teir vunni ðseg fram um 19-14. Nú var settið í roynd og veru avgjørt, og Mjølnir vann eisini hetta settið 25-18. Kjaftaslit kostaði Í triðja setti var tó líkt til, at Fram hevði sæð veruleikan í eyguni. Teir byrjaðu væl og megnaðu beinanvegin at leggja seg á odda 1-4. Hesa løtuna hevði Mjølnir stór­ar trupulleikar við blokk­inum. Men so við og við megnaði Mjølnir at fáa gongd á aftur spælið, og løtu seinni stóð á jøvnum 8-8. Nú hevði Mjølnir fing­ ið glið á aftur spælið, og ikki gekk long tíð, áðrenn klaksvíkingarnir aftur vóru á odda. Nakrar bóltar seinni var støðan knappliga 14-11 til Mjølnir, og nú sá ikki gott út hjá Fram. Teir royndu tó at berja seg innaftur í dystin, men Mjølnir vóru snøgt sagt betri henda dagin. Teir øktu enn meir um leiðsluna upp í 20-15, og so var liðugt fyri Fram. Mjølnir vann eis­ini triðja settið. Úrslitið gjørdist 25-20, og sostatt vann Mjølnir toppdystin í bestu mansdeildini, og við sigrinum hava teir nú lagt seg einsamallar á odda. Tað var tó ikki so løgi, at Mjølnir vann henda dystin. Fram brúkti alt ov nógvir kreftir at gremja seg um dómaran, og í longdina var tað helst hetta grenjið, sum kostaði teimum sigurin. Kanska gjørdu dómararnir ávísar feilir, men feilirnir vóru tó ikki so nógvir í tali, at leikararnir hjá Fram høvdu grund til at gremja seg á ein slíkan hátt, sum talan var um í Klaksvík leygardagin. Mjølnir-Fram 3-0 (25-22, 25-18, 25-20): Mjølnir vann toppdystin Mjølnir vann tryggan 3-0 sigur í toppdystinum í meistaradeilini hjá monnum. Við sigrinum liggja teir nú einsamallir á odda Mynd: Álvur