mánadagur 27. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 229 - 27. november 2006 ]
Met-vinningur í Lotto
Ein heppin Lotto-spælari í Solrød í Danmark
kann nú gleða seg til jólini. Um vikuskiftið setta
Lotto nevnliga nýtt met, tá einsamallir vinnarin
streyk avstað við ikki minni enn 24.648.344
kr. Enn hevur Danske Spil ikki hoyrt frá
vinnaranum.
Rooney í United til 2012
Í nýggja sáttmálan verður samstarvið millum Rooney og
felagið økt við uppaftur tveimum árum, og sjálvandi er talan
eisini eina munandi lønarhækkan.
– Hon endurspeglar framhaldandi arbeiði okkara við at
byggja upp eitt lið sum heldur saman, segði United-venjarin,
Alex Ferguson og nevnir í hesum sambandi Cristiano Ronaldo
sum skrivaði undir nýggjan sáttmála í fjør.
–– Vit síggja Wayne og Cristiano menna seg til heimsins
bestu spælarar. Teir hava síni bestu ár frammanfyri sær, og vit
eru heppin sum kunnu verða vitni til hetta, sigur Ferguson.
Vinnararnir í ymisku bólkunum:
Gentur 12 ár og yngri
Nr. Navn
Teinur
Tíð
1 Gerda Olesen
500 m
2.10.03
2 Hanna Hansen
500 m
2.13.00
3 Erla Johannesen
500 m
2.21.08
Dreingir 12 ár og yngri
1 Jóanis A. Nielsen
500 m
2.29.06
Gentur 13-14 ár
1 Lis Elin Nielsen
1000 m
3.54.02
2 Erla Jacobsen
1000 m
4.05.00
3 Sara Joensen
1000 m
4.41.00
Dreingir 13-14 ár
1 Bergur Johansen
1000 m
3.42.02
2 Ásmund Hansen
1000 m
3.54.07
3 Jaspur Jørgensen
1000 m
4.07.08
Gentur 15-18 ár
1 Sarita K. Hansen
2000 m
8.25.03
Dreingir 15-18 ár
1 Karl Danielsen
2000 m
6.39.06
2 Joen Petur Jacobsen
2000 m
6.50.00
3 Jóhan Dam
2000 m
6.55.00
Lættvekt kvinnur
1 Súsanna S. Sørensen
2000 m
7.19.01
Lættvekt menn
1 Búgvi Poulsen
2000 m
6.32.08
2 Beinir Danielsen
2000 m
6.36.09
3 Sigurd Nordendal
2000 m
6.41.03
Tungvekt menn
1 Heini Hátún
2000 m
6.20.04
2 Øssur Hansen
2000 m
7.11.05
3 Tórhallur Thomsen
2000 m
7.11.07
Kvinnur 35 ár og eldir
1 Ebba Jacobsen
1000 m
4.04.08
2 Anja Hansen
1000 m
4.32.01
Menn 35 ár og eldir
1 Jógvan H. Hansen
1000 m
3.42.00
TB snøgt sagt hølvaði
Drátt av í meistara
deildini hjá kvinnum,
og við sigrinum hava
tær lagt seg undir
liðuna á bæði Drátti
og ÍF á ovastu rók
KVINNUFLOGBÒLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Undan dystinum í Trongis
vági lá Dráttur á odda sam
an við ÍF í bestu kvinnu
deildini, meðan TB lá beint
í hølunum á teimum bert
tvey stig aftanfyri. Hesi
bæði liðini hava tó ikki havt
ta allarbestu gongdina síðstu
dystirnar. Mikukvøldið tapti
Dráttur á heimavøllli fyri
botnliðnum, Mjølni, men
eisini TB tapti sín seinasta
dyst, tá SÍ vann á teimum í
Sørvági síðsta sunnudag. Tí
høvdu bæði liðini brúk fyri
stigunum fyri at koma aftur
á røttu kós.
Einki ivamál
um sigurin
Toppdysturin í Trongisvági
bleiv tó ongantíð spennandi.
TB var snøgt sagt nógv
betri enn Dráttur, og liðið
úr Vágunum kom slett ikki
við í dystin. TB legði hart út,
og í fyrsta setti vunnu kvinn
urnar av Tvøroyri 25-15.
Í øðrum setti fekk Dráttur
somu viðferð. TB var aftur
væl betri, og enn einaferð
megnaði TB at hølva Drátt av.
Úrsltið gjørdist aftur 25-15
til TB. So skuldu liðini bæði
í gongd við triðja sett, og
hetta vísti seg eisini at gerast
síðsta settið í dystinum. Her
fekk Dráttur ikki ein fót fyri
seg, og TB vann heili 25-11
í síðsta setti.
Alt liðið hjá TB spældi
ein ótrúliga góðan dyst. Tær
løgdu stórt trýst á Drátt við
góðum og høðrum servum, og
so royndu tær at halda trýstið
við ágangandi álopsspælið.
Móttøkurnar hjá TB vóru
eisini ótrúliga góðar, og tí
blivu møguleikarnir hjá álop
inum nógv størri. Í triðja setti
valdi TB eisini at geva fleiri
av heilt ungu leikarunum
møguleikanum, og hesar
kláraðu tað sera væl.
Hjá Drátti kom ósigurin
illa við. Tær hava nú tapt
tveir dystir á rað, og liðið
sær ikki út til at koyra alt
ov væl í løtuni. Leggjast
skal tó afturat, at ein av
royndu leikarunum. Helga
Nordendal, hevur ikki verið
við síðstu tveir dystirnar,
men um hetta er grundin til
tapini skal vera ósagt.
TB-Dráttur 3-0 (25-15, 25-15, 25-11):
TB bukaði oddaliðið
Undankapping til
NM í inniróðri var
í vikuskiftinum, og
her megnaðu sjey
føroyskir rógvarar
at rógva seg víðari til
NM
INNIRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Høllin á Giljanesi var leygar
dagin karmur um kapping í
inniróðri, sum Miðvágs Róðr
arfelag skipaði fyri. Enda
málið við kappingini var at
geva føroyskum rógvarum
ein møguleika at rógva seg
til norðurlandameistaraskapin
í inniróðri, sum verður á
skránni tíðliga í næsta ár. Ein
liðkapping var eisini á skránni
á Giljanesi, har rógvarar, sum
kanska ikki høvdu áhuga fyri
NM-kappingini, kundu fara
við til.
Luttøkan var hampiliga
góð, og fleiri av føroysku rógv
arunum kláraðu kravtíðirnar,
sum Róðrarsamband Føroya
hevði sett til kappingina. Tá
kappingin var komin at enda
var greitt, at sjey luttakarar
kláraðu kravtíðirnar, og teir
sleppa so við til NM í næsta
ár. Teir sjey vóru: Gerda
Olsen, Lis Elin Nielsen, Karl
Danielsen, Búgvi Poulsen,
Beinir Danielsen, Súsanna
Skylv Sørensen og Heini
Hátún.
Sjey róðu
seg til NM
Kapping í inniróðri var leygardagin, har
føroyskir rógvarar høvdu møguleika at
rógva seg til NM. Hesi 10 vunnu tær ymisku
kappingarnar
Mynd: www.drekin.fo