mánadagur 27. november 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2006
23
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Blaðstjóri
í fongsul
Í Jemn hevur blaðstjórin
Kamal al-Olufi fingið eitt
árs fongsul, tí blað hansara
setti eina av teimum nógv
umstríddu Muhammed-
tekningunum hjá Jyl
landsPostinum á sína
heimasíðu.
Blaðstjórin
valdi seinni at skriva eina
grein, har hann vardi
profetin, men tað hevði
eftir øllum at døma onga
ávirkan á dómararnar í
rættinum. Umframt dómin
ímóti
blaðstjóranum
gjørdi rætturin av, at blaðið
skal ikki koma út teir
næstu seks mánaðarnar,
og bæði blaðstjórin og
útgevarin
fingu
bót.
Leygardagin
gingu
jemenskir tíðindamenn
mótmælisgongu
ímóti
dóminum, sum eisini er
kærdur fyri ein hægri
rætt.
Minnis-
konsert
Bretsku prinsarnir Wlliam
og Harry, sum eru synir
Charles prins og Dianu
prinsessu, hava gjørt av at
skipa fyri einari konsert
til minnis um mammuna.
Konsertin verður á Wemb
ley Stadium í London
tann 1. juli næsta ár, tí
tann dagin hevði Diana
prinsessa fylt 45 ár.
Diana doyði í einari
ferðsluvanlukku í París
tann 31. august í 1997,
tá bilførarin hjá henni og
vinmanni hennara royndi
at koyra undan einum
myndamanni.
Bilurin
rendi á ein stólpa, og
bæði Diana og vinmaður
hennara doyðu. Kanningar
vístu, at bilførarin var
drukkin.
Gekk nakin
í svøvni
Klokkan hálvgum sjey
leygarmorgunin ringdi ein
maður í Asker í Noregi til
løgregluna og boðaði frá,
at ein nakin maður stóð í
gongini. Løgreglan sigur
við blaðið Budstikka, at
tann nakni maðurin var
líka ovfarin sum tann,
ið ringdi til løgregluna.
Hann dugdi ikki at greiða
frá, hví hann var farin inn
til hin mannin, og hann
visti heldur ikki, hví hann
gekk nakin úti og mól.
Niðurstøðan hjá løgregluni
bleiv tí, at maðurin hevði
gingið í svøvni.
– Vit og skotar hava so nógv felags, at tað
tænir hvørgum okkara at kvetta bandið
Gordon Brown
Fimm ungir veiðimenn eru
funnir myrdir har norðuri
í
landinum.
Løgreglan
hevur illgruna um, at teir
sóu okkurt, sum ikki tolir
dagsins ljós.
Tveir av teimum myrdu
monnunum vóru brøður,
og hinir tríggir vóru systk
inabørn teirra. Allir vóru
millum 17 og 33 ár. Teir
vóru farnir á veiðiferð í
einum øki einar 300 kilo
metrar í útnyrðing úr Athen,
men leygarkvøldið vórðu
teir funnir skotnir.
Grikska løgreglan sigur,
at fýra av líkunum lógu
á sama staði, meðan líkið
av tí 17 ára gamla Alex
Nikolopoulos lá einar 100
metrar frá hinum. Byrs
urnar, sum teir høvdu havt
við sær, lógu hjá líkunum.
Løgreglan sigur, at tann
17 ára gamli hevði ringt
til pápa sín leygardagin
við fartelefonini, men at
samrøðan bleiv avbrotin.
Tað var eisini pápi Alex
Nikolopoulos, sum fann
líkini av teimum fimm
monnunum.
- Allir vórðu skotnir, og
tað er eingin ivi um, at tann
ella teir, sum skutu, skutu
fyri at drepa menninar.
Hendan
brotsgerðin
er
tann fyrsta av sínum slagi
í Grikkalandi. Eg havi
ongantíð sæð nakað slíkt
fyrr, sigur løgregluovastin
Vassilis Tsiatouras.
Løgreglan kann nú málið,
men viðgongur, at hon
hevur eingi spor at ganga
eftir. Ein møguleiki er, at
teir fimm menninir hava
verið vitni til eitt ella annað,
sum ikki tolir dagsins ljós,
og at teir vórðu fyribeindir.
- Eg havi ongantíð sæð
nakað slíkt, sigur grikski
løgregluovastin.
Minuserfrøðingar
hjá
ST-hermonnunum í Liba
non hava staðfest, at
Ísrael brúkti landminur í
krígnum har í summar.
Líka síðani kríggið mill
um Ísrael og Hizbollah
hava libanar hildið uppá,
at ísraelski herurin brúkti
landminur, og nú siga ST-
hermenninir í Libanon, at
tað var so.
Fríggjadagin í síðstu
viku brast ein landmina,
og
tveir
evropeiskir
minuserfrøðingar og ein
libanskur lækni vórðu
særdir. Ein talsmaður
hjá
ST-hermonnunum
segði seinni, at talan var
um eina landminu, sum
ísraelski herurin hevði lagt
har undir bardøgunum í
summar.
- Hetta er tað fyrsta
prógvið, sum vísir, at
ísraelski herurin legði land
minur í Suðurlibanon í ár,
segði ST-talsmaðurin.
Ísraelskar hernaðarkeld
ur hava ikki avsannað
tíðindini, men ein ónevnd
ur
ísraelskur
heryvir
maður segði við AP um
vikuskiftið, at tað kunnu
vera
Hizbollah-menn,
sum løgdu minuna, og har
afturat kann tað hugsast,
at hon hevur ligið har í
fleiri ár.
Bæði í Onglandi og
Skotlandi er meiriluti
fyri, at Skotland og
Ongland fara hvør til
sítt
Um nakrar mánaðir eru 300
ár liðin, síðani Ongland
og Skotland vórðu skipað
sum ein eind, men fáa
onglendingar og skotar
sín vilja, fær eindin ikki
mong ár afturat. Tá kann
Bretland fara í søguna sum
Jugoslavia á sinni.
Í hvussu er vísir ein
nýggj
meiningakanning
hjá blaðnum The Sunday
Telegraph, at 52 prosent
av skotska fólkinum taka
undir við, at Skotland verð
ur loyst frá hinum parti
num av Bretlandi. Í Ong
landi hava uppaftur fleiri
somu áskoðan, tí har siga
59 prosent av teimum
spurdu, at tey taka undir
við, at Skotland verður
sjálvsstøðugt ríki. Sama
kanning vísir, at næst
an tveir triðingar av ong
lendingunum halda, at Ong
land eigur at hava sítt egna
parlament.
Sambært The Sunday Tele
graph kemur úrslitið óvart
á mong, og blaðið heldur,
at kanningin kemur skotska
tjóðskaparflokkinum SNP
væl við undan skotska parla
mentsvalinum næsta ár.
SNP er fyri at loysa Skot
land frá Onglandi.
The Sunday Telegraph
heldur, at loysingarhugurin
hjá
onglendingum
og
skotum kann gerast ein
avbjóðing
fyri
Gordon
Brown, sum eftir øllum at
døma skal taka við eftir
Tony Blair.
- Hugsa vit um, hvat bind
ur okkum saman so sum
ættarbond,
búskaparliga
sambandið, okkara felags
virði og tey søguligu bond
ini, so vænti eg, at fólk
fara at skilja, at vit standa
sterkari sum ein eind heldur
enn at fara hvø til sítt, sigur
Gordon Brown við blaðið.
Bæði onglendingar og skotar
vilja hava loysing
Ísrael legði landminur
í Libanon
Grikkar skelkaðir av morðum