Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 229 - 27. november 2006 tíðindi -Tað vil á ongan hátt skaða eitt fólk at geva øllum full mann­a­rættindi, eis­ini samkyndum. Tvørturímóti verður lív­ið lættari fyri øll, tí tá vísa vit tolsemi, og vit geva møguleika fyri og góðtaka, at vit menn­iskju er sera fjøl­broytt, og at vit ikki bert eru ”rein” á ein hvønn hátt. Tað verð­ur lættari hjá for­eldr­um, systkjum, vinfólki og fjøldini sum heild at liva við segði Bogi Davidsen m.a. tá hann møtti í Rættarnevndini í morgun Rættarnevnd løgtingsins er farið undir hoyring í sam­bandi við uppskotið um broyting av lóg 266B, sum fevnir um bann móti mismuni mótvegis minn­i­lut­ a­bólkum - eisini sa­m­kynd­ um. Millum tey, sum vórðu hoyrd í morgun, var eisini føroyski samkyndi læknin, Bogi Davidsen. Og nið­an­ fyri prenta vit røðuna hann helt fyri limunum í Rætt­a­r­ nevndini: Tala í Rættarnevndini í Før­oya Løgtingi t. 27.11.06 við evninum lóg um broyting av lóg 266B, sum fevnir um bann móti mismuni mót­ vegis minnilutabólkum - eisini samkyndum. Góðu løgtingslimir, limir í rættarnevndini og Føroya fólk. Eg eri ómetaliga glaður fyri, at vit í Føroyum eru kom­in so langt nú, at vit nú kunna tosa alment um tey samkyndu, eisini á ein sið­i­ligan hátt, og at vit kjak­ast um at geva okkum eina lóg, sum verjir ávísar minnilutabólkar, m.a. eisini tey samkyndu. Kjakið er sera umfatandi, og eru fólk bæði fyri og ímóti, sum tað eigur at vera í einum demokratiskum samfelagi. Samstundis verður eisini nort­ið við mangt og hvat, sum ikki júst hevur nakað við hetta lógaruppskot at gera. Tíanverri er málburðurin í talu og skrivt av og á stak ljótur. Vanlig fólk, um tey eru fyri ella ímóti, mugu øt­ast við. Tað man ikki vera neyðugt hjá mær at koma við dømum. Tað eru tí ikki vit samkyndu, sum gera Føroyum kend á ein ó­dám­ ligan hátt. Eg haldi, at vit kunna bólka áskoðaninar upp so­leiðis: ein bólkur er fyri lóg­ar­ upp­skot­i­num ein bólkur er móti ein bólkur er í iva um lógaruppskotið. Okkara mál er, at vit ynskja at styrkja ein minniluta bólk, nevn­i­liga tey samkyndu. Í samstarvi við útheimin hava tey samkyndu ment seg, serliga síðani Stonewall stríð­ið í New York í 1969, har vit stríddust móti tí al­menna áganginum - eis- ini politivaldinum. Tá kom felagsskapurin ”Gay Lib­e­r­a­t­ ion Front”, sum síðani á­hald­ andi hevur arbeitt í teimum flestu vesturlondum fyri okk­ara søk. Tað styrkti eisini ar­beiðið í Norðurlondum, har ”For­bundet af 1948”, seinri í Dan­mark kallað ”Forbundet for bøsser og lesbiske” hevur gjørt eitt munagott arbeiði fyri okkum síðani 1948. Vit eru komin langt ávegis. Vit eru nú bæði glað fyri okk­ ara lív og errin av at vera og eisini liva sum samkynd við rættindum, sum økjast dag um dag, men sjálvandi eisini við teimum skyldum, sum samfelagið setur hvørjum ein­stakum borgara og undir fullari ábyrgd. Vit samkyndu gleðast yv­ir, at vit ikki longur verða tagd burtur. Vit koma áhaldandi fram við okkara ynskjum, sum eru, at okkara lív sum menniskju skal vera sum hjá hinkyndum heima í Føroyum, á bygd og í bý, eins og uttanlands, mennandi og spennandi frá barnsbeini av og til vit eldast, og at vit kunnu liva í friði og gleði saman við foreldrum, systkjum, fam­ ilju, vinfólkum og fólki sum heild. Sjálvandi eru vit samkyndu heima í Føroyum eins og fjøldin vard móti likamligum á­gangi í revsilógini og móti happing av einum og hvørj­ um slag og niðring í in­jur- i­u­lógini. Tað skal tað ikki vera nakar ivi um. Men tær lógirnar verða bert nýttar, tá støðan er komin alt ov langt út yvir vanligt sámuligt lív, og tað krevur persónliga styrki hjá einstaklinginum til at ákæra. At góðtaka hesa lógina heima í Føroyum fer at hava somu fylgjur heima í Før- oyum sum uttanlands, men fer ivaleyst at taka longri tíð. Vit vóna, at um lógin verður góðtikin, at tað serliga fer at styrkja støðuna hjá ungum, sum eru samkynd, og sum síðani eisini velja at liva sum samkynd. Tit, sum ikki eru samkynd vita ikki, hvussu tað kennist sum ungur at hoyra niðrandi talu ella umtalu, og hvussu tað ávirkar sinnið. Mong koma tíanverri ikki fyri seg, liva í loyndum við sínum kenslum og tonkum, summ i ger­ast døpurhugað, nøkur velja at taka lívið av sær, men vónandi verður hetta alt færri. Tí vit er nú ment so mikið uttanlands og vónandi eisini heima, soleiðis at lívið gerst so líðandi lættari og lættari at liva. Tann ljóti málbururin stuðl­ar eisini teimum, sum av eini hvørjari orsøk, ikki kunna góðtaka okkum. Tað kann kanska vera ein orsøk til, at fimm mans leypa á tann unga samkynda Rasmus Ras­mussen, likamsliga løsta hann og sálarliga pína hann, so hann enn liggur á sálardeildini, og sum eg skilji nú hevur sagt seg úr tón­leikabólkinum, sum hev­ ur glett nógv her heima. Tað, vit samkyndu kunna velja, er at liva sum okkara náttúra sigur okkum, men vit hava onga ávirkan á, hví vit eru vorðin samkynd, og tað hevur heldur ikki tann stóra týdningin fyri okkum, um vit eru tað av genetiskara orsøk ella vegna okkara um­hvørvið, sum mong hava so nógvan áhuga fyri at vita. Hví? Tað, vit kunna velja og vón­andi eisini velja, er at liva soleiðis, sum vit sjálvi kenna, at vit eru. Rólant Sam­uelsen, sáli, úr Havnini segði tað so greitt í samtalu í Oyggjaskeggjanum í 1975, og hann var eisini eitt vanligt kirkjufólk og var trúgvandi. Hann segði: ”Hann, Harrin, hevur eisini skapt meg.” Um vit endiliga skula tosa um synd, so er tað fyri okkum ikki ein synd at liva, sum mann er, men tvør­t­u­r­ í­móti. Men undir ábyrgd yv­ir fyri sær sjálvum og sam­felaganum. Syndin er ikki at liva, sum mann er, og ein onnur synd er at forða øðrum í at vera og liva, sum tey eru – innan samfelagsins lógarkarmar. Tað er umráðandi at búgva í góðum umhvørvi, at vera elskaður og góðtikin serliga av foreldrum, systkjum, vin- um, men eisini av fjøldini. Tí eiga vit at fáa hesa lóg. Vónandi fer tað at føra við sær, at málburðurin verður soleiðis, at vit sleppa undan hesum ljóta prátinum og tí niðrandi taluni, uttan mun til um lógin verður viðtikin ella ei á hesum sinni. Hon skal uttan iva verða tað seinri. Grundarlagið undir okkara sam­felagi í Føroyum og í Vest­urheiminum byggir fyri ein stóran part á tað kristna grund­arlagið, sum nógv sam­ kynd eisini byggja teirra lív á. Fyri tey flestu her heima í Føroyum hevur tað verið ein trupulleiki, at menn sum løgtingslimirnir Jenis av Rana, Gerhard Lognberg og Óli Breckmann og so hval­víkspresturin hava sagt, hvussu Bíblian eigur at tulkast, og hvussu tað skal atkvøðast. Vanlig hampafólk hava ongan vanligan prest havt úr fólkakirjuni at stuðla seg til. Tað er tí ómetaliga gleðiligt at lesa greinina hjá prestinum, Sonju Klein, t. 24. 11., har hon stuðlar okk­um so dyggiliga út frá kærleiksboðskapinum. Tað kann vera, at nøkur ivandi nú fara at hugsa seg umaftur bæði á tingi og uttanfyri. Tíðarinnar tonn hevur havt við sær stórar broytingar í samfelagnum ígjøgnum øld­ ir, tí vit menniskju hava havt høvi til at tulka tekst og orð og eisini andan í orðunum, og ikki bert stava okkum í­gjøgn­um orð fyri orð. Til dømis hava tey litaðu í USA og Suðurafrika og aðra staðir fingið lógir í- móti rasismu. Vanlig fólk hava fingið atkvøðurætt, og ikki bert harrafólk ella tey ríku ráða. Einligar mamm ur og teirra børn hava nú á døg­um fullan líkarætt, men so­leiðis hevur tíanverri ikki al­tíð verið. Tað mugu enn nógv eldri enn minnast. At kvinnur hava bæði fingið at­kvøðurætt og lóg, sum gev­ur teimum líkarætt við menninar, soleiðis at vit nú eisini her heima í Føroyum kunnu hava kvinnur sum prest­ar, løgtingslimir, og eis­ ini hava vit havt eina kvinnu sum løgmann. Men tað hevur verið eitt áralangt stríð, sum nú lutvíst er vunnið. Eg kann ikki ímynda mær, at tann før­ oyska kvinnan nakrantíð fer at góðtaka at venda aftur til ta gomlu tíðina, har maðurin ráddi, bert tí hann var maður. Tað er at fegnast um Tí berjast vit samkyndu á sama hátt og koma áhaldandi at gera tað. Vit eru ovurfegin um stuð­ulin frá løgmanni Jó­ann­esi Eidesgaard, Ann­ itu av Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Andreasi Pet­ ersen, Pouli Michelsen og øðr­um tinglimum. Vit eru ikki úti eftir at háða okkara føðiland Før­ oyar, sum vit elska eins nógv og onnur, ei heldur at happa og háða tey, sum eru ímóti hesi lóg, men vit siga okkara áskoðan móti teirra áskoðan, sum eisini er okkara sjálvsagdi rættur í einum demokratiskum sam­ felagi. At góðtaka hesa lóg hevur stóran signaltýdning fyri okk­um samkyndu, serliga teimum ungu, okkara fam­ilj­ um, vinfólki og fjøldini sum heild, heima og uttanlands. Tað vil á ongan hátt skaða eitt fólk at geva øllum full mannarættindi, eisini sam­ kyndum. Tvørturímóti verð­ ur lívið lættari fyri øll, tí tá vísa vit tolsemi, og vit geva møguleika fyri og góðtaka, at vit mennuskju er sera fjøl­ broytt, og at vit ikki bert eru ”rein” á ein hvønn hátt. Tað verð­ur lættari hjá foreldrum, systkjum, vinfólki og fjøldini sum heild at liva við. Tí vil eg enn eina ferð eins og fyrr í sjónvarpi, útvarpi, bløðum, í Løgtinginum, í Landsstýrinum, í grund­lóg­ ar­nevnd­ini/stjórn­mál­a­nevnd­ ini og nú her í Rættarnevndini tosa og arbeiða fyri, at lógin verður góðtikin. Tað verður teimum løgtingslimum, sum atkvøða fyri henni til heiðurs og okkum minnilutum og fjøld­ini til gagns. Tá kunna vit gleðast yvir, at vit kunnu búgva í Føroyum, og at vit koma heimaftur ella bert vitja heima í Føroyum. Um so er, at onkur vil spyrja meg um okkurt, fari eg at royna at svara so mikið, sum eg eri førur fyri, so trúliga og erliga eg kann, uttan at eg goymi tað, sum eg og vit samkyndu ynskja okkum í framtíðini. Vón­andi kann eg eisini svara teim­ um ivandi um hetta mál, tí nógv er ógreitt - eisini fyri okkum. Loksins vil eg minna á eina yrking hjá Hans Andreas Djur­huus, sum eg longu havi nevnt fyrr í bløðunum: ”Tey standa og vagga.” Har stendur: hvønn vøkstur Gud hevur fagnað, og hvør eigur lívsins rætt. Yrkingin og andin í orð­u­ num eru ikki ein spurningur, men ein staðfesting. Takk fyri orðið. Bogi Dán­i­al­ son Davidsen Skaðar ikki at geva øllum full mannarættindi Bogi Davidsen saman við øðrum av uppskotsstillaranum, Finni Helmsdal, løgtings Tjóðveldisfloksins Sonja Jógvansdóttir og Bogi Davicsen, sum bæði eru samkynd og búgva í Danmark, møttu í Rættarnevndini í morgun