týsdagur 28. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 230 - 28. november 2006
tíðindi
Hóskvøldið kann
Vígdis Hentze Olsen
gerast besti dansari í
Danmark, vinna kr.
250.000 og eitt skeið
á einum av heimsins
bestu dansiskúlum
í New York. Vit hava
í práti við mammu
Vígdis hugt afturum
ungu kvinnuna, ið
hevur dansað seg
beint inn í hjørtuni
á føroyingum og
dønum.
Dansur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jóna Frida Hentze kom til
Danmarkar hósdagin 16.
november at stuðla dóttir
síni Vígdis Hentze Olsen,
nú tað nærkaðist endanum
í Kan Du Danse?
Hóast Vígdis hetta kvøld
ið kundi verið send heim,
so var ætlanin alla tíðina at
vera í Danmark til aftan á
finaluna. Hetta var tó ikki
orsakað av eini blindari
sannføring um, at dótturin
fór at enda í finaluni.
- Vígdis segði longu
tá, at hon líka væl sum
onkur annar kundi verða
send heim. Tí støðið var
so høgt, at tað kundi verða
smáar detaljur, ið gjørdu
av hvør var sendur heim,
so eg væntaði einki. Um
tað skuldi hent, at hon varð
send heim, so kundu vit fari
saman at hugt at finaluni,
greiður Jóna Hentze, tá
vit hitta hana yvirum ein
kaffimunn við borðið í
lítlu íbúðini hjá Vígdis á
Vesterbro.
Ger gerandisdagin
lættari
- Eg hevði møguleika fyri
at fáa frí og vildi tí gjarna
niður at hjálpa henni hesar
vikurnar. Eg royni at gera
hennara dagligdag lættari.
Geri reint, ruddi, vaski
klæði, koyri hana ymsa
staðni og hjálpi við mat
gerðini. Hetta við matgerð
ini er tó ikki altíð so lætt.
Vígdis etur sera sunnan
kost,
proteinríkan
og
kaloriufátækan, nógv grøn
meti, fisk og bert hvítt kjøt.
Hon etur heldur ikki eftir
klokkan sjey um kvøldið.
Jóna hevur vitjað dótt
ur sína javnan, síðan hon
fór uttanlands í útbúgv
ingarørindum. Tá Vígdis
flutti til Svøríkið at læra
til yrkisdansara á Ballett
akademinum í Göteborg,
fór mamman til Keypmanna
havnar at hjálpa henni við
flytingini, og tá hon flutti
aftur til Keypmannahavnar
eftir lokna útbúgving í
summar, fór Jóna somu
leiðis til Svøríki at hjálpa
við flytingini.
- Eg var í Svøríki umleið
tvær ferðir um árið, meðan
hon gekk á skúla har. Víg
dis arbeiður so seriøst við
dansinum, at hon t.d. ikki
hevur havt tíða at vitja
heima í Føroyum seinasta
árið, so tí er eisini gott at
sleppa niður at vitja hana,
sigur Jóna.
Kom ikki heim aftur
Tað er kanska heldur ikki
undarligt, at mamman roynir
at vera um dóttur sína, hóast
hon hevur búð uttanfyri
landoddarnar í fleiri ár.
Vígdis var nevniliga ikki
eldri enn 15 ár, tá hon flutti
úr Føroyum til Fjón, har
hon fór á ítróttareftirskúla,
og síðan tá hevur hon ikki
búð heima.
Tað var við blandaðum
kenslum, at foreldrini lótu
Vígdis fara á eftirskúla,
hóast hon var so ung. Systir
Vígdis, Tórgerð hevði árið
frammanundan verið á
ítróttareftirskúla og tí var
hetta ikki nýtt fyri tey. Tað
hevði eisini alla tíðina ligið
í kortunum, at Vígdis skuldi
á eftirskúla í Danmark.
Vígdis hevði fyrireikað
seg væl bæði í ballett
og fimleiki, so hetta var
nakað, ið tey øll vóru spent
um. Eisini var alla tíðina
ætlanin, at Vígdis skuldi
koma heim til Føroyar at
ganga á studentaskúla, tá
árið á eftirskúlanum var av.
-
Á
eftirskúlanum
vóru ummælini sera góð,
og tey heittu á Vígdis at
fara víðari við dansinum.
Vígdis fann og syrgdi sjálv
fyri at slepp inn grundút
búgvingina í dansi á Steps
í Keypmannahavn, greiðir
Jóna frá. Hon metir, at hetta
var løtan, tá hon skilti, at
Vígdis fór at velja dansin,
sum sín yrkisveg.
Tað gjørdist skjótt greitt,
at Vígdis ikki hevði tíð til
3 ár á studentaskúlanum.
Eftir grundútbúgvingina í
Keypammanhavn, ætlaði
hon sær til New York á
dansiskúla.
- Tá føldu vit okkum eitt
sindur ótrygg við hetta.
Hon var ikki blivin 18, og
vit mettu, at hon var for
bleyt og ung til at skula
einsamøll til New York. So
vit royndu at tosað við hana,
um at fara á dansilinjuna
á sjónleikarskúlanum í
Keypmannahavn í staðin.
Men hetta vildi hon ikki.
Hon helt ikki hesa linju
vera nóg seriøsa. Men til
alla lukku so fóru fleiri,
sum hon gekk í skúla saman
við á Steps til Göteborg at
læra á Ballettakademinum,
og Vígdis fór eisini hagar,
greiðir Jóna frá.
Tað var tó ikki heilt ein
falt, hjá Vígdis at sleppa
inn á Balletakademiið.
Her kravdist studentaskúli,
tí talan er um eina uni
versitetsútbúgving. Men í
upptøkuroyndini sannførdi
Vígdis upptøkunevndina
um, at hon skuldi vera ein
av teimum 12 í sloppu inn
hetta skúlaárið.
Umframt
prógvið,
sum Vígdis tók á Ballett
akademinum í juni í ár,
var hennara avrik somikið
gott, at hon varð vald ársins
dansari á skúlanum.
Vinnur Vígdis finaluna
í Kan Du Danse? er ein
av vinningunum dansiskeið
í New York, so kanska
gamli dreymurin nú gerst
veruleiki.
Gongur egnar leiðir
Tað er ikki trupult at síggja,
at Jóna er errin av dóttrini,
ið nú er vorðin eitt kent
andlit bæði í Føroyum og í
Danmark. Hon sigur:
- Eg eri so trygg við øllum
sum hon ger, tí Vígdis ger
bara tað, sum hon vil, og
hon er bevíst um hvat hon
vil. Vígdis hevur altíð torað
at gingið sínar egnu leiðir,
og hevur ikki latið seg stýrt
av hvat hini halda og vilja.
Stuttligt at hitta
fjepparar
Men hvussu hevur uppliv
ingin verið, at sæð Vígdis
Vígdis gongur sínar egnu leiðir
Vígdis saman við mammuni, Jónu Fridu Hentze