týsdagur 28. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2006
5
tíðindi
fáast í 18
ymiskum
litum
bæði til
børn og
vaksin
CROCS stivlar
J.C. Svabosgøta 6 · FO-100 Tórshavn · Tlf 315 777 · Fax 315 772 · ergo@ergo.fo · www.ergo.fo
Marine Wealth
Maria Olsen fOtOgrafur hevur verið til sjós og tikið stórslignar foto
myndir umborð á fiskiskipum úr föroyum, Hetlandi, Íslandi og grönlandi.
IMAGES OF FISHERMEN. 388 síður, meira enn 200 fantastiskar litmyndir.
Ein snotulig bók, innbundin; gevur eina livandi og spennandi lýsing av fiski
monnnum í ymiskum fiskiskapi — eftir sild, upsa, toski, flatfiski, havtasku,
hummara og rækjum. Hetta er einasta bók av sínum slag — og fyrstu ferð at nakar
lýsir fiskiveiði í Norður Atlantshavi so fullfíggjað í myndum. Bókin inniheldur eisini
eina framúrskarandi ritgerð um ta föroysku fiskidagaskipanina eftir tann heims
kenda fiskivinnu serfröðingin Menakhem BenYami. Innleiðing og frásagnir til
myndirnar hevur Búi Tyril skrivað.
iMages Of fisHerMen er
ein frægd fyri eygað og hartil sera
upplýsandi — lesarin vil hyggja
aftur og aftur. ein jólagáva
sum veruliga gleðir! Og veldugt
virði í mun til prísin — fæst í
bókabúðunum fyri bert 545 kr.
bert
545,-
dansað í upptøkuhølunum
hjá Kanal 5.
- Eg eri so von við at síggja
hana kappast í fimleiki. Tað
hevur hon gjørt frá, at hon
var heilt lítil. Men eg var
eitt sindur spent, hvussu tað
mundi fara at ganga. Men
tað var faktiskt eitt sindur
skuffandi, tí man sá verri enn
í sjónvarpinum, so tað var gott
at síggja endursendingina
dagin eftir, sigur Jóna og
heldur fram:
- Eg havi alíkavæl upp
livað okkurt stuttligt, t.d. í
síðstu sending, tá vóru eini
4 gentur, ið mundu vera
umleið 12 ár. Við einum
skelti, har tað stóð “Vígdis
Danse Rigtig Godt”, tað er
nokkso stuttligt at uppliva.
Ein onnur hending var á
veg út aftan á sendingina.
Tá var ein 8 ára gomul
genta, sum var har við
mammu síni, sum hevði
sæð, at vit høvdu tosað við
Vígdis. Hon rópti á okkum:
Hils Vigdis fra mig og ønsk
rigtig tillykke!
Dansaðu á loftinum
Vígdis var 6 ár tá hon byrj
aði at ganga til ballett hjá
Elsu Mariu í Havn.
- Eg skuldi melda Vígdis
og systir hennara Tórgerð
til fimleik, men var ov
sein at melda tær til, so tí
mátti eg velja okkurt annað
ístaðin, og tað bleiv ballett.
Tær dámdu hetta somikið
væl, at tær hildu fram.
Hetta var sjálvandi bara
einaferð um vikuna, so tað
kann ikki samanberast við
ballettbørnini á tí Konga
liga. Men tær gingu eisini
til fimleik og vóru báðar
valdar til úrvalslið í bæði
fríum- og amboðsfimleiki.
Tær vandu altíð saman.
Vígdis hevði í Tórgerð
stórusystrina, at hyggja upp
til og fáa íblástur frá, og
hetta fekk hon nógv burtur
úr, sigur Jóna og heldur
fram:
Tær plagdu altíð at dansa
á loftinum. Tær gjørdu
plakatir og vimplar og settu
stólar upp til okkum, og so
skuldu vit hyggja, meðan
tær dansaðu fyri okkum.
Tá vit høvdu gestir, máttu
vit taka teir við upp á loftið
at hyggja, sigur Jóna til
endans.
Meðan eg latið meg í
jakkan greiðir hon frá, at
tá Vígdis hóskvøldið skal
á pallin í finaluni í Kan
Du Danse? Verður hon
væl stuðlað av familju,
umframt mammuna og
pápin Eliesar Olsen, kemur
systurin Tórgerð úr London
og onnur familja og vinir
úr Føroyum og Danmark at
hyggja.