Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 230 - 28. november 2006 tíðindi – Tað eru nógvar orsøkir til hví fólk ynskja at búseta seg her. – Eg trúgvi tó, at tey bíligu grundøkini hava stóran áhuga millum fólk, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági Kommunur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sørvágur: Tað slepst ikki undan at síggja tað: Tey nógvu grundøkini sum standa byggibúgvin í bygdini. Sørvágs kommuna hevur tey seinastu árini gjørt alt fyri at kunna útvega fólki øki at byggja hús síni á. Hetta er eitt arbeiði sum tekur sína tíð, men úrslitini tey koma, umenn neyðugt er at bíða eftir teimum nøkur ár. Uppi í Hagagerði hevur kommunan staðið fyri eini útstykking av 16 grund­ økjum, og eru tey øll farin. Nú stendur onnur útstykk­ ing fyri í sama umráði. – Vit ætla at útvega lendi aftrat til eini 30, helst 40 øki aftrat. Eitt uppskot er gjørt til hetta, men enn er endalig støða ikki tikin til ætlanina, sigur Jákup Suni. Í Sørvági búgva í dag nakað niðanfyri 1000 fólk. Men við gongdini í fólkavøkstrinum í land­in­ um, og serliga í Vágum, er líkt til at fólkatalið bara fer at vaksa enn meiri komandi árini. Fleiri teirra sum ynskja at seta búgv í Sørvági eru pør, har annar parturin er úr bygdini. Millum hini teljast nógv havnarfólk! Gevur úrslit Tølini frá Landsfólka­yvir­ litinum hava greitt talað um, hvussu fólkatalið er broytt í Føroyum. Í Sandavági kunnu tey fegnast um at fleiri og fleiri vilja búseta seg har. Fólkatalið er alsamt vaksandi, og hetta hava tey í Sørvági sum vera man lagt merki til. – Ja, hyggja vit eftir Sandavági, so síggja vit, hvussu neyðugt tað er at leggja ætlanir fyri fram­ tíðina. – Tey hava í fleiri ár ar­beitt mið­víst fyri at útvega fólki grund­øki. Og úrslitið síggja vit altso ídag, slær Jákup Suni fast. Í Sandavági byrjaðu tey nevniliga fyri mongum árum síðani at keypa lendi til sethúsabygging. Í dag standa fleiri sethús í gerð, og fleiri umsóknir liggja inni til eina komandi útstykking har. Útsýni og arbeiði Jákup Suni sigur, at tað eru nógvar orsøkir til at fólk júst vilja búseta seg í hansara bygd. Eitt er vakra útsýnið yvir Sørvágsfjørð og víðari út til Mykinesar. Men tað skal helst annað og meiri enn tað, fyri at fáa fólk at vilja búseta seg í eini bygd. Ein høvuðsorsøk til henda áhugan er uttan iva tann bíligi kostnaðurin á grundøkjum. Teir hava altíð havt ein rímiligan prís – 100 kr. fyri fermeturin, og líkt er til at hetta tiltalar byggihugaðum fólki. Ein onnur orsøk er helst eisini hon, at bygdin fyri stuttum fekk nýggjan og snotuligan barnagarð bygd­ an, eins og skúlin í bygdini er góður. Og fyri at taka eina triðju orsøk við, sum í framtíðini fer at skapa størri trivna í bygdini, so verður vetrar­ friðing sett í verk her frá komandi ári. Vøkstur Eingin bygd verður kortini bygd uttan at nøkur arbeiðs­ pláss eru til alt fólkið. Og tann fyrimunin hevur Sørvágur, at her er væl av arbeiði. Størsta arbeiðsplássið í Sørvági er uttan iva alt virksemið sum er á flog­ vøllinum og kring hann. Í bygdini sjálvari eru eisini fleiri arbeiðspláss og fyritøkur, sum útvega arbeiði til nógvar hendur. – Tað er eisini stuttligt at síggja, at fleiri av fyri­ tøkunum standa í vøkstri. Hetta skuldi boða frá góðum, sigur Jákup Suni. Alt fleiri búseta seg í Sørvági Fleiri teirra sum ynskja at seta búgv í Sørvági eru pør, har annar parturin er úr bygdini. Millum hini teljast nógv havnarfólk! ” Nýggj breyt og ljós Miðvágur: Tveir mans frá donsku fyritøkuni Skateland eru byrjaðir at seta nýggju rullufjalabreytina upp við hondbóltsvøllin í bygdini. Skateland er ein fyritøka, sum hevur nógvar royndir á økinum og hevur eisini selt slíkar rullufjalabreytir til Klaksvíkar og Havnar. Sjálvir siga danirnir, at hendan breytin í Miðvági kemur at taka seg væl betur út enn hinar, tí hetta plássið er munandi størri og betur egnað á hinum støð­un­um. Sam­stundis við hetta er ætlanin at seta nýggjar ljóskastarar á mastrarnar. Tey gomlu ljósini eru frá áttatiárunum og hava leingi verið í ringum standi. Við hesum báðum tiltøkum hevur Miðvágs bygdaráð bøtt munandi um umstøðurnar hjá yngra ættarliðinum, so at tey hava betri og fleiri møguleikar at íðka síni frítíðarítriv. Tryggan bátahyl Sandavágur/Miðvágur: Arbeiðið við at gera nýggja bátahylin í Miðvági gongur væl. Tað eru grannakommunurnar báðar, Sandavágur og Miðvágur sum gera bátahylin, soleiðis at tað er Sandavágs kommuna sum fíggjar hann. Seinni verður hann lagdur undir Miðvágs-Sandavágs Havn. Í Sandavági var støðan hjá bátaeigarunum ikki góð, og tí var neyðugt at finna eina hóskandi loysn. Nú skilst at neyðugt er at leingja grótgarðin við 15-20 metrum, fyri at kyrran í hylinum skal vera nøktandi. Meirkostnaðurin av hesum er mettur til 150.000 kr., sum Sandavágs kommuna fíggjar á eykajáttanini fyri 2006. Sørvágur stendur í vøkstri – bæði tá talan er um talið av íbúgvum og innan vinnuna Mynd: Jens Kr. Vang