týsdagur 28. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2006
7
tíðindi
Hesi seinnu árini er
fólkatalið í Funningi
alsamt minkað.
Hetta hendir hóast
bygdin liggur væl fyri
landafrøðiliga.
- Nei, tað er ikki
lætt, tá eingin flytur
til bygdina, og tað
bert eru tey eldru
sum verða verandi
eftir í bygdini, sigur
borgarstjórin, Marjun
Juul Johannesen
Kommuna
Mynd: Jens Kr. Vang
Orð: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Funningur: Tá ein tosar
um eina so lítla bygd
sum Funning er altíð ein
spurningur
um,
hvørja
framtíð hon hevur.
Fyri funningsfólk er hon
uttan iva ein perla á jørð,
meðan onnur halda at hon
liggur alt ov fjarskotið
frá meginøkinum. Og tað
halda helst mong, hóast
bert fáir kilometrar eru
til Runavíkar, Norðskála,
Eiðis og aðrastaðni.
Tað kann tí undra onkran,
at so nógv hús standa tóm í
bygdini, tá vegasambandið
er so mikið gott. Tað er jú
altíð koyrandi úr bygdini,
- um ikki um Eiðisskarð,
so eftir vegnum gjøgnum
Funningsfjørð.
Kortini kann ein staðfesta
við hagtølum, at fólkatalið
er í minking: Á sumri í
2004 búðu 83 fólk í bygd
ini, meðan í fjør var komið
uppá 84. Í august mánaði
í ár var talið fallið nakað,
niður í 76 fólk í bygdini.
Talið av skúlabørnum er
somuleiðis fallandi.
Borgarstjórin viðgongur,
at tað sær einki serligt út
í bygdini, serliga tí ein so
stórur partur av húsunum
standa tóm.
– Men her er ómetaliga
gott at búgva. Tað feilar
ikki. Spurningurin er bara,
at fáa onnur fólk at síggja
tað, – skilja tað!, sigur
Marjun.
Fátækari Føroyar
Hóast minkandi fólkatal
og tal av skúlabørnum, er
bygdin til reiðar at taka
ímóti nýggjum íbúgvum.
Í bygdini eru fleiri grund
øki tøk. Men tað er kanska
so sum borgarstjórin tekur
til: – Eg veit ikki, um
fólk vita at vit hava tøk
grundøki!
Frá politiskari síðu hevur
verið tosað um eina menn
ingarætlan fyri tær smærru
bygdirnar
í
landinum.
Ein slík ætlan hevur heilt
víst áhuga hjá fólkinum í
Funningi.
– Tað er eingin ivi um, at
Føroyar verða fátækari, um
bygdirnar tømast fyri fólk.
– Eg vóni tó ikki, at tað
fer at henda fyri okkara
bygd, sigur Marjun, sum
vónar at politikkararnir
eisini fara at gera okkurt
fyri at steðga hesum.
Smærri og størri
arbeiði
Síðani nýggja bygdarráðið
tók við eru ikki tey stóru
arbeiðini framd í komm
ununi.
– Vit hava mest fríðkað
um í sjálvari bygdini, sigur
Marjun.
Hinvegin eru tey í bygdar
ráðnum vitandi um, at í
framtíðini verður neyðugt
at loysa í øllum førum eitt
stórarbeiði: Kloakkviður
skiftini.
Júst nær tað verður er ikki
greitt enn, men tað er eitt
krav at kommunurnar skulu
hava hesi viðurskiftini í lagi.
Og tað sleppur Funningur
so ikki undan, annaðhvørt
kommunan sjálv skal gera
tað, ella tað verður gjørt í
eini stórkommunu.
Í Funningi er bert eitt
einstakt arbeiðspláss –
nevniliga skúlin, har bert
tann eini næmingurin er
hetta skúlaárið.
Hinvegin so fara nógv
fólk av bygdini hvønn
einasta dag til arbeiðis
aðrastaðni.
Tað var ein tíð tá rættiliga
nógv fólk vóru til arbeiðis
á Rækjuvirkinum á Oyri.
Í dag koyra mong alla
leiðina
til
arbeiðspláss
sítt á Kollafjarðar Pelagic,
meðan onnur fara aðrar
vegir fyri at vinna sær til
lívsins uppihald.
Valdu heldur Runavík
15. november var veg
leiðandi fólkaatkvøða í
bygdini, har fólkið hevði
høvið at siga sína hugsan
um
framtíðar
komm
unusamstarv: Skal Funn
ingur leggja saman við
Sunda
kommunu
ella
Runavíkar kommunu?
Onkur helt framman
undan, at tey yngru fólkini
vóru mest hugað fyri at
leggja saman við Eiðis
kommunu.
Men tá tey, sum høvdu
valrætt høvdu greitt atkvøðu
vísti úrslitið, at fólkið
ynskti at leggja saman við
Runavíkar kommunu:
47 fólk atkvøddu fyri at
leggja saman við Runavíkar
kommunu, meðan bara
fimm atkvøddu fyri at
leggja saman við Sunda
kommunu.
Í alt vóru 54 á vali av
teimum, sum høvdu valrætt.
Av teimum atkvøddu tvey
blankt.
Tað er eingin ivi um, at
Føroyar verða fátækari, um
bygdirnar tømast fyri fólk
”
Fá síggja perluna í Funningi
Í Funningi er bert eitt skúlabarn. Men borgarstjórin, Marjun Juul Johannesen væntar kortini at bygdini er lív lagað
Mynd: Jens Kr. Vang
Funningur liggur ikki langt frá alfaravegi, men kortini tykist vera ilt at fáa fólk at skilja tað
Mynd: Jens Kr. Vang