týsdagur 28. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 230 - 28. november 2006
tíðindi
Hósdagin kom
ein nýggjur sløkki
liðsbilur til Sand
oynna, sum Sands
Kommuna sum
hevur keypt frá
sløkkiliðnum í
Odense
Sløkkilið
Snorri Brend
Sandur: Hesin bilurin er
frá 1992 og hevur verið
partur av tilbúgvingini hjá
Odense sløkkiliði.
– Bilurin sær gott út,
og er sera væl útgjørdur,
sigur Páll á Reynatúgvu,
borgarstjóri á Sandi.
Hetta
er
samstundis
fyrsti sløkkiliðsbilurin sum
nakrantíð er keyptur til
Sandoynna.
Bilurin er liður í ætlanini
hjá Sands Kommunu í
eini víðari útbygging av
sløkkiliðinum.
Bilurin
kemur tí at verða partur
av tilbúgvingini hjá Sands
Sløkkiliðið.
Sands Kommuna hevur
gjørt avtalu við Finnleif
Fagradal um fyribils inni
vist til bilin.
Kommunan
arbeiðir
annars í løtuni við eini
ætlan um at fáa nýggj
hølir til sløkkiliðið, so
leiðis at umstøðurnar hjá
tilbúgvingini verða so góð
ar sum møguligt.
Bilurin verður sýndur
fram fyri almenninginum á
middegi í morgin. Í hesum
sambandi
hevur
Sands
Kommuna eina lítla móttøku
á kommunuskrivstovuni.
Sambært hagtølum
frá Landsverki koyra í
miðal 80 bilar millum
Húsavík og Dal um
dagin. Fráboðaðu
ferðsluóhappini eru
tíbetur fá í tali
Ferðsla
Snorri Brend
Dalur: Nógv hevur verið
tosað um trygdina hjá
teimum, sum hvønn einasta
dag mugu úr ella til Dals.
Vegasambandið
til
grannabygdina og umheim
in gongur gjøgnum Dalslíð,
og har kemur meiri enn
so fyri at grót dettur nið
ur á vegin. Hinvegin so er
hetta eitt vandamikið vega
strekki, tí beint er niðurfyri
í havið.
Sambært
áðurnevnda
yvirliti er bert boðað frá
einum einstøkum ferðslu
óhappi í Dalslíð tey seinastu
fimm árini. Hetta hendi í
2004.
Arbeitt verður í løtuni
við at fyrireika ein tunnil
millum Dal og Húsavík, og
gongur hetta arbeiðið framá,
hóast onkrar forðingar eru í
arbeiðinum. Neyðugt verð
ur tí at finna fram til aðra
linjuføring enn ta fyrst ætl
aðu.
Kostnaðarmetingin sigur
at hesin góðar tveir kilo
metrar langi tunnilin fer at
kosta einar 100 mió. kr.
Ein onnur líð er eisini á
Sandoynni, nevniliga Sands
líð, sunnanfyri bygdina
Sand. Eftir hesum strekki
koyra í miðal 500 bilar um
samdøgrið, og her hevur ein
skrásett trý ferðsluóhapp
seinastu fimm árini.
Fá óhapp á
smølum vegi
Nýggjur sløkkiliðsbilur á Sandi
Sløkkiliðsbilurin er væl
útgjørdur
Danir tíma ikki longur at verða órógvaðir at telefonseljarum og øðrum sum gera
spurnarkanningar.
Útivið 20% av øllum dønum við fastnet-telefon ynskja ikki at ein skal finna teir í
telefonbókini.
Teir hava hinvegin valt at goyma seg sum “lagdur burturúr” ella “udeladt” sum tað
eitur á donskum. Her eru hvørki navn ella bústaður at finna, um onkur skuldi roynt at
leita eftir teimum.
Morgunblaðið “24timer” hevur spurt seg fyri hjá trimum av størstu telefeløgunum í
Danmark – Tele2, Telia og TDC. Allastaðni er gongdin hin sama:
- Tað hava altíð verið nøkur sum vilja goyma seg. Sum oftast er tað konan, sum er farin
undan einum harðligum manni.
- Hetta tók av álvara dik á seg, tá vit byrjaðu tænastuna við nummarvísarum. Tað
merkti, at fólk sjálvi vildu avgera, hvør sum skuldi síggja teirra telefonnummar, sigur
Gert Ritter, stjóri í TDC Privat við blaðið.
Hjá TDC Privat hava 23% av kundunum annaðhvørt dult nummar ella hava valt at
krógva samleika sín fyri teimum forvitnu.
Fimti hvør dani hevur loyniligt nummar
Sandslíð er vøkur at koyra eftir, men er ofta merkt av at grót dettur oman á vegin
Mynd: Jens Kr. Vang