Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2006 9 tíðindi Ferðslan gjøgnum Kollafjørð er bara økt og økt. Samstundis óttast fólk fyri at ganga á bygdarvegnum. Tí hava tey nú savnað saman slakar 300 undirskriftir, sum fríggjadagin vórðu handaðar borgar­ stjór­anum, Heðini Mortensen Ferðslutrygd Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kollafjørður: – Fyrr var tað stuttligt at kunna ganga og súkkla í bygdini. Men í dag er hesin stuttleikin ikki til longur. Hann er ístaðin avloystur av ótta! Soleiðis varð sagt fríggja­ dagin, tá fleiri kollfirðingar hittu Heðin Mortensen á máli fyri at tosa um eitt av teirra hjartamálum: Ferðslutrygdina í heim­ bygdini. Víst varð á, at fólk kenna seg ikki tryggan, tá tey ferðast eftir bygdaveg­ unum. Og mong foreldur tora haraftrat illa at loyva børnum sínum út at spæla, tí bygdavegurin liggur beint við tún teirra. – Her er snøgt sagt vorðið ov vandamikið. Og tað kunna vit ikki liva við í framtíðini, søgdu tey fimm fólkini sum umboðaðu stigtakararnar – Makonny Dickson, Edil Thomsen, Eyfinn Joensen, Femja Hansen og Una Simonsen. Í áheitanini ynskja tey ein fund við býráðið, har tey í felag kunnu tosa nærri um, hvussu trupulleikarnir skulu loysast. Eingin tryggleiki Stigtakararnir til hesa inn­ savningina av undirskriftum eru á einum máli um, at heimbygd teirra er ein sonn perla. Bygdin er vøkur og ein frálík bygd, og tí hava tey valt at búseta seg júst her. Hon er haraftrat longsta bygdin í landinum, og er sermerkt av at teir mongu og hugnaligu býlingarnir binda bygdina saman. Men, staðfesta tey: Fyrr var Kollafjørður ein bygd har fólk bæði gingu og súkklaðu nógv. Men soleið­ is er tíverri ikki longur. – Orsøkin til hetta er hin einfalda, at tað er ikki longur trygt at ferðast á bygdavegunum, siga teir hørmu kollfirðingarnir. Teir sláa stutt og greitt fast, at tann økta ferðslan – og ikki minst økta ferðin! – er vorðin til ein stóran ótta hjá bygdarfólkinum. Sligið verður enntá fast, at samanbindingarnar av býlingum við bygda- og landsvegin eru sannar deyðsfellur. Til tess at vísa á hesa ótolandi støðuna hava fleiri fólk í bygdini tikið seg saman. Síðani august mán­að hava tey savnað saman væl omanfyri 280 undir­skriftir til tess at fáa heimbygdina til eitt trygg­ ari stað at ferðast í. Ov nógv ferð Fríggjadagurin var so dagurin komin, tá hesar undirskriftirnar skuldu handast borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen ið jú eisini er teirra borgarstjóri. Undir handanini vístu tey á, at tey høvdu gingið hurð av hurð í bygdini og høvdu heitt á fólk omanfyri 18 ár at skriva undir. Fleiri hava stríðst fyri at bøta um ferðslutrygdina í bygdini í mong ár, men ikki fyrrenn nú eru líkindi fyri at okkurt munagott fer at henda. – Fólk hava stuðlað okkum øgiliga væl, ikki minst tí at tey sjálvi hava følt seg nærum hjálparleys í hesum máli. – Serliga er hetta gald­ andi fyri tey eldru, sum illa tora út at ganga sær ein túr, tí ferðslan er so nógv, varð sagt undir framløguni. Tey vístu samstundis á, at talið á bilum sum koyra eftir bygdavegunum er eitt mál. Eitt heilt annað er ferðin, sum ikki altíð samsvarar umstøðunum at koyra eftir. Ikki hendur í favn Stigtakararnir hava merkt sær, at ferðslan í bygdini er nógv økt hesi seinastu árini. Einki er heldur sum bendir á, at hon fer at minka framyvir. Í Kollafirði eru hendar stórar útbyggingar, m.a. á havnarlagnum, við skúlan, eins og tveir barnagarðar eru komnir tey seinnu árini, eins og eitt nýtt lækna­viðtaluhøli kemur í næstum. Haraftrat er ítróttarhøllin komin í ár, og tí er nógv sum bendir á, at trupulleik­ in og óttin í fólki bara fara at vaksa samsvarandi í fram­tíðini. Nógv velja at koyra og heinta børnini við bilum sínum, tí tey snøgt sagt ikki tora at ganga eftir bygdavegunum. Hetta ger jú bara tað, at tað verða uppaftur fleiri bilar á vegnum. – Vit vilja í øllum førum ikki sita hendur í favn, og bara bíða eftir næsta ferðsluóhappinum, siga tey. 300 undirskriftir fyri betri trygd Heðin Mortensen fær handað áheitanina frá Eyfinni Joensen vegna stigtakararnar. Hini í bólkinum eru vm.: Una Simonsen, Edil Thomsen, Femja Hansen og uttast hm. Makonny Dickson Mynd: Jens Kr. Vang Borgarstjórin, Heðin Mortensen sig­ur seg væl skilja umstøðurnar hjá kollfirð­ ingum. Hann er sinnaður at taka málið upp við umsitingina í býráðnum, og at hitta stigtakararnir aftur til ein fund rímiliga skjótt. Eitt slíkt mál sum hetta hoyrir nátúr­ liga heima í teknisku nevnd, men ferðslu­nevndin verður sjálvandi eisini ein týðandi partur í viðgerðini av hesum máli. Hann fer nú beinanvegin at útvega sær eitt yvirlit yvir bygdirnar og vegirnar í økinum, og síðani er ætlanin at tosa saman aftur. – Tað eru jú tit sum vita, hvar trupul­ leikarnar eru. Okkurt má í øllum førum gerast her, sigur borgarstjórin. Heðin: Okkurt má gerast Bygdarvegurin gjøgnum Kollafjørð er smalur, men er merktur av øktari ferðslu og ferð! (savnsmynd)