týsdagur 28. november 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 230 - 28. november 2006
Er seinasta vikuskifti eitt tekin og ein ávaring um,
hvussu náttarlívið fer at vera í Havnini í framtíðini,
eiga vit øll at taka hetta í størsta álvara. Harðskapurin,
sum var høvuðsyvirskriftin yvir alt seinasta vikuskifti,
er eftir øllum at døma vorðin so mikið álvarsligur, at vit
mugu meta hann sum ein samfelagsligan trupulleika.
Tá ungfólk og eisini tilkomin rætt og slætt verða álopi
n á opnari gøtu og enda á sjúkrahúsi við løstum, mugu
vit øll og ikki bara løgreglan reagera.
Vit eru annars so errin av at kunna fortelja fremmand
um, at vit eru heimsins mest friðaliga land at búgva
í. Her henda ongin dráp, her er eingin harðskapur.
Hendingarnar seinasta vikuskifti siga nakað annað, tó
at tær eru ikki nakað heilt nýtt, tí vit eru javnan vitni
til harðskap í náttarlívinum. Hann er so eftir øllum at
døma við at gerast bæði harðligari og týttari.
Hóast vit hava lyndi til at skjóta ábyrgdina á løgregl
una og siga, at tað er hon, sum hevur skyldu til at forða
fyri og fyribyrgja, at einstaklingar koma illa fyri, tá
teir verða náðileyst álopnir, so er hetta sjálvandi ein
felags ábyrgd og skylda. Her spælir eisini uppvøkst
urin og uppalingin inn. Eru vit sum foreldur nóg
góð til at geva okkara ungu gott í beinið! Er skúlin
nóg dugnaligur til at læra og leiðbeina børn og ung!
Er samfelagið nóg væl innrættað og fyrireikað til at
fyribyrgja, at tann ráði og púrasta øri harðskapurin
fær gróðrarfesti! Spurningarnir eru nógvir. Vit eiga
at seta teir og eisini svara teimum. Hetta gera vit best
við einum almennum orðaskifti.
Ein týðandi spurningur er, um okkara løgregla hevur
nóg nógvar ressursir ella brúkar tær rætt til at fylgja við,
vera upp á forkant og til at tacla harðskapsstøður! Er
løgreglan nóg sjónlig! Hví eru løgreglufólk so sjáldan
at síggja í Steinatúni út móti morgni, tá hundraðtals
ung savnast og nøkur teirra vilja síggja blóð verður
spurt. Gott um vit kundu fingið slíkar spurningar
fram. Í hvønn mun eru vandafull rúsevni og ikki bara
rúsdrekka orsøk til og partur av harðskapinum!
Ætlan okkara í Miðlahúsinum í Vágsbotni er í komandi
árið at vera við til at seta sjóneyku og kikara á nøkur
av teimum samfelagsmálum, sum leika á og treingja
til at verða lýst og umrødd. Her er náttarlívið og
harðskapurin eitt sera viðkomandi mál. Tað fara vit
so at taka upp til alment orðaskifti í Miðlahúsinum
í næstu framtíð.
Sosialurin
Mugu taka
harðskap í álvara
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Hervið gera allar kommunur
í Suðuroynni vart við, at
vit fegnast um, at Føroya
Landsstýri arbeiðir við eini
Suðuroyarætlan. Ein slík
ætlan kemur í tøkum tíma.
Í hesum sambandi fegnast
vit eisini um, at Kommunu
samskipan Føroya og Føroya
kommunufelag so dyggiliga
stuðla einum føroyskum eft
irskúla í Suðuroynni. Sam
stundis harmast vit um og
mótmæla, at Føroya lands
stýri, sambært portalin tann
26. november, eftir øllum at
døma ikki hevur í hyggju
at lata eftirskúlan í Hvalba
koma á fíggjarlógina fyri
2007. Vit undrast á hesa
útsøgn, ikki minst tá havt
verður í huga, at eftirskúlin
i morgin, týsdagin tann 28.
november, skal viðgerast á
landsstýrisfundi.
Landsstýrismaðurin
í mentamálum sigur, at
eftirskúlin er eitt áhuga
vert og spennandi mál,
og at tørvur er á einum
føroyskum
eftirskúla.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum leggur dent
á, at Føroya landsstýri
fer at geva eftirskúlanum
eina positiva viðgerð. Tess
meira undrunarsamt er tað,
at mentamálaráðharrin
longu nú mest sum ger
greitt, at eftirskúlin ikki
kemur á fíggjarlógina. Her
er okkurt í logikkinum sum
haltar, og heita allar komm
unur í Suðuroynni staðiliga
á Føroya landsstýri um
at taka lógvatak saman
við Føroya fólki, so at
skjøtil kann setast á eft
irskúlaverkætlanina.
Suðuroyggin er í eini ser
støðu, og vit hava eina
serstaka verkætlan til
gleði og gagns fyri før
oyskan ungdóm. Ein verk
ætlan, sum hevur breiða
undirtøku millum komm
unurnar í Føroyum. Kom
andi fíggjarlóg er tann
seinasta regulera fíggjar
lógin, sum verður smíðað
áðrenn komandi løgtings
val. Dettur málið niður
fyri nú er stórur vandi
fyri, at alt dettur á gólvið.
Tískil heita kommununar í
Suðuroy á Føroya landsstýri
um at mæla Føroya løgtingi
til at veita eftirskúlanum í
Hvalba tær 7.5 milliónur
krónurnar, sum nevndin
í eftirskúlanum hevur
mælt til. Kommunurnar
í Suðuroy meta hetta mál
at vera ein ítøkiligan og
konstruktivan part av eini
Suðuroyarætlan.
Virðingarmest
Í Suðuroy, tann 27. november
2006
Niclas Hentze
Borgmeistari í Sumba
Kirstin Strøm Bech
Borgmeistari í Vági
Eli Frederiksen
Borgmeistari í Porkeri
Delmar Tausen
Borgmeistari í Hovi
Elin Nielsen
Borgmeistari í Fámjin
Kristin Michelsen
Borgmeistari á Tvøroyri
Levi Niclasen
Borgmeistari í Hvalba
Áheitan á Føroya landsstýri
Jóhann Mortensen sigur
í aftursvari til mín, at teir
hvørki stuðla Óla Jacobsen
ella Dan R. Petersen. Sum
svar til hetta vil eg siga, at
um vilji var frá ÚF, so var
eg fyri langari tíð síðani
sloppin at svara bakbitinum.
Men vit fiskimenn eru ikki
kløkkir av hesum, tí vit
meta, at hetta er ein liður í
tí sera ágangandi politikki,
sum eitt nú ÚF hevur ført
móti okkum fiskimonnum.
Hví sigi eg so? Í áravís hava
persónar og samfelagsbólkar
lopið á okkum í ÚF, uttan
at ein fiskimaður er sloppin
at svar aftur. So kann ein
spyrja, er hetta trongdskygni
ella bevíst frá ÙF? Er hetta
góður public service siður?
Eitt er so heilt vist, tað er, at
fiskimenn føla seg ofta illa
viðfarnar í ÚF.
Eg meti enn sum áður,
at hetta var eitt tilrættislagt
álop á meg persónliga av
ÚF og Dan R. Petersen,
lærara og varamanni á tingi
fyri Javnaðarflokkin. Haldi
meg við vissu kunna siga,
at Dan R. Petersen hevur
tætt tilknýti til ÚF. Tí fekk
eg eisini fleiri ávaringar
um, at Dan R. Petersen
fór at nýta ÚF sum pall í
valstríðnum, og at eg fór at
blíva útihýstur og verða fyri
vanbýti. Hesir spádómar
komu til sjóndar, so at siga
beinanvegin.
Tað tykist, sum um bæði
ÚF og Dan R. Petersen
halda okkum fiskimenn
verða býttar og gloymskar.
Men vit vita, hvat tit
standa fyri, og tí fara vit
ikki at lurta eftir tykkara
propaganda. Tað sær eisini
út til, at stórur partur av
føroyingum
hevur
lúrt
einvegis tíðundafluttningin
hjá ÚF av, tí bara 3,6 % eru
væl nøgd við fjølmiðlarnar
og har er ÚF tann stóri
syndarin.
Vit fiskimenn eru troyttir
av at verða hildnir aftur.
Vit eru troyttir av at verða
lagdir undir bæði líkt og
ólíkt, tí ein stórur partur av
tí er uppspinn og beinleiðis
lygn. Tað vit ynskja, er at
fáa ta trygd og løn, vit hava
uppiborið fyri tað ómetaliga
harða stríði fyri føðilandi,
sum
hvør
fiskimaður
útinnur. Tað skal vera nú.
Ikki um 3 ár.
Fiskimaðurin og Útvarpið
Jan
Højgaard