týsdagur 28. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 230 - 28. november 2006
tíðindi
900 heitir dagar í Singapore
– ein útlegd gerst til bók
Bókaútgáva
Forlagið Hellurnar gevur
aftur í ár triðja árið á rað út
bók eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard. Hesuferð melir
pennurin
hjá
Jústinusi
seg ikki um fisk og tons,
siðsøgu og rokskiparar,
men um gerandisdagin hjá
høvundanum og konuni í
fjarskotna Singapore árini
1996-1999.
-
Hetta
var
størsta
avbjóðingin í lívi mínum
nakrantíð.
Ongantíð
fyrr havi eg kent meg so
einsamallan og fortaptan,
sum fyrstu dagarnar til
arbeiðis í Singapore, sig
ur høvundurin, sum fór
út í heim at arbeiða fyri
donsku sjómanskirkjuna,
útsendur av føroysku sjó
manskirkjuni.
- Alt var nýtt. Sjálvt tað
at keypa vanligar gerandis
vørur var ein fyritøka í
slævnu luftini, har hitin
ongantíð fór niður um 25
stig. sigur høvundurin.
Í januar og februar í ár
vitjaði høvundurin og konan
Poula aftur Singapore. Hesu
ferð var setningurin eisini
greiður. Tað var við eini
bók fyri eyga, at leitað var
aftur á gomlu slóðina. Her
verður prentað eitt brot,
sum lýsir hvussu Singapore
sá út fyrsta morgunin í
januar í ár, seks ár eftir
at Poula og Jústinus, fluttu
heim aftur:
8. januar 2006. Beinini
eru so hovin, at tað er ikki
meira, enn tey ganga niður
í skógvarnar. Vit hava verið
á ferð síðan klokkan seks
fríggjamorgunin, og nú
á middegi leygardag eru
vit úr Føroyum, umvegis
Keypmannahavn og París,
endiliga komin til Singapore.
Bein hovna, situr tú trongt í
einum flogfari, uttan mun
til hvussu sunn tey annars
eru. Middagsleitið er so
nógv sagt, tí lokala tíðin
er sjey tímar frammanfyri,
og hóast vit hava etið
franskan morgunmat í Air
France flogfarinum beint
frammanundan,
meðan
við flugu niður gjøgnum
Malakkastrætið,
so
er
kvøld, nú vit eru komin til
Singapore, ein hálvan tíma
seinni. Eg seti klokkuna
tímarnar fram, meðan vit
koyra inn frá floghavnini
til Allson hotel í Victoria
Street.
Tíðarmunurin ella jetlag
ið ger um seg. Vit leggja
okkum klokkan ellivu um
kvøldið, og klokkan fýra
eri eg vakin aftur. Púrasta
vakin, liggi og vendi mær
og eri kaldur. 27 stig eru
uttanfyri, men vit hava sett
kølingina á kamarinum ov
lágt, niður á 20 stig, og
tað kennist kalt inni. Konan
svevur, og eg eri aftur í
Singapore. Seks ár eru síð
an seinast. Eg minnist so
væl, tá ið vit søgdu býnum
farvæl 27. januar í 1999 á
veg heim til Europa. Nú eru
vit aftur. Eg kenni henda
býin so væl. Starvaðist í
donsku sjómanskirkjuni í
hálvt triðja ár frá 1996-
1999 júst í hesum býi og
var í hvørjum króki hesa
tíð.
Eg vendi mær nakrar
ferðir og farið síðan upp og
út. Tað er sunnumorgun, og
droparnir detta ótættir niður
á váta asfaltið uttanfyri
Allson Hotel í Victoria
Street, har vit búgva. Úti
á redini ella kanska longri
suðuri er torugudurin Tórur
á ferð. Himmalin lýsir
hvítt bláur, hvørja ferð tað
brestir har uppi, men toran
er í morgun so langt burtur
frá okkum, at vit bert síggja
ljósini. Tú sær ikki sjógv úr
Victoria Street, men eg eri
so staðkendur í Singapore,
at eg veit ættina, uttan
mun til hvar eg eri. Býurin
kennist ikki so vandamikil,
sum tá ið eg var her fyrstu
ferð fyri níggju árum siðan.
Eg kenni hann. Gangi
fram við nøkrum trøum og
hugsi um slangur og annað
skriðkykt, sum livir her í
tropunum, skapningar sum
europearar ikki eru vanir
við. Hugsi, síggi eg eina
slangu, so heilsi eg henni
vælkomnan eins og allar
aðrar skapningar. Eg ræðist
tær ikki longur, heldur ikki
túsundbein, sum eru eina
spón til longdar, ella kvikar
eiturkoppar. Tað eru bara
tvey av guds djórum, sum eg
veit um, sum vísa, at eg og
Gud ikki hava sama smag.
Tað eru rottur og morreyðir
kakkulakkar. Uttan mun til,
hvussu eg royni at hugsa,
at hesi djór eisini hava rætt
í skapanarverkinum, so
vendist í búkinum, tá ið
eg hugsi um tey. Kanska
onkur terapeutur fer at
broyta hetta í framtíðini.
At mær ikki dámar júst
hesi bæði djórini, hevur
onki við Singapore at gera.
Eg kendi longu vaml við
hesi djór sum smádrongur í
míni heimbygd Oyndarfirði
norðuri á 62 stigum og sjey
stigum vestur, langt úti í
Atlantshavi,
miðskeiðis
millum Ísland og Skotland,
eitt fáment oyggjaland, sum
næstan ongin í Singapore
veit um at siga.
Her eru fá fólk at síggja.
Onkur ung ganga hond
í hond. Tey hava verið í
býnum, eru forelskaði,
flætta fingrar og hyggja
djúpt inni í eygununi á
hvørjum øðrum við langtan
í kroppinum. Heima bíðar
kanska ein song ella onkur
myrkur krókur uttan fyri
til elskunnar søtu loyndar
mál. Soleiðis er tað kring
allan heim, og vísir menn
siga, at forelskilsi er eitt
bluffnummar frá náttúr
unnar síðu. Uttan forelskilsi
kom mannaættin ikki und
an. Hjúnafelagar vita av
royndum, at tað tekur minst
tiggju ár at kenna felagan
so mikið, at fult álit er í
millum, og so leingi kann
náttúran ikki bíða.
Hví búgva vit akkurát
á Victoria Street og hví
akkurát á Allson hotel.
Hetta er ikki av tilvild,
og tá ið eg nú royni meg
sum søgusigara, so eigur
hetta at koma við. Árini,
eg arbeiddi sum deknur í
Singapore, kom eg nógv
saman við lokala fólkinum
í býnum, og vit hittust á
eini kaffishop á Victoria
Street. Eg fann lokalar vinir
beinanvegin eg kom til býin
og vit hittust ofta í eini
kaffishop í Victoriastreet,
har eisini stórt úrvæl av
av eysturlendskum mati.
Vit plagdu at spæla billiard
nærhendis. Eg leitaði eft
ir kaffistovuni fyrr um
kvøldið, men hon er burtur.
Har hon lá, er komin ein
risabygningur í mongum
hæddum við poleraður
veggjum, kaldur og púrt
einki sigandi á nátt, men
allarhelst fullur av lívi um
dagin. Tað var um reppið, at
Seven Eleven shoppin reyk
við í hesi byggiætlan, men
hon stendur eftir saman við
einum lítlum hotelli, kleimd
millum nýggja bygningin og
hotellið, vit búgva á. Beint
við síðuna av og omanfyri
nú horvnu kaffistovuna var
ein snookersalón. Hon er
eisini burtur. Her plagdi
eg at leika snooker saman
við Sabai og Dave, tveir
vinmenn úr Singapore, sum
eg traff á hesi snookerbarr.
Eg stóð uttanfyri sum Kán
us fyrr kvøldið fyri, hevði
glett meg at vitja snooker
menninar aftur og kann nú
bara ímynda mær í minn
inum, hvussu tað var.
Alt broytist, og onki er
nýtt undir sólini. Eg gangi
oman eftir Victoria Street
og síggi nú nýggja snooker-
og poolbar, og henda hevur
eins og tann gamla opið
allan sólarringin. Gangi
framvið glaður í huga,
kanska onkur hevur hug.
Hyggi inni gjøgnum vind
eygað, har stendur ein og
roynir seg, men hann er
so kringur, at eg fari ikki
innar.
Alt er tó ikki broytt í
Victoria Street kring Allson
hotel. Fyrr vóru tvey
hawkersentur, nú er bara
eitt, og tað er harafturímóti
slett ikki broytt. Klokkan
er hálvgum fimm, og eg
fari inn á botn og bestilli
ein kop av kaffi, coppe all,
sum
singaporeanararnir
kalla tað. Tað er kaffi við
sukur og mjólk, sera søtt og
styrkjandi. Seti meg niður á
ein plaststól, møblarnir eru
úr plasti, lættir at handfara
og lættir at halda reinir.
Tey vaska og rigga til at
rigga av. Ein serligur luktur
hongur í luftini, hann stavar
frá rísi, grønmeti, olju,
svínakjøti,
høgguslokki,
soppum, nudlum, chili,
carry, laksasuppu, meego
reng, nasigoreng, og eg
kundi hildið fram eina síðu
aftur at at nevnt heitini á
orientalskum mati.
Framman fyri meg sit
ur ein maður í bláari
skjúrtu,
terrylenbuksum
og sandalum undir naknu
fótunum. Hann hevur ein
vøkstur ut frá høgra vanga,
sum er sum ein stór mango
frukt til støddar. Húðin
er spent um henda tumor,
sum slíkir vøkstrir verða
kallaðir á læknamáli. Blíða
andlitið er skemmað av
vøkstrinum, og eg hugsi,
hví maðurin ikki verður
hjálptur av heilsuverkinum.
Ein skuldi hildið, at tað
við útsjóndini kundi gera
tað sama, tá ið ein soleiðis
ólukkuliga hevði fingið eitt
eyka høvd út úr vanganum,
tó so er ikki. Meðan eg sitið
og drekki mítt søta kaffi,
situr maðurin við kambi og
kembir svarta vakra hári og
gevst ikki, fyrr enn hann er
nøgdur við úrslitið.
Tey eru ikki serliga blíð
her inni, og visti eg einki
um Singapore, so hevði
eg kanska havt illar tankar
um hesi fólk, sum nú
hava verið upp í einar 12-
14 tímar. Her eru fyri tað
mesta kinesarar í morgun,
og kinesarar smílast ikki
beinanvegin, tá ið teir
hitta ein fremmandan. Tær
royndirnar gjørdi eg fyri
níggju árum síðan, og eg
sanni tær aftur nú. Ongin
orsøk er tó til fordóm, hitt
teir nóg ofta, og tú fær
vinir fyri lívið. Vinsælari
maður enn ein kinesari,
sum tú hevur lært at kenna,
er ringur at finna.
Eg
droymdi,
at
eg
hevði í dreymi vitjan av
oddamanninum
Henry
Lee Kuan Yew. Hetta er
ein merkisverdur maður,
eg kenni hann ikki enn,
men eg veit, at hann hevur
sveimað sum ein skapandi
ond yvir Singapore síðan
einaferð í fimmtiárunum
og hann hevur verið odda
maðurin aftanfyri tað ovur
hondsmenning, sum hesin
tá fátæki malayiski býur
hevur verið úti fyri. Hann
hevur skrivað nógv, millum
annað tvær tjúkkar bøkur
um søguna hjá Singapore.
Tær telja heilar 1500 síður,
og eg havi einki lisið enn.
Eg eri eitt sindur skeptiskur
fyri sjálvsævisøgum, tí eg
veit ikki, um høvundurin
er nóg kritiskur. Hinvegin
er talan um fyrsta honds
vitan, og eg fái neyvan
skrivað eina sanna bók um
Singapore, uttan at eg lesi,
hvussu Lee Kuan Yew hevur
upplivað hesa menning.
Eg eri skrivandi maður,
útbúgvin journalistur, og
havi starvast sum skrivandi
journalistur á bløðum alt
mítt vaksna lív. Longu
fyrstu tíðina í Singapore
sá eg fyri mær, at eg átti
at skriva um, hvussu eg
upplivdi hetta fyri meg
nýggja samfelagið, so langt
skotið burtur frá øllum tí,
eg sjálvur kenni, so øðrvísi
enn alt tað, eg higartil havi
sæð. Nú eri eg aftur tíggju
ár seinni, konan Poula er
við, eg havi lovað henni
at halda feriu saman við
henni, men veit innast inni,
at hetta lyftið kann eg ikki
halda. Ein bók melur í
høvdinum, og tann innari
bandupptakarin er longu
settur á upptøku. Skulu
vit hava feriu saman, so
mugu vit leita okkum onkra
aðrastaðir. Tað vóru eisini
vit bæði, sum fóru út saman
í 1996, kanska størsta
avbjóðingin nakrantíð í okk
ara lívi. Her upplivdu vit
gleði, her upplivdu vit sorg
og gjørdust nærri knýtt í
meldrinum.
“900 dagar í Singapore”
telir 382 síður, kostar 399
krónur og er millum tær
bíligastu bøkurnar á markn
aðinum í ár roknað eftir
síðutalinum.