týsdagur 28. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2006
21
tíðindi
Kappingin um
føroyaflúgvingina
harðnar alsamt.
Nevndarformaðurin
í Faroe Jet sigur nú,
at Atlantic Airways
hevur beinleiðis lovað
at knúsa Faroe Jet.
Málið er nú tikið upp
á hægsta politiska
stigi
Loftferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Atlantic Airways hevur
beinleiðis lovað at knúsa
Faroe Jet.
Hetta avdúkaði nevndar
formaðurin á Faroe Jet á
landsfundi Fólkafloksins
leygardagin.
Knút Lútzen gav fundinum
eina drúgva frágreiðing
um støðuna ímillum teir
báðar kappingarneytarnar í
luftini, Faroe Jet og Atlantic
Airways og serliga fanst
hann hvassliga at Bjarna
Djurholm, landsstýrismanni
í vinnumálum, fyri ikki
at taka neyðug stig, so at
Faroe Jet kundi yvirliva.
Og hann gjørdi eisini
greitt, at skuldi Faroe Jet
yvirliva,
skuldi
okkurt
henda.
Hann upplýsti fyri teimum
60 áhoyrarunum, at nú var
ikki nógv eftir av teimum
25 milliónunum, sum Faroe
Jet hevði á kistubotninum,
tá ið teir byrjaðu og at tað
mátti okkurt henda her og
nú.
- Hendir onki her og nú,
hava vit aftur monopol á
rutuni, segði hann.
Hava lovað at
knúsa okkum
Men hann vísti eisini á, at
noyðist Faroe Jet at gevast,
hevur Atlantsflog fingið sín
vilja.
Hann staðfesti, at tað
var eitt miðvíst mál hjá
Atlantsflog at knúsa Faroe
Jet.
- Tað hevur marknaðar
leiðarin í Atlantsflogi, Kent
Christensen beinleiðis gjørt
greitt fyri stjóranum og
einum starvsfólki í Faroe
Jet, fortaldi Knút Lútzen á
landsfundinum.
Faroe Jet gjørdi sostatt
ikki mætari enn at boðað
Vinnumálaráðnum frá fram
ferðini hjá Atlantsflogi.
Bjarni Djurholm gjørdi
púra greitt, at hann tók
hetta í størsta álvara.
- At knúsa ein kappingar
neyta, er ikki ein politikkur,
sum eitt alment partafelag
skal standa fyri, segði
hann.
Og hann gjørdi skjótt
av, tí longu í gjáramorgun,
var Christian Andreasen,
nevndarformaður í Atlantic
Airways, boðsendur á fund
í vinnumálaráðnum
-
Á
fundinum
fekk
nevndarformaðurin boð um
at kanna málið og er hald
í skuldsetingunum ímóti
Atlantsflogi, skal hann taka
neyðug stig, sigur Bjarni
Djurholm.
Hvørji tey neyðugu stigini
eru vil Bjarni Djurholm
ikki siga.
- Tað mugu nevndin og
stjórnin í Atlantsflogi finna
út av.
Uttan fyri
sømiligt mark
Bjarni Djurholm sigur, at
eru tað rætt, at Atlantsflog
hevur lovað at knúsa Faroe
Jet, er tað stak óheppið.
- Men eg havi biðið
nevndarformannin í Atlan
tic Airways at kanna málið,
tí er hetta rætt, er tað uttan
fyri alt sømiligt mark.
- Tað, sum marknaðar
leiðarin í Atlantic Airways
skal hava sagt við stjóran í
Faroe Jet, er ikki eitt orðaval,
sum kann góðtakast.
Bjarni Djurholm sigur,
at nevndarformaðurin í
Atlantic Airways var samdur
í hesum og hann frábað sær
at verða samantvinnaður
við eina slíka útsøgn.
Men at Atlantic Airways
hugsar soleiðis, er tað í
veruleikanum ikki bara enn
rættur handilsskapur?
- Nei, tað er tað ikki.
Rættur handilsskapur er
sunn kapping. Tað kann
ikki góðtakast, at tað verð
ur eitt endamál í sær sjálv
um at beina fyri einum
kappingarneyta.
- Tí havi eg biðið nevnd
arformannin í Atlantsflogi
kanna málið, tí er hetta satt,
er hetta uttanfyri alt mark,
sigur Bjarni Djurholm.
Virka undir
givnu
karmunum
Magni Arge, stjóri á
Atlantic Airways, tykist
ikki at taka sær serligt
tikni av atfinningunum,
sum í gjár komu frá
nevndarformanninum í
FaroeJet.
Hesin segði millum
annað, at Atlantic í dag
ikki virkar fyri at forvinna
pening, men einans fyri
at rudda FaroeJet av veg
num, soleiðis at eingin
kappingarneyti aftur fer
at royna seg á Føroya
rutuni.
- Flogferðsla snýr seg
ikki einans um at forvinna
pening. Men eg haldi, at
ein og hvør, sum dugir at
lesa ein roknskap, sær, at
Atlantic hevur roynt at
hava ein sunnan rakstur
nú í nógv ár.
- Hesi árini hava vit
altíð virkað undir teimum
karmum, sum eru givnir,
og fyri okkum hevur tað
ikki havt týdning, um
kappingarneytin hevur
itið Maersk, DAT ella
FaroeJet, er einasta við
merkingin, sum Magni
Arge hevur í til útsagn
irnar, sum í gjár vórðu
førdar fram.
-mørk
- Eg havi tikið tað
heilt óvanliga stig
at heitt á almennu
umsitingina um
at brúka Faroe Jet,
har tað ber til, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
Loftferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Er tað nakar, sum vil varð
veita Faroe Jet, er tað eg.
Bjarni, landsstýrismaður í
vinnumálum sigur, at tað er
ongin heitari talsmaður fyri
kapping í føroyaflúgvingini
enn hann sjálvur.
Tí er hann ikki samdur
í atfinningunum frá Faroe
Jet, tá ið sagt verður, at
tað almenna ger alt ov lítið
fyri at stuðla nýggja flog
felagnum.
- Í sambandi við Faroe
Jet havi eg gjørt nakað, eg
ongantíð havi gjørt fyrr.
Og tað er at handa øllum
landsstýrismonnum skriv,
har eg heiti á teir og teirra
aðalráð um at brúka Faroe
Jet, har tað yvirhøvur ber
til, ikki minst Almanna- og
heilsumálaráðið, ið flýgvur
nógv við sjúklingum.
Men ein vansi við Faroe
Jet er, at fráferðirnar passar
illa til almennan flutning.
- Felagið flýgur á mið
degi,
men
Atlantsflog
flýgur um morgunin og
heim um kvøldið og tað
avmarkar møguleikarnar at
brúka Faroe Jet.
Hann vísir í hesum sam
bandi á, at Fíggjarmálaráðið
hevur
álagt
almennum
starvsfólki, at tá ið tey fara
uttanlands, skulu tey fara
um morgunin og koma
aftur um kvøldið, har tað
yvirhøvur ber til, fyri at
spara gisting uttanlands.
- Hetta avmarkar møgu
leikarnar at brúka Faroe Jet,
tí vit kunnu ikki áleggja
umsitingini at brúka eina
dýrari loysn enn neyðugt.
Annars staðfestir Bjarni
Djurholm, at størsta aktiv í
flogferðsluni er, at vit hava
fingið eitt flogfelag afturat.
Hann staðfesti eisini at
Vinnumálaráðið
brúkti
Faroe Jet, tá ið tað yvirhøvur
læt seg gera.
Men hann staðfesti eisini,
at ein fortreyt fyri kapping
á økinum, er, at Atlantsflog
verður einskilt.
- Tilgongdin at einskilja
Atlantsflog byrjaði áðrenn
nakar hevði hoyrt um Faroe
Jet.
- At vanlukkan á Stord
so elvdi til, at stígur kom
í enskiljingina, er ein onn
ur søga, men tað kunnu
politikarar ikki lastast fyri.
Bjarni Djurholm sig
ur, at møguleikarnir at
stýra
loftferðsluni,
eru
avmarkaðir.
- Innan loftferðslu hava
vit onki, sum minnir um
fjarskiftiseftirlitið á fjar
skiftisøkinum og tí hava vit
ongan myndugleika, sum
kann áleggja Atlantsflogi
at bera seg at á ein ávísan
hátt.
Tí helt hann, at atfinn
ingarnar frá Faroe Jet ímóti
almenna myndugleikarnum,
eru ósakligar.
Tað eydnaðist hvørki at
fáa eina viðmerking frá
nevndarformanninum alla
marknaðarleiðaranum
í
Atlantsflogi, áðrenn blaðið
fór til prentingar
Hava lovað at knúsa okkum
Jeg har en mission, det er at knuse Faroe Jet. Vi mister
mange penge nu, i mister mange penge, vores kasse er
større en jeres. Når i går nedenom og hjem, så lukker
vi hullet og så tjener við pengene ind igen og så er der
ikke nogen anden der tør starte op igen.
Sambært Knút Lútzen, nevndarforman í Faroe Jet, er
hetta orðarætt tað, sum marknaðarleiðarin í Atlantic
Airways hevur sagt við stjóran og og eitt starvsfólk í
Faroe Jet
Biðjur landsstýrið flúgva við Faroe Jet
- Atlantic Airways hevur beinleiðis lovað at
knúsa Faroe Jet, fortaldi nevndarformaðurin,
Knút Lútzen á landsfundi fólkafloksins
leygardagin. Landsstýrismaðurin í
vinnumálum tekur málið í størsta álvara og
hevur biðið nevndarformannin í Atlantsflogi
kanna málið. Og er úrslitið at skuldsetingin
er røtt, skulu neyðug stig takast
Marknaðarleiðarin
hjá
Atlantsflogi hevur lítið at
siga um skulædsetingar frá
Faroe JEt.
Kent Christensen, nevnd
arformaður í Atlantsflogi,
er ógvuliga fáorðaður um
um uppáhaldið hjá Faroe
Jet um, at hann skal hava
lovað at knúsa Faroe Jet.
Hvat
eg
møguliga
havi sagt í veitslulagi
onkustaðni, havi eg ongar
viðmerkingar til. Hevur
Faroe Jet hug at endurgeva
slíkt, má tað standa fyri
teirra rokning.
Men hann leggur afturat,
at hann er settur í starv hjá
Atlantsflogi og hann roynir
at røkja áhugamálini hjá
Atlantsflogi so væl, sum
tilber.
- Meiri havi eg ikki at
siga um hetta.
Hevur tú hoyrt frá nevnd
arformanninum í Atlants
flogi um hetta málið.
- Vit arbeiða báðir fyri
somu fyritøku, so vit tosa
alla tíðina um tað, sum
fer fram, er stutta- og
einasta - svarið frá Kent
Christensen.
-Áki-
Sigur lítið um skuldsetingar