Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 230 - 28. november 2006 tíðindi Stóra boriverkætlanin hjá Chevron, Statoil, Dong og OMV hinumegin markið kann fáa alstóran týdning fyri leiting á Føroyaøkinum heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað eru nakrar vikur síðani, at Chevron fór undir eina ta størstu boriverkætlanina á Atlantsmótinum í mong ár. Talan er um at bora ikki færri enn tríggjar avmarkingar- og metingarbrunnar á Rose­ bankfundinum, sum varð gjørt fyri tveimum árum síðani. Endamálið er at vita, hvussu stórt fundið er og hvussu víða tað røkkur. Borurin varð settur í fyrr í hesum mánaðinum, nakað væl seinkað orsakað av umvælingum og veðri. Sum skilst hevur ringa veðr­ið eisini tarnað bor­ ing­ini, men boripallurin Trans­ocean Rather er so til arbeiðis skamt frá før­ oyska markinum, har hann fer at bora í einar 3 til 4 mánaðir aftrat. Ein av teimum føroyingunum, sum fylgir hesi boriætlan við allarstørsta áhuga er landsstýrismaðurin í olju­ málum, Bjarni Djur­holm. - Tað, sum hendir eystan fyri markið á bretskum øki í løtuni og komandi mánaðirnar, kann fáa ómeta­ligan stóran týdning fyri framtíðar leiting hjá okkum, og her hugsi eg ikki minst um áhugan fyri komandi útbjóðing. 3. út­bjóðingin á føroyska land­grunninum er sett til at vera síðst í komandi ári. Tann útbjóðingin verður fyri­reikað í løtuni. Nú tað helst eru mong, sum heilt hava givið skarv­ in yvir og mist mótið um, at olja verður funnin við Føroyar, eitt nú eftir turra Brugdubrunnin, hevur lands­stýrismaðurin í olju­ málum hetta at siga: - Eg skilji ikki, hví man skal vera so vísur í at finna olju við fyrstu, fimtu ella fyri tað sjeyndu royndarboring. Alla aðrastaðni borar tú í langa tíð, onkunstaðni í heili 10 ár, áðrenn tú rakar við. Vit mugu eisini minnast til, at okkara øki er truplari enn onnur leitiøki eitt nú orsakað av dýpinum og veðurlagnum. Fólk mungu tí ikki vera vónbrotin av, at einki fund er gjørt enn. At oljufeløg vilja brúka so nógvar pengar her og síggja fram til komandi brunnar má merkja, at tað eru útlit fyri at finna okkurt. Landsstýrismaðurin held­ ur seinasta boringin tøkni­ liga varð so væleydnað, at vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið og taka tingini, sum tey koma. - Vit eru ógvuliga spent uppá boringina hjá BP næsta ár, hóast vit skulu ansa eftir ikki at hava alt ov stórar vónir. Og í 2008 verður so enn ein brunnur boraður á landgrunninum vísir landsstýrismaðurin á. Keldur, sum Sosialurin hev­ur tosað við, halda, at ENI brunnurin í 2008 er kanska uppaftur meira áhugaverdur enn BP brunn­ urin, nú eftir at Brugdan var turr. Anne Marie brunnurin, sum ENI og Føroya Kolvetni fara at bora í 2008 sigst liggja í einum jarðfrøðiliga sera áhugaverdum øki, eitt øki, sum so aftur ikki liggur so langt frá tveimum stórum fundum, sum eru gjørd hinumegin markið, nevniliga Rosebank og Cambo. Orkutilmæli verður lagt fyri landsstýrið týsdagin. Aðalorðaskiftið um framtíðar orkupolitikkin verður í januar Orka Jan Müller jan@sosialurin.fo Týsdagin verður nýggj frágreiðing, sum skal vera grundarlag undir framtíðar orkupolitikkinum, løgd fyri samlaða landsstýrið. Talan er um eina 70 síðu frágreiðing, sum Jarð­ feingi hevur gjørt fyri Vinnu­málaráðið og snýr hon seg m.a. um, hvussu Føroyar kunnu blíva minni heft at oljuni í framtíðini. Í fjør fekk landsstýrið eina frágreiðing um sjálva orkustøðuna í Føroyum, so man kann siga, at henda nýggja frágreiðing er ein uppfylging av tí. Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í orkumálum sigur við Sosialin, at í fjør fingu vit so greiðu á, hvussu orkustøðan er í Føroyum, og er henda seinasta frágreiðingin upp­ skot um, hvat kann gerast á orkuøkinum. Ætlanin hevur verið at fáa eitt aðalorðaskifti um orkumál fyri jól, men hetta verður útsett til í januar. Løgmaður og tingformaðurin eru vornir samdir um at bíða við hesum orðaskiftinum til fyrst í næsta ár, tí tingið hevur so nógv mál at við­ gera sum er. Eisini tí at man ynskir at hava betri tíð til hetta aðalorðaskifti. Jarðfeingi fekk nakað herfyri ein arbeiðssetning frá landsstýrismanninum um, hvussu Føroyar í so stóran mun sum gjørligt kunnu vaksa um varandi orku. Har man hevur sett sær sum mál, at so og so stórur prosentpartur av orkunýtsluni skal nøktast frá varandi orkukeldum um eini 10 ár. Jarðfeingi hevur so út frá tí nógva tilfarinum, sum er savnað saman, gjørt eitt uppskot um, hvussu man best kann røkka setn­ inginum at fáa størri part av orkutørvinum nøktaðan við varandi orku. Nú skal varandi orkan mennast Oljubrunnar eystan fyri stóran týdning fyri Føroyar Vika 48 Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í oljumálum Marknaðarrák Í farnu viku viknaði dollarin 2,3% í 1,31 ímoti evruni. Størsta lækkingin var fríggjadagin. Hetta var ein rættiliga stór lækking í sær sjálvum, men enn meir týdning hevur tað, at dollarin við hesum endiliga er komin úr tí strekki millum 1,25-1,29, hann lá í síðan mai. Í marknaðinum tykist semja vera um, at lækkingin kom orsakað av, at munurin millum rentuna í USA og í Evropa væntandi fer at minka. Hetta er tó ikki nakað nýtt, tað hevur verið væntað í fleiri vikur, so tað er ringt at siga, at hetta er orsøkin til, at dollarin viknaði júst í farnu viku. Tað týdningarmesta er eisini, at vit kunnu vænta at dollarin fer at vikna meir. Partabrævamarknaðirnir báðu megin Atlantshavið lækk­aðu við dollaranum, eins og láns­bræva­ renturnar. Lánsbrævarentur Lánsbrævarentur lækkaðu nakað í farnu viku. 10-ára rentan er nú 3,74%, og hetta er næstan 0,30%- stig lægri enn 1-árs rentan. Er korrektiónin byrjað? Farnu vikuna eru øll tey norður­ lendsku partabrævavísutølini lækk­ aði. Svenski marknaðurin lækkaði mest við heili 4,4%, meðan ís­lendski marknaðurin kláraði seg best og lækkaði bert 1,6%. Samlaða norðurlendska vísutalið lækkaði eisini 4,4%. Hendan lutfalsliga stóra lækkingin, sum eisini sæst á øðrum partabrævamarknaðum, kann vera byrjanin til eina korrektión í partabrævamarknaðinum, ið hev­ur verið væntað í eina tíð, nú parta­ brøv er hækkaði so nógv síðan í summar. Hesa vikuna Hesa vikuna verður serliga USA í andgletti, hóast Trichet eisini fer at halda røðu. Haðani verður prís­vøkstur og álitistøl kunngjørd. Veiki dollarin økir um fokus á gjaldoyramarknaðin, og hann fer væntandi at ávirka bæði láns- og partabrøv hesa vikuna. Dollarin viknar                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.               Pallurin Transocean Rather borar eystan fyri markið