Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2006 19 tíðindi Janus slær tó fast, at hetta við útróðri vestanfyri ikki hevur verið so vanligt hjá teimum. Takkað ver­ið teimum góðu um­støðunum at sleppa fram og aftur millum heim- og av­reið­ ingarstað, er hetta ein ein­ føld og góð loysn. Teir vóru í Vágahavinum hesa hósnáttina og vóru eisini á somu leið dagin fyri. Talan er um eina leið, sum liggur einar sjey fjórðingar úr landi – við Botnaskiftið, sum útróðrarmenn kalla tað. Toldi ov lítið av Henda hósmorgunin var væl av fiski á dekkinum. – Eg meti, at vit hava fingið eini 5000 pund í nátt, sigur Janus. Dagurin frammanundan royndist nakað væl betri, tí tá høvdu teir 10.500 pund. Men tað hevur eisini sína orsøk: – Tað er sjálvandi altíð ójavnt, tá ein tosar um útróður. – Men kanska toldi tað ov lítið av, tá vit soleiðis fóru aftur á sama staðið, sigur Janus, við greiðari ábending um, at góða veiðan tann fyrra dagin mundi taka ein stóran part av fiskinum á hesi leiðini. Styttri at sigla So skjótt teir komu at landi var øll veiðan hivað yvir í lastbilin, sum løtu seinni fór til Sørvágs við henni. Teir tríggir umborð fóru síðani við bátinum yvir um land, har teir løgdu seg fyri dagin. Ætlanin var at fara avstað aftur um kvøldið. – Vit fara inn her á Miðvág, tí higani er stutt í Vágahavið, – bert ein tími ella so. Soleiðis spara vit nógva tíð í sigling, sigur Janus. Fiskaprísurin hevur verið góður í seinastuni Mynd: Jens Kr. Vang Higani úr Miðvági er bert ein tími til Vágahavið. Janus Sørensen er skipari Mynd: Jens Kr. Vang