týsdagur 28. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 230 - 28. november 2006
tíðindi
– Vit kunnu í øllum
førum fegnast um,
at fiskaprísurin er í
lagi, sigur viðingurin,
Janus Sørensen sum
er skipari á útróðrar
bátinum Brandur.
Hósmorgunin í
farnu viku løgdu
teir veiðuna upp í
Miðvági.
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Miðvágur: Tað er nakað
av vindi við havnarlagið
á Prestlandi henda hós
morgunin.
Úti við molan er ein
útróðrarbátur í ferð við
at leggja at. Springið er
komið í land, og eftir lítlari
løtu liggur hann trygt við
bryggju.
Ein
av
monnunum
umborð hevur tveitt endan
í land, og her stendur ein
maður frá uppboðssøluni í
Sørvági og tekur ímóti.
Útróðrarbáturin Brandur
er júst afturkomin av einum
túri í Vágahavinum. Hesin
túrurin royndist góður,
hóast teir fingu tvífalt so
nógv túrin frammanundan.
– Vit eru í Miðvági nú, tí
tað er so óroynt norðanfyri,
sigur
skiparin,
Janus
Sørensen, sum saman við
tveimum øðrum viðingum,
Esmari Sørensen og Juliusi
Absalonsen, er við henda
túrin.
Umframt teir tríggjar,
er ein maður í landi og
egnir. Tað snilda í hesum
er, at góðu viðurskiftini
innan samferðsluna gera,
at báturin kann avreiða
í Vágum,
meðan
teir
egndu stamparnir verða
fluttir higar við bili úr
Norðoyggjum.
Vanliga hava teir 48
stampar við, onkutíð upp
í 50.
Góður prísur
Útróðrarbáturin, teir tríggir
eru við, hevur áður verið
heimahoyrandi í Fuglafirði.
Men fyrr í ár skifti Brandur
altso eigara.
Fyri teir tríggjar hevur
útróðurin altíð havt stóran
áhuga, og við hesum stóra
og sjógóða bátinum, liggur
væl fyri at útinna dagliga
starv teirra.
Sambært Skipalistanum
er línubáturin Brandur 17.2
metrar langur, 4.1 breiður
og 2.25 djúpur. Íalt er hann
24.47 BRT til støddar.
Fiskiskapinum higartil í
ár lata teir bara væl at:
– Jú, eg haldi, at tað hevur
verið í lagi. Í øllum førum
kunnu vit bara fegnast
um, at fiskaprísurin er væl
hægri nú, enn hann hevur
verið leingi, sigur Janus.
Fartelefonin
umborð
ringir. Tað er ein annar
bátur norðanífrá, sum spyr,
hvussu gingið hevur henda
túrin.
Brandur er nevniliga ikki
einasti báturin úr Norð
oyggjum, sum avreiðir í
Vágum hesar dagarnar.
Fleiri aðrir bátar hagani
halda somuleiðis til í Sør
vági, meðan bíðað verður
eftir at ættin fer at laga seg
soleiðis, at teir kunnu rógva
út norðanífrá.
Stutt at sigla
Nú teir løgdu at landi við
havnalagið á Prestlandinum
vóru teir júst afturkomnir
av útróðrarleiðum í Vága
havinum.
Teir løgdu frá landi um
seks-tíðina kvøldið fyri, og
– góðar 15 tímar seinni – nú
klokkan var farin av níggju,
vóru teir aftur at landi.
Fyri teimum stóð –
umframt tíðindatænastuna
– ein lastbilur frá Fiska
marknaðinum, sum tók
ímóti veiðuni henda dagin.
Eg meti, at vit hava fingið
eini 5000 pund í nátt
”
Aftur av
góðum túri
Henda túrin høvdu teir einans 5000 pund. Dagin fyri høvdu teir tað dupulta
Mynd: Jens Kr. Vang