Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2006 17 tíðindi Gevast fyribils at keypa havtaskulivur Eiði: Faroe Marine Biotech á Eiði hevur boðað frá, at virkið fyribils gevst við at keypa havtaskulivur 1. desember Í skrivi til Fiskamarknaðin Føroya biðir virkið á Eiði FMF siga skipum og bátum frá, at havtaskulivur ikki verður keypt fyribils. – Orsøkin er, at marknaðurin ikki eftirspyr havtaskulýsi sum annað toskafiskalýsi, tí innihaldið av squalen í havtaskulýsi er væl hægri enn í øðrum toskafiskalýsi – og væl omanfyri minstamarkið, sum viðskiftafólk okkara vilja hava. Í skrivinum sigur felagið á Eiði, at teir arbeiða við at fáa selt havtaskulýsi til aðra framleiðslu og til onnur viðskiftafólk. – Men í løtuni er ikki greitt, nær klárt verður at fara undir hesa framleiðslu, sigur Faroe Marine Biotech í skrivinum til Fiskamarknaðin Føroya. Brævið er undirskrivað av Egili Olsen, stjóra. (-vilmund) Pan Fish fær minni burtur úr meirvirking Noreg: Tað hevur ikki givið so stórt avlop hjá Pan Fish at góðska aldan fisk seinastu mánaðirnar í ár. Pan Fish fekk methøgar laksaprísir í fyrra hálvári í ár, men minni væl hevur gingið við meirvirkingini orsakað av øktum framleiðslukostnaði. Rakstrarúrslitið av meirvirkingini hjá felagnum í triðja fjórðingsári í ár er slakar 7,3 mió krónur, sum er 1,4 mió krónur lakari enn somu tíð í fjør. (-vilmund) pláss og útróðrarbygd avhongur av, hvussu útlitini eru til fiskiskap. – Sum heilt, hevur lítið verið at fingið á okkara leið­um seinastu árini, og summarfiskur hevur at kalla eingin verið. Várið og heystið plagdu at vera góð fiskitíð, men eins og aðra­staðni hevur lítið verið at fingið um okkara leiðir seinastu árini, leggur hann aftrat. Tá ið tað er avmarkað, hvussu støðugur útróðurin kann vera hjá fámjiningum á vetrardegi, hava nakrir fámj­ iningar bátarnar liggjandi á Tvøroyri. – Hetta er deksfør úr glas­ trevju, sum reka útróður á jøvnum føti við aðrar bátar á Tvøroyri, sigur hann. Svend leggur aftrat, at onkur av hesum monnum hevur útróður burtur av sum livibreyð, meðan onkur annar siglir og síðan leggur seg eftir at rógva út, tá ið viðkomandi er heima. Fámjin er sjálvstøðug kommuna. Bygdin er vøkur og liggur væl fyri til útróður vestanfyri á Suðuroynni Mynd: Vilmund Jacobsen – Tá ið bygdin er brimpláss, er ikki vanligt, at bátar liggja á sjónum um vetrarnar. Allir bátaeigararnir hava vogn, og vit hava eisini neyst til allar bátarnar Mynd: Elin Lindenskov Miðskeiðis á vestursíðuni á Suðuroynni liggur Fámjin. Teinurin norður um av Tvøroyri og suður um av Vági er á leið hin sami Fámjins kommuna er sjálvstøðug kommuna, og í kommunustýrinum sita: Elin Nielsen, borgarstjóri, Arni Nielsen, Niels Jákup T. Nielsen, Sóley Joensen og Tórhallur Mortensen FAKTA