týsdagur 28. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 230 - 28. november 2006
tíðindi
Danir besta toskaprís
Danmark: Toskaprísurin er ógvuliga góður í løtuni.
Í vikuni, sum fór, skiltist, at besti toskurin á føroyska marknaðinum fór fyri
meira enn 30 krónur fyri kilo, og toskur 3 fór fyri millum 25 og 30 krónur
fyri kilo.
Hetta er góður fiskaprísur.
Og tó.
Hóast hetta ljóðar nógv í okkara oyrum, er hetta kortini ikki besti toskaprísur
um okkara leiðir í løtuni.
Ein kanning, sum ein íslendsk net-síða hevur gjørt, vísir, at besti toskaprísurin
í seinastuni hevur verið á marknaðinum í Hanstholm í Danmark.
Har er besti sløgdi toskurin sambært íslendsku net-síðuni seldur fyri heilar
48 krónur fyri kilo. (-vilmund)
Fiska uttan avmarkingar
Noreg: Tað er ikki bara í Føroyum, at útróðrarmenn
vilja sleppa at fiska uttan avmarkingar. Í Noreg
hava útróðrarmenn lagt sak ímóti statinum fyri at
sleppa at fiska frítt.
NRK veit at siga, at útróðrarmenninir nú fara
at lata málið upp í hendurnar á mannarættinda
dómstólinum í Strassburg.
– Vil dómstólurin ikki taka málið upp, sær svart
út, sigur maðurin, sum leiðir málið fyri útróðrar
menninar, Svein Johansen. (-vilmund)
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bygdin Fámjin liggur sum
øllum kunnugt á vestursíðuni
og miðskeiðis á Suðuroynni.
Tá ið bátar av Tvøroyri fara
vestur á leiðirnar hjá fámj
iningum, fara teir norður um
Suðuroynna – og tá ið bátar
úr Vági fara um hesar leiðir,
fara teir suður um oynna.
Fámjin er brimpláss, og
ringastar eru vesturættirnar,
sum liggja upp á land. Eystur
ættirnar eru betur, men eisini
hesar kunnu hava brim við
sær, um ringt er í sjónum.
Hetta hevur kortini ikki
hildið monnum í bygdini
aftur at reka útróður.
Áðrenn bygdin fekk
vegasamband í 1940, fekst
fiskur ikki av bygdini á
sama hátt sum í dag, nú
menn, sum reka útróður
í Fámjin, vanliga koyra
fiskin á Fiskamarknaðin á
Tvøroyri.
Og áðrenn marknaðurin
kom á Tvøroyri, koyrdu teir
fiskin suður á marknaðin í
Vági.
Teinurin úr Fámjin til Tvør
oyrar er einar 16 kilometrar,
meðan teinurin til Vágs er út
við eina helvt longri.
Tí velja fámjiningar held
ur at koyra fiskin til Tvør
oyrar.
Lítil útróður
Sosialurin hevur tosað við
ein av monnum, sum plaga
at reka útróður úr Fámjin,
Svend Joensen.
Hann sigur, at nú er langt
síðan, at nakar bátur hevur
verið á floti í bygdini.
– Tað hevur viðrað so
illa, og yvirhøvur hevur lítil
fiskur verið at fingið.
Svend sigur, at fleiri bátar
eru heimahoyrandi í Fámjin,
flestu eru stórir træbátar,
úr 27 fót og upp í einar 31
føtur.
– Tá ið bygdin er brimpláss,
er ikki vanligt, at bátar liggja
á sjónum um vetrarnar. Allir
bátaeigararnir hava vogn, og
vit hava eisini neyst til allar
bátarnar. Soleiðis standa teir
inni, tá ið teir ikki liggja á
sjónum. Skinnarar eru til
vognarnar, og kommunan
hevur eitt el-drivið hydraul
iskt spæl. Einir 4-5 mans
skulu til fyri at draga bát
arnar oman og niðan.
Hann sigur, at er liggjandi
góðveður okkurt skifti um
veturin, og fiskur er at fáa, er
ikki óvanligt, at onkur bátur
verður flotaður.
– Annars verður mest roynt
um várið og út á heystið.
Snellumenn
Svend sigur, at tað er komið
fyri í hansara tíð, at onkur
bátur hevur slitið og er mistur
í brimi, men vanliga verður
roynt at draga bátarnar í
góðari tíð, tá ið árstíðin er
ring, og hann øtlar veðrið.
Svend sigur, at einir 3-4
bátar við einum og tveimum
monum á hvørjum báti
gera nokso fitt við útróður
um várarnar, summarið og
heystið.
– Allir royna við snellu og
beitum, men er líitl fiskur
at fáa, kemur fyri, at onkur
fer við teini og loddi undir
snelluni, og tá verður so roynt
við agni. Annars er vorðið
meira og meira vanligt, at
onkur roynir við tráðu og
tungum pilki í endanum, og
hetta vísir seg at rigga væl
hjá teimum, sum duga og
tíma at brúka tráðuna.
– Bátarnir hjá fámjining
um, sum reka útróður, eru
allir útgjørdir við góðum
sjálvvirkandi snellum.
At kalla eingin bátur roynir
við línu, og tað kemst kanska
eisini av, at lítil og eingin
hýsa hevur verið at fingið
á leiðunum hjá fámjiningur
í fleiri ár.
– Fiskileiðirnar hjá okkum
liggja ikki langt úr landi, og
tá ið vit hava siglt í eina
tíma ella so, eru vit vanliga
á ytstu leiðum.
Sigla skjótt
Spurdur, um aðrir bátar leita
vestur um á leiðirnar hjá
fámjingum, sigur Svend:
– Ja, tað eru ofta fleiri
bátar úr øðrum bygdum enn
teir hjá okkum. Nógvir bátar
sigla so skjótt, og tí tekur tað
onga tíð hjá teimum at koma
á hesar leiðir.
Hann vísir tó á, at áhugin
hjá monnum úr øðrum økj
um at fara vestur um eisini
Fámjin er bæði brimp
Í sínari tíð var fiskakjallari í bygdini,
og tað var eisini tann tíð, tá ið menn
høvdu útróðrarfelag og flaktu,
saltaðu og seldu sína egnu veiði