Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2006 15 tíðindi ð tí, sum forvunnið verður á sjónum, høvuðsgrundarlagið undir inntøkuni hjá Nes kommunu, sigur Súni í Hjøllum, formaður í teknisku Mynd: Vilmund Jacobsen Halda fram við ídnaðarøkinum Toftir: Í 2007 er ætlanin at halda fram við útbyggingini av ídnaðarøkinum. Økið millum Oyrarnar og Rætt verður gjørt liðugt, og síðan verður farið inn um Rætt. Avsettar eru stívliga 2 mió krónur til hesi arbeiði í 2007. (-vilmund) Sleppa av við rusk og spillolju Toftir: Tofta havn hevur gjørt nógv fyri at uppfylla heilsufrøðiligu krøvini, sum sett verða til havnir. Við landingarmiðstøð og fiskamarknaði á Toftum, hevur Tofta havn vitjan av nógvum skipum og bátum gjøgnum eitt ár. – Fyri at hesi kunnu sleppa av við ruskið, hevur kommunan sett fýra bingjur á havnaøkið til móttøku av eitt nú vanligum ruski, jarni, akkumulatorum og neti/ línu. Umframt hetta hava vit sett upp tveir oljutangar til móttøku av spillolju. Nes kommuna fegnast um, at Tofta havn soleiðis uppfyllir tey heilsufrøðiligu krøvini, sum verða sett til havnir. (-vilmund) Tofta havn uppfyllir tey heilsufrøðiligu krøvini, sum sett verða til havnir Mynd: Vilmund Jacobsen Stórur áhugi er at seta búgv í Nes kommunu, men enn fer helst at ganga ein tíð, áðrenn stóra útstykkingarætlanin verður klár. Tí fer kommunan nú at stykkja út eini 30 nýggj grundøkir undir Høganesi Útstykkingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var í oktober, at Nes kommuna alment legði fram eina stóra útstykk­ ing­arætlan fyri økið kring Høganes og inn móti Løkinum í Runavík. Formaðurin í teknisku nevnd hjá kommununi, Súni í Hjøllum, sig­ur, at kommunan fram­hald­­andi arbeiðir við fyri­reik­ing­un­ um at fáa neyðugar góð­ kenningar til hesa stóru út­stykkingar­ætlan. Eftirspurningur Hann vísir á, at stórur eft­ ir­spurningur er eftir grund­ økjum í kommununi, og størsti parturin av grund­ økjunum í nýggja sethúsa­ økinum millum Heygarnar og Gadd eru seld. Meðan bíðað verður eftir stóru ætlanini kring Høga­ nes, hevur Nes kommuna samtykt at bjóða út eitt sethúsaøki undir Nesinum, sum liggur omanfyri ver­andi sethús undir Høganesi. – Talan er um sløk 30 grundøkir, og ætlandi verður arbeiði við vegagerð boðið út í næstum, sigur Súni í Hjøllum. Viðlíkahald Nes kommuna hevur havt eina játtan upp á eina mió krónur til viðlíkahald av bygdavegum, eitt nú asfalt­ ering. – Vit hava eisini sett eina mió krónur av til slík arbeiðir á fíggjarætlanini fyri 2007. Súni í Hjøllum sigur, at vegurin millum Heygarnar og Gadd, har fleiri sethús eru bygd – og onnur eru í gerð – skal asfalterast beinanvegin, eins og aðrir bygdarvegir eisini skulu viðlíkahaldast. Arbeitt verður við útstykking kring Høganes Stóra útstykkingarætlanin kring Høganes Mynd: Nes kommuna ulu búgva í sethúsum og íbúðum Nógv fólk var møtt, tá ið Símun Johannesen, borgarstjóri, arkitektarnir, Høgni T. Hansen og Anders Abraham og Bogi Jacobsen frá Munin, kunngjørdu hesa stóru útstykkingarætlan hjá Nes kommunu. Umtalaða økið kring Høga­ nes og oman m óti Løkinum í Runavík fevnir um 180.000 fermetrar, og ætlanin er, at her skulu byggjast sethús og íbúðar­blokkar. Sambært ætlanini skulu eini 800 fólk búgva í økinum. – Hetta økið hevur ligið su~m hagi til nú, men tá ið prátið um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina gjørdist veruleiki, var løt­an komin til hesa sera áhuga­ verdu útstykking, sigur Nes kommuna á heimasíðuni. Á fundinum á Svangaskarði vísti borgarstjórin á, at kommunan dagliga fær fyrispurningar um grund­ økir. – Síðani Høganesætlanin kom fram í fjølmiðlunum, eru fyrispurningarnir øktir munandi. Somuleiðis hevur tunnilsætlanin eisini økt um áhugan hjá fólki at fáa grundstykki í Nes kommunu, sigur Símun Johannesen. Arkitektarnir báðir, Høgni T. Hansen og Anders Abraham, fingu til uppgávu at gera útstykkingina og fingu fríar hendur at skapa eitt íbúðarumhvørvi runt Høganes. Einasta treytin var, at pláss skuldi vera fyri 800 fólkum og øðrum fasilitetum, ið hoyra einum øki til, har fólk skulu búgva. – Ætlandi verður eisini hotel, skúli, ítróttarháskúli og svimjihøll á økinum, sigur borgarstjórin. Á fundinum á Svangaskarði vístu arkitektarnir á, at sera nátt­úruvakra økið kring Høga­ nes hugtók teirra arbeiði. – Í hesum sambandi nevndu teir Toftavatn og umhvørvið við vatnið, sum er eitt stórt opið og fjølbroytt landslag við óavmarkaðum møguleikum hjá fólki. Ætlandi verða sethúsini í økinum ymiskt í lands­lagn­ um, og ætlandi verða ongar byggilinjur. Húsini skulu í staðin lagast til lendið. Á fundinum segði borgar­ stjórin, at næsta stigið hjá Nes kommunu verður at gera eina serliga byggisamtykt fyri Høganesøkið. - Síðani skal økið keypast, og tá verður klárt at seta spakan í um eitt hálvt ár, segði Símun Johannesen. Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu Mynd: Rúna Sivertsen