týsdagur 28. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 230 - 28. november 2006
tíðindi
Við útbyggingini fær
Nes kommuna 95
metrar av atløgusíðu
aftrat. – Tað er
alneyðugt at bøta um
atløguviðurskiftini,
nú so nógv virksemi
er við havnalagið,
sigur formaðurin í
teknisku nevnd, Súni
í Hjøllum
Útbygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bygdaráðið í Nes kommunu
hevur samtykt at útbyggja
havnalagið á Toftum við
95 metrum av atløgusíðu.
Atløgusíðan verður bygd frá
ferjuleguni við Toftagjógv og
norðureftir. Dýpið verður 7 og
8 metrar.
Súni í Hjøllum, formaður í
teknisku nevnd í Nes komm
unu, sigur, at kommunan hevur
biðið um tilboð frá tveimum
stórum byggifyritøkum, og
úrslitið varð, at J&K Petersen
fekk arbeiðið.
Komandi summar
– Tá ið atløgusíðan er gjørd,
og økið uppi á landi er gjørt
liðugt við asfaltering og
øðrum, fer kostnaðurin av
arbeiðnum at liggja um einar
8 mió krónur.
Hann sigur, at byggingin
ætlandi byrjar fyrsta dagin,
og væntandi verður nýggja
atløgusíðan klár at taka í
nýtslu komandi summar.
– Tað er so nógv virksemið
á havnalagnum, at alneyðugt
er at bøta um umstøðurnar hjá
vinnulívinum á Toftum. Vit
mugu ásanna, at virksemið á
havnalagnum saman við tí, sum
verður forvunnið á sjónum,
er høvuðsgrundarlagið fyri
inntøkuni hjá kommununi,
sigur Súni í Hjøllum.
Skattainntøkan
Inntøkurnar hjá Nes komm
unu hava verið góðar í ár.
– Vit mettu, at inntøkurnar
fóru at vera 25,3 mió krónur,
men nú árið er við at verða
umliðið, bendir alt á, at talan
verður um eina meirinntøku
í ár upp á einar 2-3 mió
krónur, sigur hann.
Inntøkurnar
hjá
Nes
kommunu fyri komandi ár
verða helst einar 28,2 mió
krónur.
– Skattaprosentið fyri 2007
verður tað sama sum í ár,
20,5%, og barnafrádrátturin
verður eisini hin sami, 4.500
krónur fyri hvørt barnið, sigur
Súni í Hjøllum, formaður í
teknisku nevnd, sum eisini
er varaborgarstjóri.
Kostar at pumpa
Toftir: – Tað kostar at pumpa vatn úr Toftavatni um summarið. Tí eiga øll at ansa eftir
ikki at brúka vatn óneyðugt.
Tað sigur Nes kommuna.
Vatnnýtslan í kommununi er økt rættiliga nógv seinastu árini.
– Hóast vit hava bygt ein vatnbrunn aftrat á Svangaskarði - og vit hava stórar vatngoymslur
við Kornvatni og báðum Hamravøtnunum, er hetta ikki nóg mikið um summarið.
Kommunan sigur, at neyðugt tí hevur verið um sumrarnar at pumpa vatn niðan úr
Toftavatni fyri at nøkta tørvin.
– Pumpingin kostar pening, og tí mugu fólk ansa eftir ikki at brúka vatn óneyðugt,
sigur Nes kommuna. (-vilmund)
Vesturskin virkar væl
Toftir: Í september mánaða 2004 tók Nes kommuna nýbygda eldrasambýlið
Vesturskin í nýtslu, har pláss er fyri 16 búfólkum.
– Heimið hevur virkað væl og umframt fólk úr Nes kommunu, hava eisini fólk úr
øðrum kommunum búð á heiminum í stytri tíðarskeið.
Tað sigur kommunan í samandrátti til ársroknskapin fyri 2005.
Umframt Vesturskin, hevur Nes kommuna saman við hinum kommununum í Eysturoy
eisini víðkað Eysturoyar Røktar-og Ellisheim í Runavík við 24 búplássum.
–– So, nú er tørvurin nøktaður, sigur kommunan.
Parturin hjá Nes kommunu av víðkanini av Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi er
544.000 krónur um árið í trý ár. (-vilmund)
Útbyggja havnalagið
fyri 8 miljónir krónur
– Virksemið á havnalagnum er saman við
nevnd
Skúli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nes kommuna hevur eina
stóra verkætlan í gerð, sum
er útbyggingin av skúlanum.
Hetta er eitt rættiliga
umfatandi arbeiði, sum er
mett at kosta einar 43-44
mió krónur.
Læna pening
Súni í Hjøllum, formaður
í teknisku nevnd, sigur, at
kommunan hevur verið
skuldarfrí, men í samband
við skúlavíðkanina hevur
verið neyðugt at taka 25 mió
krónur í láni.
– Skúlabyggingin gong
ur eftir ætlan, bæði hvat
viðvíkur kostnaði og tíðar
ætlan.
Hann sigur, at skúlavíðk
anin verður liðug á vári
2008, men at ein partur av
nýggja skúlanum eftir ætlan
verður tøkur eftir summar
frítíðina í 2007.
Neyðug stýring
Súni í Hjøllum leggur
dent á, hvussu neyðugt
tað er, at kommunan stýrir
fíggjarútreiðslunum.
– Vit mugu ikki tyngja
kommununa við ov stórum
lánum, so rentubyrðan
gerst ov stór. Inntøkur og
útreiðslur mugu fylgjast,
sigur formaðurin í teknisku
nevnd avgjørdur.
Skúlabyggingin gongur eftir ætlan
– Skúlabyggingin gongur væl,
og ætlandi ver›ur ein partur
av nýggja skúlanum
tøkur eftir summarfrítí›ina í
2007, sigur Súni í Hjøllum
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Síðani Høganesætl
anin kom fram í
fjølmiðlunum, eru
fyrispurningarnir
um byggiøki øktir
munandi. Somuleiðis
hevur tunnilsætlanin
eisini økt um áhugan
hjá fólki at fáa
grundstykki í Nes
kommunu, sigur
Símun Johannesen,
borgarstjóri
Høganesætlanin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var rættiliga stórur
áhugi, tá ið Nes kommuna
legði stóru Høganesætlanina
fram fyri almenninginum
á Svangaskarði í síðsta
mánaða.
800 fólk sku