týsdagur 28. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2006
13
Blaðtekning
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Óli Petersen hevur altíð
teknað. Sum ungur plagdi
hann at fáa nøkur tørn
við blíantinum, og eftir at
hava roynt sjólívið nøkur
ár gjørdi hann av at fáa
meiri burtur úr teimum
gávunum. Hann byrjaði
hjá Klaksvíkar kommunu
fyrst í sekstiárunum og fór
síðani á tekniska skúlan
í Randers, har hann tók
útbúgving sum tekniskur
assistentur.
Heimafturkomin fór hann
at arbeiða á teknistovuni
á Skála Skipasmiðju. Tað
var í 1964. Nógv skip blivu
bygd um hetta mundið, og
Óli minnist, at fyrsta skipið,
sum hann gjørdi linjutekning
av, var nótaskipið Jupiter
hjá gøtumonnum. Árini á
teknistovuni vóru góð við
nógvum avbjóðingum, og
skipasmiðjan var eitt gott
arbeiðspláss. Óli fekk júst
25 ár á skipasmiðjuni, tí í
1989 fór hon á húsagang.
Hann kundi kanska hild
ið fram í fakinum, men
valdi at arbeiða sum sjálv
støðugur, og tað hevur giv
ið heilt aðrar uppgávur.
Hann hevur teknað fyri
Føroya Skúlabókagrunn og
tekningar av øllum handa
slagi fyri onnur, men tað
eru uttan iva tekningarnar á
baksíðuni á Sosialinum, sum
hava gjørt skipsteknaran á
Skála kendan um alt landið
og longri enn tað.
Partur av nýhugsan
Óli Petersen ella Óli P. hevur
verið fastur blaðteknari á
Sosialinum síðani 1989,
men sambandið millum
blaðið og teknaran á Skála
er eldri enn so.
Fyrst í áttatiárunum flutti
Sosialurin í nýtt blaðhús á
Argjum, og í tí sambandi
setti leiðslan sær fyri at
royna at ganga nýggjar
leiðir. Blaðið skuldi hugsa
nýtt. Eiott nú fekk blaðið
professionellan
mynda
mann, og so kom hug
skotið um at fáa egnan
blaðteknara, eins og bløð
aðrastaðni hava. Avgjørt
varð at fáa samband við
Óla Petersen, og hann játt
aði áðrenn hálvtalað orð.
Hansara fyrsta uppgáva var
tekningin ”Hin politiski
dunnuhylurin”, ið var eitt
puslispæl, sum lesararnir
skuldu leggja saman.
Hetta var upp undir jól í
1984. Fýra ár seinni gjørdi
Óli eina teknirøð, sum
hann bjóðaði bløðunum at
keypa, og Sosialurin tók
av tilboðnum. Samstundis
varð avtalað, at Óli skuldi
hava eina tekning á bak
síðuni á blaðnum hvørja
viku. Síðani er samstarvið
víðkað, og hesi árini hevur
hann latið blaðnum umleið
2.000 tekningar.
Av sær sjálvum
Tað eru tey, sum halda, at
Óli Petersen sær stuttleika
ella skemt í øllum - eisini
tí álvarssama, og at hann
hevur eini serlig evni til at
avmynda sínar tankar, so
øll onnur skilja tað.
- Hevur tú eitt serligt hug
flog?
- Eg veit ikki. Eg veit ikki,
hvat fantasi er fyri nakað.
Tað kemur av sær sjálvum,
haldi eg. Uttan fantasi hevði
eg ikki kunnað livað lívið,
haldi eg. Men ein má ansa
eftir ikki at lata fantasiin
taka ræðið, og tí er tað gott,
at ein hevur okkurt konkret
at halda seg til.
Tað eru kanska tey, sum
halda, at tað er skjótt at gera
eina blaðtekning, tí ofta eru
tað bara nakrar fáar strikur,
men so er ikki. Sjálvandi
eru tekningar ymiskar, sig
ur Óli, men vanliga fær
hann hugskotið um kvøldið
og ger nakrar skitsur. Morg
unin eftir byrjar hann aftur,
og nakað fyri middag plagar
tekningin at vera liðug.
- Hendir tað, at tú teknar
umaftur?
- Ikki umaftur, men
tað kemur fyri, at eg flyti
figurar og stúgvi teir øðr
vísi. Mær dámar best tær
einføldu
tekningarnar.
Onkuntíð havi eg teknað
rúgvutekningar, sum danir
rópa myldretegninger, men
tað er ikki eg. Mær dámar
best tað einfalda við einum
høvuðsmáli.
Politikararnir
Føroysku
politikararnir
eru regluliga at síggja á
baksíðuni í Sosialinum,
soleiðis sum Óli sær teir,
men hann viðgongur, at tað
er ikki líka lætt at tekna
allar. Summir eru lættari
offur enn aðrir. Hinvegin er
hann ikki í iva, tá vit spyrja,
um nakar er serliga lættur
at tekna.
- Eg veit ikki, men løg
monnunum havi eg ongan
tíð havt nakrar trupulleikar
av. Eg veit ikki hví, tí teir
síggjaso ymiskir út. Men
kanska er tað tí, at ein
kann brúka teir í ymsum
sambandi. Tað eru jú
teir, sum hava ta ovastu
ábyrgdina, so tað ber altíð
til at heingja okkurt upp
á teir.
- Hevur tú nakrantíð
gingið nøkrum politikara
ov nær?
- Ja, tað rokni eg við, at eg
havi. Men eg haldi ikki, at
politikararnir taka sær tykni
av tekningunum, men tað er
hent meiri enn so, at stuðlar
hjá onkrum politikarum
hava verið misnøgdir við
mínar tekningar. Men tað
má eg so taka við. Tað er
eitt slag av kryddaríi, so tað
ávirkar meg ikki.
Kendi seg lítlan
Síðani hann byrjaði at
tekna til baksíðuna hjá
Sosialinum, hevur hann
latið
blaðnum
umleið
2.000 tekningar. Kortini
heldur hann ikki, at hann
hevur kopierað seg sjálvan
nakrantíð. Ikki enn í hvussu
er, og tað er heldur eingin,
sum hevur gjørt vart við
tað. Hinvegin hevur hann
gjørt tað fleiri variasjónir
yvir sama tema, sum hann
tekur til.
- Fer ein at kopiera seg
sjálvan, so er tíð at gevast.
Óli vil ikki siga, at hann
er betri nøgdur við nakra
ávísa tekning fram um hin
ar. Hinvegin veit hann, at
onnur halda summar tekn
ingar vera betri enn aðrar,
og hann viðgongur, at
tað fløvar at síggja onkra
tekning hanga á einum
køliskápi
onkunstaðni.
Men tað kann sjálvandi
eisini koma av øðrum
umstøðum.
- Sum t. d. ta ferðina eg
hevði gjørt eina tekning í
sambandi við, at náttarvaktin
á Landssjúkrahúsinum bleiv
niðurløgd. Tá gjørdi eg eina
tekning, sum eg kallaði
”Náttarvaktin”. Hon var av
einum gomlum manni, sum
lá í einari sjúkrahússong
við slangum og øllum.
Hurðin fór spakuliga upp.
Tað var deyðin, sum gekk
náttarvakt. Men tað bar ikki
mætari á, enn at tá eg kom
at liggja á sjúrahúsinum
nakað seinni, hekk hendan
tekningin har. Tá kendi eg
meg lítlan.
Fegin um arbeiðið
Óli dugir ikki at siga,
um hann roknar seg sum
listarmann, men hann er
í hvussu er ikki ein av
teimum, sum leggur í at
hava framsýningar. Tað er
ikki eg, sigur hann.
- Men roknar tú teg sum
listamann?
- Eg veit ikki. Satt at
siga rokni eg meg ikki fyri
nakað sum helst, og eg má
siga, at eg kenni meg ikki
heima allastaðni innan fyri
tað, sum verður kallað list.
Men eg haldi sjálvur, at um
ein hyggur at blaðteknarum
sum heild, eitt nú her í
Norðurlondum, so eru abso
lutt listaverk ímillum tekn
ingarnar.
Í dag ger Óli Petersen
lítið annað tekniarbeiði enn
baksíðuna í Sosialinum, og
hann sigur seg vera sera
fegnan um ta uppgávuna.
- Eg kenni onkrar, sum
eru farnir av arbeiðsmarkn
aðinum, og teir hava tað
ikki gott. Tað eri eg ikki, og
tað eri eg sera fegin um.
∆
Hevði ikki kunnað
livað uttan fantasi
stendur so á baksíðuni í
Sosialinum.
Tað eru kortini tey, sum
vilja hava uppaftur neyvari
veðurtíðindi, og tí hendir
tað ikki so sjáldan, at fólk
ringja heim til Petur at
spyrja, hvussu veðrið verð
ur.
- Onkur, sum skal til
Suðuroyar, vil hava at vita,
hvussu tað verður at sigla
suður og norðuraftur, og
tað sama gera summi, sum
skulu eitt nú í Kalsoynna.
Tað hendir eisini meiri
enn so, at menn ringja til
mín at vita, um tað verður
fjallveður í morgin.
Frítíðina brúkar Petur
á dansigólvinum. Síðani
1993 hevur hann dansað
við Dansifrøði, og hann
er eisini í dansifelagnum
Tøkum Lætt. Áhuga fyri
kvæðum og vísum hevur
hann altíð havt, og tað er
ikki so sjáldan, at hann skip
ar onkra vísuna.
- Nei, eg skal ikki klaga,
sigur hann.
∆
Óli Petersen hevur altíð teknað. Tað heldur
hann í hvussu er. Hóast meiri enn 2.000
blaðtekningar hevur hann ikki kopierað seg
sjálvan enn, og tá tað hendir, gevst hann. Tí
ein blaðteknari kann ikki vera í barndømi.
– Eg veit ikki, hvat fantasi er,
men eg hevði ikki kunnað liva
uttan fantasi